mikudagur 24. juni 2009síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 118 • 24. juni 2009
2
Tað var lítið menn
iskjansligt yvir upp
havsmanninum
til Helnan Phønix
Hotel. Hann var
ein tyrannur, sum
fór illa við bæði
trælum, bøndrum
og sjálvt sínari egnu
konu. Men tað er
einki við søguliga
og hugnaliga
hotellinum, sum á
nakran hátt gevur
ábendingar um,
at hotellið í sínari
tíð hýsti trælum í
kjallaranum
Tá Brigader William von Halling í
1770 kom heim aftur úr India, hevði
hann við sær bæði ríkidømi og trælir.
Hann var ein plága fyri grannalagið
og fór ógvuliga illa við bæði trælum
og bøndrum – ja, sjálvt hansara
egna kona fekk av at vita.
Hann keypti sær heitið Brigader
og keypti seg eisini seinni til aðal
heiti. Kostnaðurin var so høgur,
at Danmarks kongur fyri peningin
kundi steinseta Kongens Nytorv í
Keypmannahavn.
Brigaderurin gjørdi av, hvørjum
bøndir hansara skuldu gifta seg
við, og hann kravdi sjálvur at halda
brúðarnáttina saman við brúðurini.
Hetta førdi til, at fleiri drápsroyndir
vórðu framdar móti honum, og tá
hann endiliga doyði, streymaðu
bøndir til jarðarferðina at vissa sær,
at hann veruliga var deyður.
Men áðrenn tað – í 1783 – bygdi
hann sær bústað í Aalborg á tí
staðnum, sum nú eitur Brigader
Hallings Palæ. Palæ’ið er í dag friðað
í A-flokkinum.
* * *
Í 1853 varð Brigader Hallings
Palæ inrættað til Hotel Phønix –
Aalborg. Hotellið er uppkallað eftir
heilaga »Fuglinum Phønix», ein
undurfuglur, sum stóð upp aftur
eftir ein eldsbruna í Sóltemplinum
í Heliopolis, fyri síðani at rýma úr
Egyptalandi.
Hotel Phønix hevur gjøgnum
tíðina havt stóran týdning fyri
søguna hjá Aalborg. Hotellið hevur
verið karmur um nógvar týðandi
hendingar, eins og fleiri statsleiðarar
og aðrir kendisar hava verið gestir
á hotellinum. Hotellið er drivið
víðari við Brigader Hallings Palæ
sum væl varðveitti kjarnin, við
mongum virðismiklum listaverkum
frá teirri tíðini, eins og fleiri av
vøkru hallunum á hotellinum eru
nevnd eftir honum. Hotellið hevur
eisini latið Historisk Museum og
Kunstakademinum fleiri virðismiklar
lutir.
Júst 200 ár eftir, at Brigader
Halling bygdi sítt palæ, varð tað
yvirtikið av Helnan International
Hotel, sum er stovnað av stjóranum,
Enan Galaly. Hann varð føddur í
Heliopolis, har »Fuglurin Phønix«
reis upp.
Slagorðið hjá Brigaderinum
var »Forward«, og tað er aftur
tikið í nýtslu. Hotellið hevur fingið
umfatandi um- og útbygging, so tað
í dag er eitt fyrsta floks altjóða hotel
við framkomnum fasilitetum.
Hotellið er hitt størsta og
søguliga elsta í Aalborg við 210
rúmum, parkeringsplássi, veitslu- og
fundarrúmum umframt matstovu og
barr. Eisini hevur hotellið Wellness
deild og svimmingpool.
Søga og hugni hond í hond