mikudagur 24. juni 2009síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stóra summarkappingin hjá Sosialinum
Send inn og vinn nógvar flottar vinningar
Summarkappingin '09
VINN FERÐASEÐLAR
Tel 34 10 00
atlantic.fo
Melda teg til Club Atlantic og
og fá sertilboð sendandi við telduposti
Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur
og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Melda til á: www.atlantic.fo
Stavanger hevur ikki altíð verið
ein oljubýur, langt frá tí. Í gomlum
døgum var Stavanger tætt tengt
at sjónum, sum so mangir aðrir
strandabýir.
Kendi Geiranger fjmørðurin, sum
er 30 fjórðingar langur og heilar 700
metrar djúpur, var fyrr eitt gullnám
av sild, og eingin dugdi at ímynda
sær annað livibreyð enn tað. Men
sum kunnugt fekk tað ein enda,
og Geiranger fjørðurin er nú eitt av
mest vitjaðu ferðamannamálunum í
Noregi.
Stavanger hevði eisini sítt gullnám
í sjónum. Men her var talan um
brisling. Gamla hermetikkfabrikkin er
varðveitt og umbygd til museum, og
til ber at fylgja framleiðsluni heilt frá
brislingurin kemur inn á fabrikkina,
til hann er latin í konservesdósir.
Eitt annað serstakliga áhugavert
við hesum museuminum er leiðarin.
Hann er breti, og umvegis afrikansku
oyðimørkina endaði hann í
Stavanger sum museumsleiðari.
Hann livdi sum granskari í fleiri
ár í Afrika, og har hitti hann norska
kvinnu sum síðani skuldi gerast
kona hansara. Nú arbeiðir hann
so á Norsk Hermetikkmuseum, har
hann við stórari vitan greiðir frá um
brislingaframleiðslu.
Vit venda aftur til Norsk
Hermetikkmuseum í einum seinni
blað.
Eitt av spildurnýggju og slóðbrótandi
museunum í Stavanger er Viten
fabrikken, sum læt upp í mai 2008.
Ein av hornasteinunum í nýggja
museuminum er eitt planetarium
við plássi fyri 60 áskoðarar. Eitt
planetarium er eitt kupilformað
rúm, sum verður nýtt at vísa, hvussu
rúmdin sær út og at vísa fullkomnar
surround filmar. Planetariið hevur
fremstu atkomiligu tøknina, og er
eitt av heilt fáum í heiminum á so
høgum støði.
Altjóða gransking vísir eisini á
astronomi sum ein týðandi hátt
at fremja áhugan hjá børnum og
ungum fyri fakáhugamálum.
Museumið lærir á ein
áhugaverdan og aktivan hátt um
ymiskt fysiologiskt og tøkniligt. Eitt
nú ber til at royna reaktiónsevnini
við blunkandi ljósum. Tú kanst stýra
einum skipi við ljósmegi. Tú kanst
royna tín logiska sans við at seta ein
yvirvaksnan stól saman.
Møguleikarnir eru mangir, og tú
fær lættliga nakrar tímar at ganga
inni í Vitenfabrikken. Eisini sum
vaksin.
Tað, sum er serliga áhugavert við
einari vitjan í Vitenfabrikken er, at
tú sleppur at nerta við alt. Vanliga
er tað »fingrarnar burtur« á einum
museum, men her er tað beint øvugt.
»Nem við« eru eggjandi boðini.
Vika 25:
Leiðin til London
8 síður við spenn
andi tilfari um
summar
Vitenfabrikken
Ein av avbjóðingunum á Vitenfabrikken er, at
tú kanst royna tíni konsentratiónsevni. Bert
við viljamegi ber til at trilla ein bólt burtur frá
tær – og í tveimum royndum, vit vóru vitni til,
vann gentan!
Norsk Hermetikkmuseum
Gamla brislingafabrikkin er umgjørd til museum,
har tú kanst uppliva alla framleiðsluna frá tí
brislingurin kemur inn, til hann liggur í laka í
konservesdósunum