Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 25. juni 2009 19 tíðindi Víkingur EB/Str Hepnið, sum EB/ Streymur hevði í fjør hevur mestsum verið burtur í ár, men soleiðis var ikki í gjár. Víkingar fóru sera vónbrotnir heim, tí einasta økið, har teir ikki vóru betur enn heimaliðið var at skjóta mál. Aftur her var ein óvæntað hending, tí Pætur D. Jacobsen fekk sítt fyrsta í ár Fótbóltur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Pætur Dam Jacobsen hevur sjáldan verið nakar mál­ kongur. Í gjár varð 26 ára gamli leikaran, sum mest hevur spælt á miðjuni í ár, skiftur inn. Hetta skuldi vísa seg at loysa seg, tí hann hevði bert verið á vøllinum í eina lítla løtu, tá hann, Hans Pauli Samuelsen og Brian Olsen spældu væl saman í høgru síðu, soleiðis at Pætur D. Jacobsen gjørd­ist púra leysur og fekk sníkt bóltin til høgru fyri Geza Turi. Hetta gjørdist einasta og seinasta málið í dyst­inum. Heimaliðið betri byrjan Málið varð ikki skotið fyrr enn, tá fleiri enn 70 minuttir vóru spældir, so nógv skuldi verið hent framman­ undan. Men tað hendi ikki so øgiliga nógv. Tó so. Fyrstu minuttirnar hevði heimaliðið eitt ávíst trýst á málið hjá Geza Turi. Víkingarnir vóru tó raskir at verja fyri og fingu eisini nøkur mótálop hesa fyrstu løtuna. EB/Streymur spældi í gjár rættiliga beinleiðis, með­an Víkingur var liðið, ið royndi at spæla bólt. Bóltin til Súna Tá fyrsta korterið var spælt. Vísti tað seg, at Víkingur byrjaði at fáa sína uppskrift at rigga. Bóltin til ein á miðvøllinum, sum spælir til Súna Olsen, ið neyvt leggur bóltin í annað borðið, so innlegg kemur inn ímóti Finni Justinussen. Trý tey fyrstu liðini í hesi upp­ spælinum riggaðu væl, men tá bólturin kom innfyri, so stóðu Sorin Anghel og Dánjal Davidsen fyri og skallaðu útfrá. Serliga Sorin Anghel stóð sterkur í miðverjuni hjá EB/Streymi, meðan ungu menninir kring hann gjørdi, tað teir klár­ aðu. Soleiðis gekk tað mesta av seinnu helvt av fyrra hálvleiki. Víkingur royndi og EB/Streymur fekk onkran møguleika í mótá­lopum. Harður dystur Sum dysturin leið, blivu menn heitari og heitari, og beint fyri hálvleik sparkaðu Hans Jørgen Djurhuus Sorin Anghel í beini, so­leiðis at miðverjin hjá EB/Streymi ikki fekk hildið fram. Burturúr hesum fekk nummar 15 hjá Víkingi eitt gult kort. Í seinni hálvleiki helt hetta fram. Nógvir nærdystir á miðjum vølli, sum fleiri ferðir kundu útloyst kort á einum øðrum degi, men Ransin Djurhuus lat menn­ inar spæla, so hansara part­ ur lá ikki eftir, hóast bæði liðini kendu seg snýtt fyri lítil brotspørk. Trý onnur gul kort vórðu eisini givin í dystinum, og onki av hesum var fyri fjantavesin. Í veruleikanum vórðu øll givin fyri at menn fóru í so harðliga inn í takklingar, so eitt ávíst undir­haldsvirði var í tí. Heppið heimalið Í seinna hálvleiki vóru hvørki Súni Olsen ella Sorin Anghel á vøllinum, og tað sást onkursvegna. Í verjupartinum vóru EB/ Streymsleikarar ikki so stinnir, meðan stríði streym­ urin av Víkinga­álopum var meiri óstøð­ugur. Tó so. Tað var Víkingur, sum hevði bóltin og spældi betra spælið. Umframt at hava bestu málmøgu­leik­ar­ nar. Men so lýsnaði í spælinum hjá EB/Streymi