Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 25. juni 2009 15 »This is the moment when we must come together to save this planet. Let us resolve that we will not leave our children a world where the oceans rise and famine spreads and terrible storms devastate our lands«. Vit prenta her røðuna, sum Páll á Reyna­ túvu, nevndarfor­maðurí SEV, helt  í samband við at samstarvsavtalan milllum SEV og DONG varð undirritað týsdagin G óða samkoma! Kære forsam­ ling og kære samarbejds­ partnere! Byrjunarorðini í røðuni, eru ikki míni, men tey hjá amerik­ anska forsetanum, Barack Obama, og tað er mín vón, at hettar verður rásin vit ríða eftir í komandi alheimstíðum. Hølini vit í dag sita í, hava rúmað manga byltingina í Føroya Søgu. Her eru stórir og vónbjartir tankar hugsaðir fyri land og fólk. Her eru stríð vunnin, og her hava baksláttir verið eftirmettir og saðla hevur verið av nýggjum. Gjøgnum øldir hevur føroyska samfelagið liva í, og gjøgnum hettar um­­hvørvið. Og tí kennist tað eyð­sýnt at ein so stórur og týdn­ing­armikil dagur, sum hesin tá samstarvsavtalan millum DONG og SEV, um framtíðar samstarv, innan heimsins mest dagssettu økir, vitjar so avger­andi og søguríkan stað sum henda, Kirkjubø. Øll tíðarinnar samtíð hevur havt vónir um at mynda, skapa og menna nútíðina og fram­ tíðina við. Men ongantíð hava tekinini verið so greið til manna­ ættina, um at náttúru­givna til­ feingið er avmarkað, og at ábyrgdin fyri inntrivum er størri enn nakrantíð, í royndini at tryggja børnum okkara á leið somu livimøguleikar sum vit fingu í vøggugávu. Tann ábyrgdin liggur hjá okkum í dag, og ikki í morgin. Siðaskifti er byrjað og tíðin er komin at steðga á, og reflekt­ era um hvussu vit á skynsam­ asta hátt tryggja samfelagnum eina orkumenning, sum virðir okkara varandi náttúru og umhvørvisarv. Uttan mun til hvussu avgjørd vit eru ella ei, so eru ábendingarnar greiðar. Verandi troyting av náttúrutil­ feinginum, kann ikki halda áfram. Og einki er meira natúr­ ligt enn at vit føroyingar, ogna okkum hugburðin í orðunum hjá Barack Obama, tí vit eru náttúrunar fólk burturav, her mitt í atlantshavinum. Hettar er ein stórur dagur, nú SEV saðlar sær gangaran og ríður út í stóru verð. Tí í roynd og veru er ein ongantíð ov lítil at taka ábyrgd, og hettar menn­ ingarsamstarvið við DONG, er eisini ein roynd at styrkja um ábyrgdarkensluna hjá føroysku tjóðini, móti sær sjálvari og móti alheiminum. Uttan mun til hvønn politiskan habitus vit hava, so er tað tjóðarbygging vit í dag leggja lunnar undir, og tí eru karmarnir her í Kirkjubø so væl valdir, sum til ber. Eg meti samstarvssáttmálan millum SEV og DONG, at rúma stórar møguleikar fyri okkara samfelag, og vónin er at samstarvsúrslitini speglast á báðar partar. Leiðslan í SEV, eigur stórt rós uppiborið fyri væla fyri­ reikandi arbeiði, og nýggja og djarva nevndin í SEV somu­ leiðis, fyri at stuðla leiðsluni í arbeiðinum. Kære samarbejdspartnere! Det er mit håb at dette pro­jekt­ fælleskab mellem SEV og DONG, vil afspejle resultat­er for begge samarbejdende parter. Det er ligeledes mit håb, at den viden der udvindes i aftal­en, kan bidrage til og styrke visionen om en global ind­sats for bæredygtighed i verden. Fremtiden ligger lige om hjørnet og Obamas ord forpligt­ er. Færøerne er natur, og vi lever i den og af den, hver eneste dag. Derfor er global ansvarlighed, ikke et spørgsmål om størrelse, men et spørgsmål om gørelse. Disse lokaler her i Kirkubø, rummer milepæle i færøsk historie. Det er mit håb at smarbejdsaftalen mellem SEV og Dong kan udvikle sig til at blive endnu en. SEV í samstarvi um varandi orku Tíðargreinin tíðargreinin Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í SEV Klaksvíkar kommuna fer nú undir at byggja nýtt røktarheim. Á býráðsfundinum týskvøldið 23. juni 2009 samtykti býráðið einmælt at søkja um landskassastuðul til at byggja nýtt ellis- og røktarheim í býnum, og skal hendan umsóknin vera inni áðrenn 1. juli í ár Eldraøkið Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Klaksvíkar kommuna fer nú undir at byggja nýtt ellis- og røktarheim. Tað varð sam­ tykt á býráðs­fund­inum týs­ kvøldið 23. Juni. Ætlanin er, at røktarheimið skal kunna hýsa 48 búfólk­um, skrivar Klaksvíkar komm­una á heimasíðu sínari. - Grundin til at vit valdu at byggja so stórt, er tann ovhonds stóri tørvurin á røktarheimsplássum, har serliga tann akutti tørvurin er stórur, sigur Elsebeth G. Hansen, forkvinna í sosialu nevnd, sum eisini staðfestir, at hesin tørvurin minkar ikki komandi næstu árini. Skapar nógv virksemi - Henda verkætlanin kemur at skapa nógv arbeiði í kommununi beinanvegin, so skjótt sum byggingin byrjar, greiðir Elsebeth G. Hansen frá. Um ætlanin verður gjøgn­ umførd at byggja røktarheim til 48 búfólk, so fer tað at geva arbeiði upp til 72 starvsfólk í røktar­heimi­ num. Her er talan um fastar og støðugar inntøkur, sum svarar til umleið 3 milliónir í kommunuskatti árliga. - Hendan samgongan valdi, at eldraøkið skuldi hava høga raðfesting, og skal henda verkætlanin síggjast í ljósinum av hes­um. Hendan verkætlanin skal eisini síggjast í ljósi­num av, at allir búskap­arfrøðingar eru samdir um, at tað er júst í ringum tíðum, at tað almenna skal gera íløgur, leggur Elsebeth G. Hansen dent á. Gongst sum ætlað, kemur nýggja ellis og røktarheimið at liggja væl fyri í fjøl­ bygdum øki í býnum við góðum útsýni hjá bú­­fólk­ unum. Eftir ætlan kemur nýggja røktarheimið at liggja vestaru megin vágna sunnan fyri Heimaru Kai. Atkomumøguleikarnir skulu vera av teim bestu, verður sagt av heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu. - Sum forkvinna í sosialu nevnd gleðist eg stórliga um, at alt býráðið atkvøddi fyri hesum uppskotinum, og er hetta ein styrki fyri hesa verkætlan, sigur Elsebeth G. Hansen. Nýtt røktarheim byggjast í Klaksvík