Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. oktober 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 202 - 19. oktober 2001 Nr. 202 - 19. oktober 2001 7 Klaksvíkar býráð hevur fleiri umsóknir frá fyritøkum, sum vilja byggja á ídnaðarøkinum á Borðoyarvík. Býráðið fer í næstum at gera av, hvat skal gerast á hesum økinum ÍDNAÐUR Stefan í Skorini KLAKSVÍK: Uppi við Borðoyarvík liggur eitt stórt øki, sum er klárt at byggja á. Bíðað verður bara eftir at býráðið ger av, hvat skal fara fram á økinum, og hvør sleppur framat. Karl Heri Joensen, for- maður í teknisku nevnd í býráðnum, sigur, at millum 6 og 8 fyritøkur hava søkt um at fáa eitt grundstykki á ídnaðarøkinum. Bara fýra stykki eru eftir at berjast um, so allar fyritøkurnar fáa ikki tað, tær ætlaðu. Tvey stykki eru longu seld til fyritøkur, sum enn ikki hava tikið tey í nýstlu, meðan ein bygning- ur við bilasølu og verkstaði stendur uppi. Tað eru fyritøkurnar Elmar Zacha- riasen og Mallco, ið hava ognað sær stykki á ídnað- arøkinum, men enn er einki byggivirksemi farið í gongd hjá teimum. Tað er tí eingin ivi um, at vinnulívið hevur stóran áhuga í hesum økinum, og at fyritøkur hava tørv á plássi at byggja út. Fundur verður um hesi viðurskifti skjótt, og tær fyritøkur, ið hava sent bý- ráðnum umsókn, kunnu tí- skil vænta sær svar rætti- liga skjótt. Kari Heri sigur, at bý- ráðið fer at taka býarætl- anina sum heild til viðgerð- ar, og tað skal eisini stað- festa meira nágreiniliga, hvat gerast skal á økinum. Trongligt er á vestaru kai í Klaksvík. Tí skulu ørindaleysir førarar í framtíðini halda seg burtur haðani FERÐSLA Stefan í Skorini KLAKSVÍK: Tekniska nevnd hjá Klaksvíkar býráð hevur umrøtt ferðsluviður- skifti á vestaru kai. Fyritøk- urnar á staðnum hava leingi havt trupulleikar við nógvari ferðslu, sum ikki hevur nøkur ørindi á økinum. Sera trongligt er á bryggjuni, og nógv tung ferðsla er eisini har hvønn dag. Tí er tað til stóran ampa, tá fleiri óviðkomandi fólk leita sær oman á hetta økið. Hetta skal steðgast. Tí hevur tekniska nevnd mælt til at seta avmarkingar, so at bara fólk við arbeiðs- ørindum sleppa at ferðast har framyvir. Hetta skal gerast við at seta skelti upp, sum siga frá, at her er bara arbeiðskoyring loyvd. Karl Heri Joensen, for- maður í teknisku nevnd, sigur, at hetta skal gerast í samráð við fyritøkurnar, sum halda til har, og at tær skulu vera við at taka av- gerð um, hvar hesi skeltini skulu vera. Nevndin hevði hugsað sær, at tað eina skelti var við omankoyringina beint norðanfyri Trol- og Snøris- virki. Hitt skuldi vera við virkið hjá Anthonius, so at óviðkomandi ferðsla ikki slapp at koyra norðanfyri frystivirkið. Tá hesi skelti eru sett upp, er tað ólógligt at koyra á hesum økinum, uttan tú hevur ávís ørindi. Løgreglan kann geva bót fyri slíka koying. Býráðið skal taka støðu í hesum málinum á fundi í hesi vikuni, og tað verður helst sett í verk beinan- vegin. Tornið í svimjihøllini í Klaksvík er tikið niður. Svimjihøllin stendur fyri stórum umvælingum, og klaksvíkingar sleppa ikki at svimja aftur fyrr enn til várs SVIMJIHØLLIN Stefan í Skorini KLAKSVÍK: Arbeiðs- menn hjá byggifelagnum Kanjon hava tikið stóra tornið í svimjihøllini í Klaksvík niður. Tað er so- statt ein býarmynd í Klaks- vík, sum nú er horvin. Svimjihøllin hevur verið stongd síðan 16. juli í summar, og hon letur vænt- andi uppaftur einaferð í vár. Tað verður tó ikki greitt fyrr enn einaferð í desember mánaði, nær høllin letur uppaftur. Høllin er í ringum standi, og tí var neyðugt við eini stórari umvæling. Høllin verður eisini partvís um- bygd. Vippurnar, sum vóru í torninum, skulu eftir øllum at døma burtur, tí tær verða ikki nógv nýttar av teimum vitjandi. Ístaðin er ætlanin at gera eina stóra skreiðibreyt í sunnara end- anum av høllini. Hetta er ikki roynt í Føroyum áður, og tí er spennandi, hvussu hetta fer at rigga. Klaksvíkingar vóru ann- ars teir fyrstu í Føroyum at fáa sær eina innilokaða svimjihøll, men nú er hon so gomul, at hon krevur