Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 119 - 25. juni 2009 Søga verður skrivað, tá Føroya fremstu sangarar fara á pall saman við heimsins bestu tónleikarum í ítrottarhøllini á Hálsi 29. august. Gallakonsertin er endabrestur á Nashville.fo døgum, ið eisini umfata tónleikavinnudag og summarsendingina, „Søgur úr Nashvík“ á Rás 2. Tíðindaskriv   Nú 20 ár eru liðin, síðan fyrstu føroysku tónarnir vórðu innspældir í Nashville í USA, hevur oddamaðurin aftan fyri mongu Nashville- út­gávurnar, Jákup Zach­ arias­sen, gjørt av at markera sam­starvið við tiltakinum Nashville.fo.  Í hesum sambandi koma allar bestu tónleikararnir úr Nashville til Føroya at spæla á gallakonsert saman við føroyingum, ið hava inn­spælt fløgur í Nashville. Mill­um føroysku sang­ar­ar­ nar teljast  Alex Bærent­ sen, Linda Andrews, Hallur Joensen,  Regin Gutt­e­ sen,  Torkil Mørkøre, Kim Hansen, Gunnar Justinus­ sen,  Ólavur Høj­ gaard,  ­Magni Christian­ sen,  Sigrid Rasmusen, Bólk­urin 4, Lisa Frederiks­ berg, Svein Askeldsen og Theodor Petersen.   Tað er felagið AEL, American Euro Link, sum Petur H. Jacobsen og Jákup Zachariassen nýliga hava stovnað, sum skipar fyri stóra tiltakinum. Umframt gallakonsertina umfatar Nashville.fo ein tónleika­ vinnu­dag og seks summar­ sendingar á Rás2, ið fáa heitið „Søgur úr Nashvík.“ Virtuosar og heimstjørnur "Eg eri ómetaliga fegin um, at tónleikararnir úr Nash­ ville hava játtað at koma til Føroya at luttaka á Nashville.fo. Teir eru allir virtuosar á sínum ljóðføri og spæla dagliga við heim­ stjørnum," sigur Jákup Zachariassen og sipar til teir átta amerikonsku tón­ leik­a­rarnar, sum koma til Føroya at spæla til Nash­ ville.fo.    Av teimum átta kunnu nevnast Paul Leim, ið er mest brúkti studio trummu­ spælarin í Nashville. Hann hevur spælt trummur við  Shania Twain, Elvis Pres­ley, Peter Cetera, Lionel Ritchie og eini rúgvu av øðrum.  Hin í Føroyum so kendi upprunabassisturin í Toto, David Hungate, vitjar somuleiðis Føroyar á fyrsta sinni. Hungate hevur sein­ astu 25 árini búð í Nashville, har hann hevur arbeitt við  Dolly Parton, Bryan Adams og Olivia Newton- John. Heimsins kanska allar­ besti country guitar­ spælari,  Brent Mason,  er eisini við Dream Team- mann­ingini. Brent Mason er 14 ferðir kosin besti guitar­leikari í USA, og ongin guitarleikari í heim­ inum hevur spælt á fleiri fløgum enn Brent Mason. Fyri allar steel-guitar entusiastar verður talan um konga­vitjan, tá steel guitar­ spælarin yvir øllum steel guitarspælarum, Paul Franklin, stígur á føroyska jørð.  Hann hevur spælt við Sting, Dire Straits, Bar­ bara Streisand, Alan Jack­ son og mongum øð­rum. Hinir eru eisini allir tón­ leikarar í topp­klassa.  John­ Hobs,  Brian Sutton og­ Edgar Struble.  Tónleikavinnudagur Hósdagin 27. august verður skipað fyri einum stórum tó­n­lei­ka­vinnu­degi.  Ameri­ konsku tónleik­ar­ar­nir fara at hava fyri­lestrar og framførslur fyri luttakar­ unum. Fyrilestrarnir fara at snúgva seg um "The Nash­ ville Sound," hvat krevst fyri at klára seg sum yrkis­ tónleikara og "The Nashville Number system," ið er ein serligur háttur at lesa og skrivað nótar. Haraftrat fer føroyski produsarin, Óli Poulsen, at framleiða eitt lag saman við tónleikarunum úr Nashville. Ætlanin er at geva luttak­a­ runum innlit í, hvussu ein feskur sangur kann mennast frá fyrstu akkordini á kassa­ guitara, til hann fullfloygdur drønar gjøgnum hoytalararnar. Birgir Kruse verður orð­ stýrari á tónleika­vinnu­ degnum. ”Søgur úr Nashvík” - útvarp til fólkið Sum upplegg til galla­ konsertina og tónleika­ vinnudagin fer AEL somu­ leiðis at framleiða seks summarsendingar fyri Rás 2. Sendingin fær heitið ”Søgur úr Nashvík,” og fleiri kendar útvarpsrøddir verða at hoyra í sendingini.   Fyrsta sendingin fer av bakkastokki mánamorgunin 6. juli klokkan 11. Nashvík verður ein løtt og upplýsandi sending, har lurtarin í meldrinum millum neyta­ menn og kópakonur verður undir­hildin við samrøðum, vari­erandi tónleiki, bak­ grundstilfari, dags­aktu­ ellum gestum og for­kunn­ ugari kapping.   Avmarkað atgongd Fyrireikararnir vænta, at gallakonsertin verður ein forkunnug uppliving: "Eg vænti, hetta verður eitt once-in-a-lifetime upp­ livilsi hjá fólki.  Vit hava roynt at gera konsertina so bíliga og familjuvinarliga sum gjørligt. Atgongu­ merkið fyri eitt sitipláss er 395 krónur,” sigur Jákup Zachariassen. Avmarkað atgongd er til gallakonsertina 29. august. Talan er um sitikonsert, og pláss er bert fyri 1.300 fólkum. Føroya Tele stendur fyri atgongumerkjasøluni. At­gongu­merki kunnu keypast við fartelefon og gjøgnum e-post. Fyri at keypa við far­ telefon, skalt tú hava Føroya Tele hald. SMS: Send NV til 1906, og tú móttekur eini SMS boð við atgongumerkinum. Teleshop.fo: Keyp atgongumerki á tele­ shop, upplýs, fartele­fon­ nummar ella t-post og tú fært atgongumerki sendandi tá transaktiónin er framd. Forsølan byrjar hós­morg­ unin 25. juni. kl 8.00.  Atgongumerki til tón­ leika­vinnudagin kunnu keyp­ast frá mánadegnum 29. juni í nýggja tónleika­ handlinum Soundcheck í Miðlon í Havn. Sí annars www.nashville. fo Nashville.fo: Føroyskar stjørnur á pall saman við amerikonskum úrmælingum Jákup Zachariassen vitjaði í Nashville í 2005 í sambandi við fløguútgávuna "When I'm Dreaming" hjá Ólavi Højgaard. Við síðuna av Jákupi, ið stendur við guitara, er Edgar Struble, ið hevur verið við á so at kalla øllum teimum føroysku innspælingunum í Nashville. Við á myndini eru eisini fleiri av fremstu studio tónleikarunum í USA. Teirra millum Wanda Vick (uttast til vinstru), Brent Mason (næstuttast til vinstru), Tommy White, Kerry Mark, Lonnie Wilson og David Hungate (uttast til høgru)