hósdagur 25. juni 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 119 - 25. juni 2009
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Kistan við Ingrid Mikk
elsen fer úr kapellinum
á Suðuroyar Sjúkrahúsi
í Vágs kirkju hósdagin
kl. 17. Jarðarferðin verð
ur úr Vágs kirkju fríggja
dagin kl. 13. Tey, ið
vilja minnast Ingrid,
kunnu lata Vágs kirkju
eina peningagávu, konta
í peningastovninum.
Ingrid Joensen, fødd
Anthoniussen í Froðba,
andaðist 23. juni á Lands
sjúkrahúsinum, 86 ára
gomul. Farið verður frá
kapellinum á Suðuroyar
sjúkrahúsi og í Tvøroyrar
kirkju fríggjadagin 26.
juni kl. 17. Jarðarferðin
verður sunnudagin 28.
juni kl. 13. Tey ið vilja
minnast Ingrid, kunnu
lata Tvøroyrar kirkju
eina peningagávu konta
í peningastovnunum.
Argrim Johansen, ætt
aður úr Miðvági andað
ist í Keypmannahavn
22. juni, 76 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður ætt, vinum og kenningum,
at kæra mamma, vermamma og omma okkara
Ingrid Mikkelsen
Vágur
andaðist mánadagin 22. juni, 72 ára gomul.
Kistan fer úr Kapellinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi
suður í Vágs kirkju tórsdagin kl. 17.00.
Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju
fríggjadagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Eileen, Ingun og Unn
Tey, ið ynskja at minnast Ingrid, kunnu lata eina peningagávu
til Vágs kirkju, konta í peningastovnunum.
Kaj Vilhelm
Meyer
Kaj Vilhelm Meyer var føddur á
Tvøroyri 7. mars 1929. Sum smá
drongur misti hann pápan ið sló
út vestanfyri Mykines.
14 ára gamal fór hann til skips.
Sjólívið dámdi honum væl, og
10 ár seinni fór hann á skipara
skúla. Í Havnini nam hann sær
ikki bert kunnleika, men har fann
hann eisini hana, ið var honum
ein trúføst kona ígjøgnum alt lív
ið Poula Oluffa. Tey giftust í
oktober mánað 1951 og settu
búgv á Tvøroyri.
Sjómanslívið var lív hansara,
og var hann við fiskiskipi bæði
við Føroyar, í Íslandi og í Grøn
landi. Í 1965 fór hann í danska
handilsflotan, har hann var í 20
ár fram til 1984.
Kaj var við, tá teir byrjaðu bil
støðina Bil á Tvøroyri, og mong
okkara minnast at hann koyrdi
lastbil har í fleiri ár eisini.
Børnini eru trý: Herfríð, ið býr
í Froðba, Vilhelm, ið býr í
Trongisvági, og Katrin, ið býr í
Keypmannahavn.
Abbabørnini
eru átta og fýra langabbabørn.
Nú Kaj er farin, minnast vit
hjúnini aftur á góðar og ríkar
løtur í heimi teirra. Har hava vit
mangan sitið væl. Hóast avstand
urin var langur millum Tvøroyri
og Oslo, so høvdu vit ofta sam
band við hvønn annan, og tað
hendi fleiri ferðir at hann vitjaði
okkum.
Kaj hevði áhuga fyri ítrótti, og
sjálvsagt lá fótbóltsliðið TB hon
um nær at hjarta. Hann var ein
íðin kirkjugangari, og tað seinnu
tíðina vitjaði hann javnan sam
komuna Vitnið í Hvalba.
Vit drýpa høvur í takksemi.
Gud vælsigni minnið eftir okkara
kæra Kaj. Gud vælsigni alla
familjuna.
Brynhild
Chr. Wasa
Brynhild Chr.Wasa var fødd í
Havnini 24. juni 1916. Foreldrini
vóru Anna og Vilhelm Tórs-heim.
20 ára gomul fór hon at arbeiða
á Reinsarínum í Tórsgøtu, sam
stundis sum hon nýtti frítíð sína
at hjálpa til í Frelsunarherinum.
Nevnast skal serstakliga, at tá
skótaarbeiðið byrjaði í juli mánað
í 1939, var hon fyrsti skótaleiðarin
saman við Poulu Olsen.
Í 1945 segði hon upp starv sítt
í Tórsgøtu og fór á offisersskúla
Frelsunarhersins í London.
Síðani bar leiðin til Íslands, har
hon byrjaði at arbeiða í samkomu
Frelsunarhersins á Ísafirði.
Hon var saman við Immu og
Oskari Jónssyni. Ein ungur norsk
ur offiserur var nýliga komin at
hjálpa til, navn hansara var Olaf
Wasa. Tað gekk ikki lang tíð, so
rann saman teirra millum, og 28.
oktober 1947 giftust tey í Havnini,
og vikuna aftaná fluttu tey til
Vágs og stovnaðu samkomuna
har 9. november.