umvælingar. Stórur áhugi fyri ídnaðarøkinum Fleiri fyritøkur hava søkt býráðið um at byggja á hesum økinum, og tær kunnu nú vænta at fáa svar skjótt Vestara bryggja steingjast fyri ferðslu Hetta økið av vestaru kai verður stongt fyri almennari ferðslu framyvir, um tekniska og havnarnevnd fáa sín vilja Tornið tikið niður Tornið er burtur. Svimjihøllin stendur fyri stórum umvælingum, og tí er tornið tikið niður Óvist er, hvat úrslitið av samráðingunum millum Føroya Handverkarafelag og Handverksmeistarafela gið verður. Handverkararnir krevja størri lønarhækkan, enn meistararnir vilja lata SAMRÁÐINGAR Stefan í Skorini Nú á middegi hósdagin hava feløgini hjá handverk- arum og handverksmeistar- um verið við samráðing- arborðið í 48 tímar. Tí kravdu semingsmenninir, John Rajani og Súni Schwarts Jacobsen, at okk- urt úrslit skuldi spyrjast burturúr. Feløgini fingu eina freist til hósdagin á middegi at svara semings- monnunum, so teir kundu staðfesta, um nøkur loysn kann finnast. Handverksmeistararnir góðtóku eitt uppskot, ið varð lagt fyri partarnar á middegi mikudagin, men handverkararnir vrakaðu hetta semingsuppskotið. Semingsmenninir hava ikki lagt nakað nýtt sem- ingsuppskot fyri partarnar, men hava síðani arbeitt víðari fyri at vita, um nakað grundarlag er fyri at samráðast. Sum vanligt er við sátt- málasamráðingar er tað lønin, sum liggur í buktini. Meistararnir vilja ikki lata eins stóra lønarhækkan, sum handverkararnir fegnir vilja hava. Um samráðing- arnar slitnaðu hósdagin kann væntast, at arbeiðs- steðgur verður settur í verk. Lønin liggur í buktini Tað líkist púra ong- um, at tingmenn fara at viðgera ein al- mennan tænastu- mann á røðarapallin- um, sum gjørt varð mikudagin, tá ávísur persónur varð lagdur undir korruptión, sigur landstýrismað- urin, sum varðar av málinum TINGVIÐGERÐ Edvard Joensen Tað er langt úti, at ávísur yvirlækni, sum arbeiðir við gransking í Føroyum, av tingsins røðarapalli verður lagdur undir korruptión og at vera ein fløskuhálsur í føroyskari gransking, sigur Sámal Petur í Grund, lands- týrismaður. Hóast einki navn varð nevnt, var adressan av røðarapallinum ikki til at fara skeiv av. Í samband við munnligan fyrispurning frá Kristiani Magnussen, løgtingsmanni, til Sámal Petur í Grund, landstýrismann, um hvussu gongur við lógaruppskot- inum um ílegugransking, endaði tað við, at yvir- læknin, sum stendur fyri lógararbeiðinum, varð til viðgerðar. Hóast einki navn varð nevnt, er tó eingin ivi um, at talan er um yvirlæknan á Deildini Fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Pál Weihe. Maðurin varð av tingsins røðarapalli sagdur at vera ein fløskuhálsur í føroysk- ari gransking. Eisini varð havt frammi, at hann ikki er gegnigur til at gera slíkt arbeiði, tí hann sjálvur hev- ur samband við útlendsk felag, sum er áhugað í før- oyskari ílegugransking (gengransking). Í hesum sambandi brúkti ein løg- tingsmaður orðið korrup- tión. Púra misskilt Sámal Petur í Grund, land- stýrismaður við almanna- og heilsumálum, heldur,at tingmenn púra høvdu mis- skilt, hvat málið snúði seg um. Teir viðgjørdu ein em- bætismann, og tað er langt úti, sigur hann. Talan var um, at Kristian Magnussen, løgtingsmaður, hevði spurt landstýris- mannin um, hvussu tað gekk við lógaruppskotinum um ílegugransking í Før- oyum. Og í hesum sam- bandi fleyt yvir hjá summ- um tingfólkum, sum fóru at viðgera mannin, sum stend- ur fyri lógararbeiðinum. Tað er soleiðis, sigur Sámal Petur í Grund, at ar- beitt hevur verið við lógar- uppskoti um ílegugransk- ing í Føroyum. Til at taka sær av tí fakliga hevur hann heitt á Pál Weihe, yvir- lækna, sum hann metir hava betri førleika enn aðrir embætismenn undir Al- manna- og Heilsumálastýr- inum. Júst tí maðurin í sín- um dagliga arbeiði í fleiri ár hevur fingist við gransk- ing. Granskingarlóg Tað, sum gerast skuldi, var eitt lógarverk, sum skal halda skil á, hvør skal sleppa at granska í før- oyskum ílegum. Tað er nevniliga sera viðbrekið evni, og kann ikki latast hvørjum sum helst, sigur