fríggjadagur 19. oktober 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 202 - 19. oktober 2001
Nr. 202 - 19. oktober 2001
3
Sunnudagin fer Haraldur
Hammer í Syðrugøtu um
tey seksti. Hann hevur
síðani 1966 verið lærari í
Gøtu skúla, og har er hann
framvegis. Okkurt árið, tá
fyrsti lærarin, Petur Eli
Mikkelsen, var burtur frá í
eftirútbúgvingarørindum,
hevur Harald Hammer havt
leiðsluna av Gøtu skúla.
Harald er ættaður av
Tvøroyri. Hann er sonur
Hannefíu
og
Mikkjal
Hammer. Pápin var av
Tvøroyri, og mamman, sum
er væl uppi í áttati árunum
og lívsfrísk sum fáur, er úr
Sørvági.
Kríggið leikaði á, tá
Harald sá dagsins ljós.
Hesa tíðina sóust týsk
flogfør so at siga dagliga á
okkara leiðum. Ein dagin
fórust grannahúsini – tey
hjá Dala-Mikkjali – heilt
illa av bumbuálopi. Húsini
hjá Hannefíu og Mikkjali
vórðu eisini skadd. Hon
slapp akkurát av húsinum
við tí nýfødda, áðrenn
bumban rakti.
Eftir hetta fluttu Hanne-
fía og Mikkjal til Vágs, har
tey hildu til í Tippinum. Tá
kríggið var liðugt, fóru tey
norður aftur.
Harald er elstur av fimm
systkjum. Hini eru Juilius,
sum búði í Hvalba og ikki
er millum okkara meiri,
Jóhannes, sum býr í Dan-
mark, Terji, sum býr á
Tvøroyri, og Eydna, sum
býr í Havnini.
Hinir brøðurnir vóru
skipsmenn,
men
hjá
Haraldi stóð hugurin til
bókina, og hann leyk prógv
á Føroya Læraraskúla í
1966.
Sum
nýklæktur
lærari fór Harald til Myki-
nesar at vera lærari í eitt ár.
Harald tosar um hetta árið
sum nakað serligt. Tað vóru
stundir at lesa, og tað var
góður
lívsførningur
at
síggja og vera uppií bygd-
arlívinum, ikki minst tá tað
ráddi um innløgu.
Harald fann sær konu í
Fuglafirði. Sonja, sum er
fødd Poulsen, og hann eiga
trý børn: Jóna, sum er fødd
í 1968, býr á Kambsdali,
Jonhard, sum er føddur í
1971, býr í Havnini, og
Meiken, sum er fødd í
1975, býr í Svendborg.
Harald hevur altíð verið
bitin av ítróttini, og hann
hevur eisini verið virkin –
bæði sum íðkandi og í
nevndararbeiði.
Áðrenn
hann kom til Gøtu hevði
hann spælt fótbólt og
hondbólt og róð kapp á
Tvøroyri og í Havnini, har
hann var Neista maður.
Gøtumenn royndu seg
fyrstu ferð í fótbólti stutt
eftir, at fótbóltsvøllurin var
komin, og Harald spældi
við. Millum liðfelagarnar
kunnu nevnast Jákup Ja-
cobsen,
Símun
Konoy,
Líggjas Hansen, Ólavur á
Toftini, Jóannes Gøthe og
John Petersen, sum tá
arbeiddi á Skála.
Í Gøtu kom Harald
Hammer beinanvegin upp í
nevndararbeiðið. Hann var
limur í nevndini fyri GÍ frá
1967 og fram til 1985, og
hann var formaður frá 1974
og fram til 1979. Hetta
síðsta árið var tað, at GÍ
vann 2. deild og flutti upp í
1. deild, har teir hava verið
síðani. Harald stóð í fleiri
ár sum umboðsmaður fyri
fótbóltin og hondbóltin í
Gøtu.
Nakað eftir at hann fór úr
GÍ nevndini, fór Harald at
hjálpa til í borðtennis. Eftir
at oyggjaleikirnir høvdu
verið í Føroyum í 1989,
gjørdist hann nevndarlimur
í Borðtennissambandinum,
og har var hann inntil í
1997.