Tíverri gjørdist Olaf sjúkur av
tuberklum eftir nøkur ár, og hann
var lagdur inn á sanatorium í
Noregi. Tá hann var frískur aftur,
hildu tey áfram í mong ár sum
samkomuleiðarar í Frelsunar
herinum. Tá samkoman í Vági
hevði 50 ára hátíðarhald í 1997,
vóru hjúnini og vitjaðu aftur har
og mintust aftur á gamlar dagar.
Brynhild hevur búð í nógv ár í
Tønsberg, men í 1998 flutti hon til
Sketsmo uttanfyri Lillestrøm, har
hon var ein trúfastur soldátur í sam
komuni. Tey síðstu árini var heilsan
ikki góð, og vit vitjaðu hana javn
an, og tað var altíð hugnaligt at
støkka inn á gólvið hjá henni.
Hóast aldurin var høgur, so var
minnið sera klárt heilt til hon
doyði.
Fyri okkum var tað altíð hugna
ligt at vera saman við henni, og
nú hon er farin inn í ævinleikan,
ynskja vit at Harrin skal skal
signa minnið og tey ið eftir sita.
Erik Lund
Eriksen
Erik Lund Eriksen var føddur í
Århus 20. november 1944. Sum
12 ára gamal kom hann til Før
oyar, tí pápi hansara, Hugo Erik
sen, hevði fingið starvið sum
stjóri í Balslevs Timburhandli.
Í 1964 fór familjan aftur til Dan
markar, men Erik var eftir, tí hann
var farin á skiparaskúla, har hann
tók skiparaprógv í 1965.
Í 1966 giftist hann við Gunn
vør, dóttur til Ingeborg og Sverra
Djurhuus. Tey settu búgv í Tórs
havn og fingu børnini Høgna,
Maiken og Sverra. Abbabørnini
eru 7.
Erik var sjómaður og sigldi
sum stýrimaður, og seinastu
nógvu árini sum skipari við donsk
um handilsskipum. Sum sjómaður
upplivdi hann nógv. Hann var
tvær ferðir við í skipsbroti. Fyrstu
ferð var, tá ið Blikur fórst í
Grønlandi, tá var hann bara 17 ár,
og fyri nøkrum árum síðani, tá
hann sigldi í Miðalhavinum við
donskum skipi. Seinnu árini var
hann við skipum hjá P/F Thor í
Hósvík.
Fyri 1½ ári síðani gjørdist
hann sjúkur, men kom rímiliga
væl fyri seg, men hann mátti tó
gevast at sigla. Tað nívdi hann
óivað, tí alskurin lá til sjógvin.
Í heiminum í Bóndabrekku 12
hevur ein mangan sitið væl og
notið gestablídni.
Síðst ein vitjaði heima, hittu vit
hann í miðbýnum. Eitt hugnaligt
prát fingu vit, og serstakliga minn
ast vit at Erik tosaði um trúgv sína
á Harran.
Tað var við Guds hjálp, at hann
var komin ígjøgnum, nú sjúkan
var har, og hann segði at framtíðina
hevði hann lagt í Harrans sterku
hendur.
1. mai tók Harrin hann til dýrd
sína. Vit biðja um at Jesus skal
vera hjá tykkum ið syrgja og
sakna. Friður verið við minni
hansara.
Erna og Njál
Minningarorð
At tíðarhvørnin melur minnir Ebba Mortensen sáli okkum um í frálíku yrking síni.
Vit, ið nú eru komin upp í árini, vita eisini at hon melur ógvuliga skjótt.
Lívið er virðismikið, og í Halgubók stendur, at fyri lív sítt gevur maður alt hann eigur.
Tað er so ymiskt sum lív menniskjans verður lagað, summi koma upp í høgan aldur, meðan onnur harafturímóti fara í besta aldri. Men eitt er
vist: Tað er hin Alvaldi ið gevur og tekur lív, og sjálvsagt boyggja vit okkum í virðing fyri honum.
Dagurin
24. juni. Jóansøka. Føðingardagur Jóhannes
Doyparans. Minningardagurin hjá halgimenn
um var vanliga deyðadagur teirra, men hjá
Johannes Doyparanum er tað føðingardagur
in, ið verður hildin, av tí at hann var heilagur
longu í móðurlívi.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum,
2. broytta útgáva 2008)
-har
tað hendir
103 ára føðingardagur
Leygardagin 27. juni verður Jacob V. Hansen
á Glyvrum 103 ár. Tey, ið ynskja at heilsa
upp á Jacob, eru vælkomin á Ellis- og
røktarheimið í Runavík eftir kl. 15.00.