í fimm avleveringar og so var støðan 1-0. Soleiðis helt dysturin fram eftir málið. Víkingur hevði alt spælið, og vildi eisini hava okkurt brotspark, men í gjár vórðu burturvilstu marginalarnir funnir aftur, og tí eydnaðist EB/Streymi at vinna. EB/Streymur – Víkingur 1-0 (0-0) Marginalar til heimaliðið Magnus fer til Wien Formaðurin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen, fer í dag til Wien á altjóða flogbóltsfund. Magnus er forseti fyri samtakið, NEVZA, sum er stytting fyri North European Voleyball Associatin. Ein sessur, sum hann varð valdur í fyri tveimum árum síðani. Á fundinum í Wien verður millum annað gjørt av, hvussu spælt verður í Champions League í flogbólti komandi kappingarárið. Áki til EM í Boccia Áki Joensen verður føroyska umboðið, tá ÍSB fyri fyrstu ferð tekur lut í EM-kappingina í Boccia fyri brekað. Saman við Áka er eisini Dan Lamhauge, og fóru teir báðir til Portugal í gjár, har fyrsti dysturin verður spældur fum vikuskiftið. Tá skal Áki venja og bólkast í rætta bólkin, og fyrst og komandi viku verður so sjálv kappingin á skránni. Spæla ov illa Hóast Sigfríður Clementsen, venjari hjá EB/Streymi, er sera fegin um sigurin í gjár ímóti Víkingi, so heldur hann ikki, at liðið megnar alt tað, tað burdi. - Víkingur er betri enn vit í spælinum í løtuni, so vit royndu bara at forma dystin við langum bóltum. Tí tað er soleiðis, at vit ikki megna at forma okkara egna spæl, soleiðis sum vit vilja í løtuni, sigur Sigfríður Clementsen, sum eftir øllum at døma ikki enn hevur funnið sína sterkastu uppstilling. Hann leggur tó afturat, at í gjár hildu leikararnir avtalurnar, og tí er hann errin av teimum. Og tá Pætur D. Jacobsen verður nevndur hevur venjarin nógv at greiða frá. - Pætur ger altíð sítt allarbesta. Óansæð um hann byrjar inni ella ikki, og tí er tað alla æru vert, sum hann ger, greiðir venjarin frá um málskoraran. Sorin Anghel varð skaddur beint fyri hálvleik, og tað hevði sambært venjaranum týdning. - Vit mistu nógva styrki í luftini, og tí detta vit nógv longur aftur enn vit ætlaðu, staðfestir hann. -eij Ótrúligt tap - Vit spældu EB/Streym sundur og saman, so tað er ótrúligt at standa her og hava tapt, sigur Niclas Niclasen, liðskipari hjá Víkingi. Hann leggur afturat, at teir helst kunnu takka sær sjálvum, tí teir skaptu nógvar møguleikar. - Vit kunnu sjálvandi takka okkum sjálvum, men vit kunnu eisini takka dómaranum fyri trý straffir hann ikki gav okkum, sigur Niclas Niclasen. Atli Gregersen var ikki við í gjár, men Niclas Niclasen heldur ikki, at tað var tað, sum gjørdi útslagið. - Vit hildu EB/Streymi frá møguleikum alla tíðina, uttan eitt forkølað skot upp á mál, sum fór inn. So eg haldi ikki tað hevði so nógv at siga í dag. Niclas Niclasen staðfestir eisini, at tað er tungt hjá Víkingi at fara í feriu eftir tvey tap á rað, og hann heldur tað ikki vera nakran fyrimun. - Tá vit tapa, vilja vit sleppa í gongd so skjótt sum gjørligt. So vit eru spentir at sleppa í gongd aftur, sigur ein týðiliga vónbrotin Niclas Niclasen. -eij Geza Turi var einasti málverjin í Streymnesi, sum mátti í meskarnar ein túr í gjár Mynd: Sofus D. Johannesen