Harald
er
framvegis
áhugaður í ítrótti og fylgir
væl við. Men hann er ikki
uppií
nevndararbeiði
longur. Hann og Sonja eiga
tvey barnabørn, og tey
verður nógv tíð brúkt uppá.
Stóran part av frítíðini
dámar Halaldi at brúka til
innløgu. Hann hevur hønir,
setur epli niður á hvørjum
ári og er á floti, tá líkindi
eru til tað. Grindareiðskap-
urin hongur klárur, og
Haraldur er millum teir
fremstu í drápinum, og tá
tað verður tikið upp.
NØVN Í VIKUNI
Harald Hammer 60 ár
- Meðan barnaverndir
gera løgregluarbeiði
fyri at jarðleggja ein
illtonktan fyri siða-
misbrot út frá einum
lítlum illgruna, verða
børnini slept uppá
fjall, sigur Álvur
Kirke, tingmaður,
sum hevur lagt
uppskot fyri tingið
um betri rættartrygd
fyri børn
RÆTTARTRYGD
Turið Kjølbro
Í gjár var fyrsta viðgerð av
uppskoti til samtyktar um
barnavernd, rættartrygd og
mannarættindi.
Tað
er
Álvur Kirke, løgtingsmað-
ur fyri Miðflokkin, sum
hevur lagt uppskotið fyri
tingið. Við uppskotinum
heitir tingmaðurin á lands-
stýrið um at leggja fyri
Løgtingið uppskot til løg-
tingslógir og ríkislógartil-
mæli
sum
endurskoða
lógarreglurnar um barna-
vernd,
rættartrygd
og
mannarættindi. Endamálið
við lógunum skal vera, at
vælferð barnanna verður
raðfest fram um alt annað,
at rættartrygd og manna-
rættindi verða tryggjað øll-
um borgarum, og at skip-
anin skal tæna børnunum
og borgarunum, og ikki
øvugt.
Grundin til, at Álvur
Kirke hevur lagt uppskotið
fyri tingið, er, at hann hevur
kunnleika um fleiri mál,
har rættartrygdin hjá børn-
um hvørs pápi eitt nú
verður lagdur undir at hava
framt siðamisbrot, hevur
verið í vanda.
- Børnini eru alt ov illa
vard, tey verða í grundini
slept uppá fjall, meðan
barnavernd og onnur gera
alt fyri at jarðleggja pápan
eitt nú út frá einum lítlum
illgruna, hóast tað seinni
vísir seg, at viðkomandi er
ósekur, sigur Álvur Kirke.
Barnaverndarnevndirnar
hava næstan óavmarkað
vald, sigur tingmaðurin.
- Barnaverndarnevndir
gera løgregluarbeiði og
viðgera ósek fólk sum
kriminell, uttan at hesi
sleppa at verja seg fyri
einum
dómara.
Barna-
verndirnar avhoyra smá-
børn, manipulera við børn-
unum fyri at fáa ein ill-
tonktan niður við nakkan-
um. Er illgrunin har, skal
tann skuldsetti neglast.
Rættartrygdin verður tikin
frá ósekum fólki, og brot
verða framd á mannarætt-
indini. Sjálvsagt skal tann
seki finnast og eg siti ikki
inni við røttu loysnini,
hvussu tað skal gerast ella,
hvussu barnaverndir eiga at
arbeiða, men uttan mun til
tað, mugu ósek fólk verjast,
sigur Álvur Kirke.
Tað fær ongar avleiðing-
ar fyri fólk, sum bera ó-
sannindi fyri eini barna-
vernd, bert fyri at skaða ein
persón. Fleiri dømi eru um,
at mammur, sum vilja av-
marka sambandið millum
børn síni og pápa teirra
eftir ein hjúnaskilnað, finna
uppá lygisøgur fyri at taka
rættindini frá pápanum.
