Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 202 - 19. oktober 2001 Nr. 202 - 19. oktober 2001 5 Undirritaði teknar seg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Navn: Bústaður: Postnr.: Bygd/býur: Undirskrift: Arbeiðsleysur: Jákup er liðugur í Herfølge Ítróttur, s. 13–28 Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00 Dansurin gekk so lystiliga í Havn síða 4 Fyrstur við tí seinasta 5 ferðir um vikuna Ja! Sjálvandi vil eg halda Sosialin Ókeypis Verður sent ópostað Sosialurin rindar postgjaldið 64 Postsmoga 76 110 Tórshavn Føroya Tele hevur valt at kæra avgerðina hjá Føroya Tele, um ikki at loyva teimum eina avsláttarskipan. Kall hevur í løtuni eina virkandi avsláttarskipan, men tað hevur ikki eydnast Føroya Tele at fingið eina líknandi skipan góðkenda. Fjarskiftiseftirlitið vísir á, at teir ikki hava nóg mikið av upplýsingum FJARSKIFTI Heri á Rógvi Tað var mikudagin hin 5. september, at tað stóð at lesa í Sosialinum um, at Vinnumálastýrið hevði skift fastnetveitara frá Før- oya Tele til Kall. Orsøkin var, at Kall kundi bjóða avsláttur til Vinnumála- stýrið uppá fastnettænastur. Hetta kundu og kunna teir, tí teir hava eina góðkenda avsláttarskipan. Føroya Tele hinvegin hevur onga góðkenda avsláttarskipan, og hetta merkir, at teir ikki kunnu geva einari fyritøku eitt tilboð, sum gevur fyritøkuni avsláttur uppá nøkur prosent yvir samlaðu nýtsluna. Tað er Fjar- skiftiseftirlitið, sum skal geva loyvi til eina av- sláttarskipan. Teir hava givið Kall loyvi til hetta, men teir meta ikki, at Føroya Tele kann fáa eina góðkenda avsláttarskipan sum nú er. Síðani Kall byrjaði við avsláttarskip- anum, so hava teir megnað at fingið fleiri nýggjar vinnukundar, og seinastu tíðina hava eisini privatu kundarnir merkt, at Kall hevur eina góðkenda avsláttarskipan. Kært Málið um avsláttarskip- aninar hevur koyrt í longri tíð. Fleiri ferðir hevur Føroya Tele roynt at søkt, men higartil hevur Fjar- skiftiseftirlitið ikki valt at eftirlíka umbønina um at fáa góðkent eina avslátt- arskipan. Fyrsta hæddarpunktið í søguni kom, tá Føroya Tele hin 12. juni móttók eitt skriv frá Fjarskiftiseftirlit- inum, har teir góvu greið boð um, at Føroya Tele ikki hevði heimild til at bjóða Vinnumálastýrinum eina avsláttarskipan, tá Føroya Tele longu hevði gjørt hetta. Hetta gav tað úrslit, at Føroya Tele ikki kundi veita eitt slag av einum hópavsláttri til Vinnumála- stýrið. Tað eru sjálvandi onnur enn Vinnumála- stýrið, sum eisini fingið tilboð um at skifta veitara við avsláttri sum høvuðs- grundarlag. Síðani tá hava Føroya Tele og Fjarskiftiseftirlitið spælt bóltin eitt sindur aftur og fram. Nú er málið komið so mikið langt, at Føroya Tele hevur valt at kæra avgerðina hjá Fjarskiftis- eftirlitinum til Kærunevnd- ina í fjarskiftismálum, sum síðani skal taka støðu í málinum. Tað skal havast í huga, at møguleiki er fyri at reisa málið í rættinum eftir at kærunevndin hevur gjørt teirra niðurstøðu. Tað var tann 17. sep- tember, at advokaturin hjá Føroya Tele, Magnus S. Petersen, í skrivi til Kæru- nevndina, kærdi avgerðina um at ikki at loyva Føroya Tele eina avsláttarskipan. Argumentini Í áðurnevndu kæruni stend- ur at lesa, at Føroya Tele setir spurnartekin við heimildirnar hjá Fjar- skiftiseftirlitinum at góð- kenna avsláttarskipanir. Eisini verður víst á, at av- gerðin um ikki at góðkenna avsláttarskipanina, ikki er gildug. Avgerðin ella rættari sagt niðurstøðan, sum sipar verður til, er ein ávegis niðurstøða – avgerð, sum Fjarskiftiseftirlitið sendi Føroya Tele hin 7. september. Í tí skrivinum stendur at lesa: "...at, FSE (Fjar- skiftiseftirlitið, blðm.) ikki á verandi grundarlagið kann góðkenna avsláttar- skipanina, vegna væntandi innlit í, hvørt meginregl- urnar verða hildnar og óvissa er um árini av ávsláttrunum. Henda óviss- an kann eisini seta enda- málið við lógini í vanda, tíðliga í gongdini við at frælsgera føroyska fjar- skiftismarknaðin." Í sama skrivi stendur eisini at lesa, at Føroya Tele verður álagt at veita Fjar- skiftiseftirlitinum fleiri roknskaparligar upplýsing- ar. Við hesum leggur Fjarskiftiseftirlitið eisini eina ávísa linju um, hvussu roknskapir skulu skipast. Høvuðsargumentið hjá Fjarskiftiseftirlitinum er, at teir ikki hava fingið nógmikið av upplýsingum, og harvið ikki kunnu annað at standa við sína avgerð. Jógvan Thomsen stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum vísir á, at teir ikki hava annnað í at velja eftir virkandi lóg- gávu. Hann vísir, at teir fyrst og fremst við vilja tryggja frælsgeringina av føroyska Fjarskiftismarkn- aðinum. Tvey ára gamlar rokningar sendar út Føroya Tele hevur sent fleiri av teirra kund- um rokningar fyri internet- tænastur. Tað er serliga við hes- um er, at tær eru tvey ára gamlar ROKNINGAR Heri á Rógvi 500 kundar hjá Føroya Tele fingu fyri stuttari tíð síðani eitt bræv sendandi frá Føroya Tele. Við rokningunum var eisini eitt lítið skriv, har tað stóð: "Av ymiskum orsøkum eru rokningarnar fyri navnaøki v.m. ikki sendar út fyrr enn nú." Hetta kundi kanska ljóða sum um, at teir sendu rokningar, sum kanska vóru ein mán- að ella tveir gamlar, men tað eru væl eldri enn so. Kundarnir hjá Føroya Tele hava nevniliga fingið upp- krav uppá stovning og mánaðargjald fyri navnaøki og web- hotel fyri so langt afturi sum fyri tveim- um árum síðani til dagin í dag. Hetta fekk eisini nógv at rakna við, og fleiri gjørdust beinleiðis í øðini, tá tey móttóku rokningarnar. Avsláttarskipaninar í kærunevnd Føroya Tele hevur kært avgerðina hjá Fjarskiftiseftirlitinum, um ikki at loyva teimum eina avsláttarskipan. Eisini seta teir spurnartekin við heimildirnar hjá Fjarskiftiseftirlitinum C M Y K 5 4