Sámal Petur í Grund. Ætlanin er at gera ein stovn, sum skal geva loyvi til gransking og umsita tey loyvi, sum givin verða. Hetta er stórarbeiði at fara undir, tí ongastaðni er nak- að tilfar at skriva av. Pál Weihe, yvirlækni, hevur so verið líkasum primus motor í hesum, upp- lýsir Sámal Petur í Grund, landstýrismaður. At sami yvirlækni hevur havt samband við út- lendskan granskingarstovn, er so fallið summum løg- tingslimum fyri bróstið, tí tey halda, at tað er hann, sum skal geva loyvini. Men tað er ikki rætt, sigur land- stýrismaðurin, tí tað er jú tann stovnurin, sum tosað er um, ið skal geva hesi loyvini. Eisini hevur verið fýst á, at tað gongur ov seint við at koma í gongd. Víst hevur verið á, at fleiri feløg og einstaklingar hava bíðað eftir svari fyri at sleppa at granska í Føroyum, men hava einki loyvi fingið. Hetta leggja summi ting- fólk út soleiðis, at tað er yvirlæknin, sum liggur í buktini, tí hann er áhugaður í, at »hansara« granskingar- samband uttanlands skal fáa loyvið. –Tað er tað reina tvætl, sigur Sámal Petur í Grund, landstýrismaður. Grundin til, at einki loyvi er givið, er tann, at eg sum politiskur myndugleiki ikki vil geva loyvi, fyrr enn lógarverkið er komið upp á pláss. Júst fyri at sleppa undan slíkum tápuligum tosi, sum tað í tinginum mikudagin. Um sjálvt lógararbeiðið sigur landstýrismaðurin, at ráuppskotið hevur verið til hoyringar, og eitt endaligt uppskot verður skrivað og lagt fyri tingið rættiliga skjótt. Pál Weihe, yvirlækni, vil iki gera viðmerkingar til málið. Skilaleys viðgerð Ein munnligur fyrispurn- ingur frá Kristiani Magnus- sen, løgtingsmanni, endaði við, at løgtingsmenn av røðarapallinum fóru at við- gera ein almennan embætismann Tilvildarlig savnsmynd úr Løginginum Nú løgtingsvalið nærkast, eru ymsu politisku flokkarnir farnir undir uppstill- ingarfundirnar. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevði fyrsta fundin miku- kvøldið UPPSTILLING Edvard Joensen Suðurstreymoyar Javnaðar- felag hevði fyrsta upp- stillingarfund til løgtings- valið mikukvøldið. Nakað av fólki var á fundi, og ein bruttolisti varð gjørdur. Sum vanligt plagar at vera, var fundurin kanska líka nógv ein uppsamling- arfundur sum ein uppstill- ingarfundur, sigur Elspa Olsen, formaður í Suður- streymoyar Javnaðarfelag. Roynt var at finna fram til fólk, sum vilja vera á val- listanum til løgtingsvalið. Tað kunnu vera í minsta lagi 11 fólk á vallistanum í Suðurstreymoyar valdømi, og tað ætlar felagið at hava, sigur Elspa Olsen. Tað er heldur eingin trupulleiki at finna tey fólkini, sigur hon. Fleiri eru, sum hava gjørt vart við av sínum ein- tingum, at tey vilja sleppa á listan, meðan onnur eru, sum heitt verður á. Elspa Olsen sigur, at á fundinum mikukvøldið varð støðið tikið í listanum frá seinasta vali og funnið fram til, um onkur av teim- um, sum tá var uppstillaður, hevði hug at royna aftur. Onkur er, sigur hon. Til dømis Katrin Dahl Jacob- sen og Kristian Magnussen, løgtingsmenn, hava boðað frá, at tey stilla uppaftur. Eisini er møguleiki fyri, at onkur býrðáðslimur úr Havn hevur hug at standa á løgtingsvallistanum. –Tað hevur annars ikki verið vanligt, sigur Elspa Olsen, formaður í Suður- streymoyar Javnaðarfelag. Hinvegin sigur hon, at sum er, er ikki líkt til nakra óvæntaða uppstilling so- leiðis at skilja, at kanska onkur kendur politikari aðrastaðni frá hevur hug at skifta flokk ella nakað sovorðið. Heldur ikki var líkt til á fyrsta fundinum, at nakar, sum fyrr hevur verið uppi í politikki, hevur hug at gera »come back«. Nú verður so arbeitt víð- ari við tí fyribils listanum, sum gjørdur varð. Annar uppstillingarfundur verður einaferð í november, sigur Eslpa Olsen, og er ætlanin hjá Suðurstreymoyar Javn- aðarfelag at vera liðugt við endaligu uppstillingina í hesum árinum. Valið nærkast Uppstillingarfundirnir til løgtingsvalið eru byrjaðir. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevði fyrsta fundin mikukvøldið Savnsmynd frá landsfundi hjá Javnaðarflokkinum C M Y K 7 6