- Myndugleikarnir eiga at
arbeiða skjótari fyri at
finna út av, um skil er í eini
ákæru ella ikki. Fyribils
avgerð hjá eini barna-
verndarnevnd kann oyði-
leggja lívið hjá ósekum
menniskjum. Um onkur ber
fram ósannindi fyri eini
barnaverndarnevnd,
bert
fyri at skaða ein persón, so
fær hetta beinanvegin fylgj-
ur fyri viðkomandi persón,
men tann, sum ber fram
ósannindini, sleppur frá at
standa til svars fyri, hvat
hann ella hon hevur sagt. Í
mesta lagi er talan um eina
átalu, sigur Álvur Kirke.
Í nógvum málum eru
børnini tapararnir.
- Barnaverndir, hvørs
endamál fyrst og fremst er
at verja børnini, fara í
gongd við eitt mál uttan at
seta seg í samband við
løgregluna fyrst. Kanska
hava tær einki val, men
nógv dømi eru um, at ósek
líða undir slíkari framferð.
Tí eiga vit fyrst av øllum at
hyggja eftir skipanini og
spyrja, hvussu raðfestingin
eigur at verða. Endamálið
við hesum uppskotinum er
at lógir og reglugerðir
verða broyttar soleiðis, at
barnið, og rættartrygdin og
mannarættindini hjá við-
komandi
verða
raðfest
fyrst, og síðani alt annað.
Lógin eigur at tryggja, at
skipanin í framtíðini verður
til fyri borgaranna skyld, og
ikki øvugt, sigur Álvur
Kirke.
Málið er beint í rættar-
nevndina.
Bensinstøðirnar
kring landið fara í
næstum at fáa skelti
sett upp, soleiðis at
kundarnir kunnu
síggja prísirnar á
brennievni, longu
áðrenn teir eru við
pumpurnar
SKELTI
Heri á Rógvi
Fólk, ið havi vitjað uttan-
lands, kenna sjónina av
skeltum
uttanfyri
eina
bensinstøð, har brenni-
evnisprísirnir standa skriv-
aðir á. Hetta verður m.a.
gjørt fyri, at kundarnir
kunnu
kenna
prísirnir,
áðrenn teir standa við
pumpurnar. Á henda hátt
hava
kundarnir
eisini
møguleikan at meta hvørt
prísurin á brennievni er
nakað, sum teir kundu
hugsað sær at goldið fyri,
ella teir vilja leita aðrar
leiðir.
Tað er í samráð við
Kappingarráðið, at farið
verður undir hetta átakið.
Hetta verður gjørt fyri at
tryggja mest møgulig og
rættvísa kapping á økinum.
Niels Juul Nattestad,
stjóri fyri Statoil, sigur, at
teir fara undir at seta skelti
upp á støðunum kring
landið í nærmastu framtíð.
Hann greiðir frá, at tað
var Kappingarráðið, sum
kom við boðunum um, at
nú skuldu skelti setast upp.
Hetta høvdu teir sum so
einki ímóti, og teir fyrireika
í løtuni at seta skeltini upp.
Tað verður væntandi eina-
ferð í november, at skeltini
fara at gera innrás kring
landið.
Eisini Føroya Shell ætlar
at seta skelti upp í næstum.
Hákun Djurhuus, stjóri fyri
Føroya Shell, greiðir frá, at
teir í løtuni arbeiða við
málinum. Teir hava funnið
tey røttu skeltini, og nú
manglar bara at fáa alt tað
praktiska upp á pláss.
Hvussu hetta fer at ávirka
marknaðin er ikki gott at
vita, men í øllum førum
mugu fólk venja seg við
sjónina.
Kappingarráðið
hevur
sett 1. november, sum dag-
in, tá skeltini skulu verða
sett upp.
Børn ov illa vard
Barnaverndir fara í gongd við eitt mál uttan at seta seg í
samband við løgregluna fyrst. Nógv dømi eru um, at ósek líða
undir slíkari framferð, sigur Álvur Kirke, tingmaður fyri
Miðflokkin
Bensinstøðirnar fáa nýggj skelti
Bensinstøðirnar kring landið fara at fáa skelti sett upp í næstum, har prísirnir á brennievni
koma at standa á.
C
M
Y
K
3
2
Internet