Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 119 - 25. juni 2009 Fyrsta bylgjan av H1n1 kann raka í heyst Danskur professari væntar at fyrsta bylgjan av H1N1 beinkrími fer at raka í heyst. Tað skrivar Sand­ oyar­portalurin, www.sandportal.fo. Sambært honum er summarið ein tíð til at uppliva eina heila rúgvu undir fremmandum himli. Men tað eru ikki bara souvenirs og frítíðarmyndir, sum eru við í ferðataskuni á veg heim. Okkurt um 1,5 milliónir danir kunnu vera í vanda fyri at verða smittaðir við H1N1, sum eisini verður rópt svínakrím. - Mítt boð er, at vit verða rakt av fyrstu epidemi bylgjuni í august og september, tí tá koma ferðafólkini heim úr summarferiu. Virusið smittar illa og so skjótt veðrið vendir og tað verður kaldari og danir aftur eru á skúlum, dagstovnum og á arbeiðsplássum, so langar virusið til, sigur professari í virussjúkum, Jens Lundgren, sum starvast á Det Sundheds­viden­ skabelige Fakultet á Universitetinum í Keypmannahavn. Í heiminum eru nú 51.000, ið eru smittaði. og Rás2 sendir sum kunnugt eitt sera sterkt lið til Álands. Eitt lið, sum avgjørt ikki stendur aftan fyri nakran annan, hvørki tá tað ræður um orð ella myndir í blaði ella portali. Og til beinleiðis ítróttafrásagnir hevur Rás2 lagt seg sjónliga á odda. Tað fer enntá eisini at bera til at fylgja leikunum á kykmyndum á portalinum, so tað hevði snøgt sagt ikki borið til at sent eitt meiri fullkomið lið avstað. -Tá freistin at melda til var úti, var tað bert Miðla­ húsið, ið hevði boðað frá luttøku til Oyggjaleikirnar. Tí løgdu vit okkum í selarnar og savnaðu saman tað besta liðið, vit kundu finna. Tí gjørdist tað eisini so stórt. Vit kendju tað sum okkara ábyrgd sum einasti fjølmiðil á Oyggjaleikunum at geva lurtarum, lesarum og hyggjarum í Føroyum tað allarbesta. Tað var eisini orsøkin til, at vit heittu á Jógvan Arge, og vit eru ovurfegnir, at hann játtaði, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. Og sum rosinan í pylsu­ endanum kann privata út­ varps­rásin leggja aftrat: »... and Rás2 proudly pre­sent: The Grand Old Man of Sports Broad­ casting!« fyri Rás2 – Tað sum eg plagi at leggja meg eftir, er at gera eina góða og spennandi frásøgn, sum lurtararnir tíma at fylgja við í, sigur Jógvan Arge, sum nú fer at vaArpa út á Rás2 Mynd: Álvur Haraldsen