Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 119 - 25. juni 2009 SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur - Eg havi í veruleikanum alt at missa og einka at vinna Todi Jónsson Yrkisleiðin var steðgað, men Todi Jónsson hevur gjørt av, at seinastu fótbólts­dystir hansara verða partur av royndini at halda KÍ í fremstu føroysku fótbóltsdeildini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var kanska at arga lesaran eitt sindur, tá vit undan norðoyastevnuni í ár skrivaðu, at Todi skuldi aftur í KÍ-blusuna. Nøkur lygn var tað ikki, men kanska hálvgum ein hvít av slagnum, tá talan “bara” var um stevnudyst millum dagsins KÍ-lið og hetjurnar frá 1991. Hesa ferð er álvarin hand­ an orðini tó størri. Todi Adam Jónsson, sum í fleiri ár var okkara fremsti fót­ bólts­spælari, spælir við KÍ seinnu hálvu av kappingar­ árinum 2009. Vil gjarna hjálpa Um orsøkina til, at hann nú ger eitt comeback á fót­bólts­ vøllinum, at hetta fyrst og fremst er fyri at hjálpa KÍ. - Akkurát nú havi eg ikki so nógv at gera, so eg havi møguleikan til tað. Og so vil eg sjálvandi hjálpa KÍ, sum er mítt barndómsfelag. Felagið hevur tað trupult júst nú, og kann eg á hendan hátt vera við til at hjálpa teimum, so geri eg tað fegin, sigur Todi. Men tað er nakað síðani, at tú gavst. Hvussu ert tú í dag fyri sum fótbóltsspælari? - Eg veit væl, at mín venjingarstøða ikki er eins góð, sum hon hevur verið. Og sjálvandi kann eg ikki tað sama á einum vølli, sum eg kundi fyri nøkrum árum síðani. - Men mín leiklutur verð­ ur kanska eins nógv at stuðla ungu spælarunum. Trýstið á teimum, nú KÍ hevur verið í støðugum niður­flytingarvanda, hevur verið øgiligt. Einki er at ivast í, at fokus nú partvíst verður sett á, hvussu eg spæli, og tað kann heilt víst taka trýstið av hinum spælarunum, sigur Todi. Alt at missa Sum ein av spælarunum í FCK í drúgt áramál, er Todi avgjørt vanur við at spæla undir og liva við trýsti. Men hóast hetta, so viðgongur hann, at hann ikki er heilt kaldur móti trýstinum, sum kann koma í Klaksvík. - Eg havi í veruleikanum alt at missa og einka at vinna. Fólk minnast meg helst fyri eina rímiliga góða karrieru sum fótbóltsspæl­ari, og eg veit, at eg ikki klári at levera tað sama í dag. - Hinvegin havi eg tó ikki heilt gloymt, hvussu tú spælir fótbólt, og tey stigini, sum KÍ hevur fingið seinastu dystirnar, átti alt annað líka eisini at gjørt tað lættari hjá mær at traðka inn í hópin, sigur Todi. Næsti dysturin hjá KÍ er á heiamvølli móti B68 tann 19. juli. Sjálvur kemur Todi upp nakrar dagar undan hesum, men hann fer at venja við onkrum donskum felag, sigur hann. Og tað verður ikki so, at ein tann størsta fótbólts­ hetjan í Klaksvík nú flytur heimaftur. - Nei, eg havi jú familju í Danmark, og tey flyta ikki við. So talan verður um hampuliga nógva pendling hesar mánaðirnar. Men tað havi eg eisini roynt áður, tá eg spældi í Noreg, sigur Todi Jónsson. Todi heim til KÍ Fleiri spælarar ávegis Nevndarformaðurin í Sp/f KÍ roknar við, at fleiri spælarar leggjast afturat KÍ-hópinum í summarsteðginum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Longu fyri góðum mánaði síðani segði Fríðin Ziskason í samrøðu við Sosialin, at leiðslan í felagnum ikki ætlaði sær at standa sum passivur eygleiðari, um ítróttarliga gongdin ikki vendist. Seinastu fýra dagarnar er vend komin í, og tó at KÍ framvegis er beint undir strikuni, so man optimisman kring felagið vera nakað nógv størri nú. Og við at knýta Toda Jónsson at hópinum, hevur felagið í øllum førum fingið sær tilgongd av størsta hugsandi profilinum. Ein profilur, sum einsamallur kann gera, at áskoðararnir á Injector Arena rúgva meira tann 19. juli, enn teir nakran tíð hava gjørt. Men tað tykist ikki steðga her. - Vit hava verið í eini tilgongd, har vit fyrst og fremst hava havt eina fíggjarliga upprudding sum málsetning. Við ársbyrjan høvdu vit eina hampuliga stóra leysaskuld, men við góðum stuðli frá spælarum, sum hava góðtikið lønarniðurskurð – og ikki minst frá teimum báðum fjepparafeløgum, sum vit hava, er hendan nú ruddað burtur. Eg skal ikki siga, at vit hava nógvar pengar, men vit eru komnir heilt burtur úr teimum trupulleikum, sum vit vóru í, so nú fáa vit betur handlað, sigur Fríðin Ziskason. - Og tað ætla vit eisini at gera. Eg skal ikki seta nøvn ella tal av spælarum á, men tað er púrasta greitt, at vit í summar fáa tilgongd av fleiri spælarum afturat, sigur Fríðin Ziskason. Lokalar kreftir Og tað tykist sannlíkt, at talan í stóran mun verður um spælarar, sum so ella so hava átt sín leiklut í KÍ gjøgnum árini. Soleiðis standa bæði Atli Danielsen og Páll Klettskarð uttan felag í Danmark, og tí er væl hugsandi, at teir vera millum teirra, sum koma heim at hjálpa barndómsfelagnum. Símun Joensen hevur verið til skips seinastu tíðina, men er rennisterki miðvallarin komin seg eftir liðbandsskaða í knænum, er hann ein upplagdur styrkur, og tað sama kann sigast um Erling Fles, sum eina tíð kemur heim úr lestrarørindum. Um talan verður um nakrar – ella kanska allar – av hesum, sigur søgan einki um enn. Men sambært nevndarformanninum, so kann talan væl gerast um ein heilt áhugaverdan summarsteðg hjá KÍ-fjepparum. Á norðoyastevnu var tað mest til stuttleika, men nú er tað álvari. Todi Jónsson er partur av hópinum hjá KÍ seinastu 13 dystirnar av kappingarárinum Mynd: Álvur Haraldsen