hósdagur 25. juni 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 119 - 25. juni 2009 ]
NSÍ vann
fyrsta dystin
Hóast norska
stórfelagið setti
seg ímóti tí, hevur
NSÍ fingið viðhald
frá UEFA í ynski
num um at sleppa
at spæla á heima
vølli fyrst ímóti
Rosenborg í UEFA
Europe League-
kappingini. Tí
verður tað neyvan
nakað eykalið,
ið møtir NSÍ í
Gundadali
Fótbóltur
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Av tí at bæði B36 og
NSÍ stóðu til skula
spæla heimadyst í somu
kapping á sama vølli,
ovara vølli í Gundadali,
hevur NSÍ síðani luta
kastið í Nyon mánadag
in roynt at fingið býtt
dystirnar hjá sær um.
So skjótt lutakastið
var greitt, vendi NSÍ
sær til ítróttarstjóran í
Rosenborg, sum ljóðaði
sinnaður at býta um, so
NSÍ fekk heimadyst
fyrst. Men tá hann
hevði ringt heim til
venjaran, var svarið eitt
tvørt nei.
Vildu helst spart
stjørnurnar
– Sum skiltist á teimum,
hevur Rosenborg nógv
ar dystir og eina tætta
skrá, og tí lá illa fyri
hjá teimum at býta um,
sigur Jákup Vágsheyg,
sum var eitt av NSÍ-
umboðunum, tá luta
kastið var mánadagin.
– Vit vendu okkum
síðani til UEFA, fyri at
fáa býtt um upp á
dystirnar, og nú hava
vit so fingið at vitað, at
vit fáa fult viðhald frá
teimum. Sostatt spæla
vit heimadystin ímóti
Rosenborg á ovara vølli
í Gundadali hóskvøldið
2. juli klokkan 19 og
útidystin
eina
viku
seinni.
Tað sá einki út í
Klaksvík fyri einari
viku síðan. Men eftir
sjey døgum og trim
um dystum er KÍ av
álvara við aftur, og nú
eru ungu klaksvíking
arnir bara eitt stig frá
áttanda plássinum
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Heðin á Lakjuni stendur við
bóltin úti í høgru. Hann
bíðar eftir floytuni hjá Peturi
Reinert, sum fer at loyva
honum at senda frísparkið
inn í feltið við eyðkenda
vinstra beininum. Og floytan
ljóðar. Í brotsteiginum royna
bláir
klaksvíkingar
við
ymsum rennimynstrum at
snýta mótstøðumannin. Og
tað eydnaðst serliga hjá
einum.
Verjuleikaranum
Jógvani Isaksen. Hann hevur
í øllum førum ríkiligt at
plássi, tá hann stýrir bólti
num móti málinum. Tað er
tøgn
á
Injector Arena.
Bólturin tekur í graslíkið, og
Andras Gango í málinum
hyggur bara at. So verður
buldur úr skýlinum, sum
ikki fekk ein enda fyrr enn
tjúgu
minuttir
seinni.
Isaksen hevur lagt KÍ á odda
í tíðini, dómarin hevur lagt
afturat. Trý stig afturat. Ger
so væl.
Fótbóltshýrurin í Klaks
vík var framúr í gjárskvøld
ið. Flaggskipið hjá Klaks
víkar Ítróttarfelag hevur
verið í tungum sjógvi í
hesum
kappingarárinum,
og klaksvíkingar hava verið
óttafullir. Tað vóru teir ikki
í gjár, tá KÍ vann seg nærri
áttanda plássinum og bjarg
ingini í Vodafonedeildini.
Ikki flott
Tey, ið høvdu rindað 70
krónur fyri at síggja dystin
á Injector Arena í gjár,
gjørdu tað neyvan í eini vón
um flott fótbóltsspæl. Liðini
eru í tyngra endanum av
stigatalvuni, og í løtuni
ræður tað fyrst og fremst
um at stríða seg til stigini.
Ikki tí. Í løtum stóðu bæði
klaksvíkingar og fuglfirð
ingar fyri frálíkum fótbólts
spæli, men tað var als ikki
tað, ið setti dagsskránna.
Gestirnir úr Fuglafirði
vóru leikliga omaná í fyrra
umfarinum. Serliga riggaði
smáspælið væl á miðvølli
num, men tað var sjáldan,
at ÍF veruliga setti Jákup
Mikkelsen undir trýst.
Hjá heimaliðnum bar illa
til. Miðvøllurin var lítið
hjálpsamur í framrættaða
spælinum, og oftast var
loysnin at senda langar
bóltar úr verjuni og fram á
Stefan Kalsø, sum var
einsamallur
framherji.
Niels Pauli Danielsen, sum
var
sera
eyðsýndur
á
Argjum sunnudagin, hevði
lítið at bjóða, og tí var
Kristoffur Jakobsen ofta
einsamallur. Men tað bilti
ikki eftir einum korteri.
Tá setti hann brádliga
ferð á í vinstru síðu, og tá
hann slapp til baklinjuna,
sendi hann fyri føturnar á
Stefan Kalsø, sum stýrdi
bóltinum í netið. Nenad
Saric javnaði fyri gestirnar
tríggjar
minuttir
seinni,
men fimm minuttir fyri
hálvleik bar aftur til hjá KÍ.
Í triðja veruliga málmøgu
leikanum í dystinum, sendi
John Hammer í síðunetið
eftir innlegg úr høgru síðu.
Men Balazs Sinkó javnaði
aftur fyri gestirnar sera stutt
undan hvíldini. Tá var hann
tryggur
av
brotssteigar
markinum eftir sera gott
uppspæl í høgru.
KÍ er við aftur
Seinni hálvleikur var lítið
skipaður.
Serliga
tók
heimaliðið
ferðina
úr
dystinum við nógvum frí
spørkum, men dramatikkur
in varð varðveittur, tí nógv
stóð upp á spæl. Fáir møgu
leikar vóru, men í seinasta
minuttinum riggaði hjá KÍ,
tá Jógvan Isaksen tryggjaði
klaksvíkingum øll stigini.
Nógv er broytt hesa
seinastu vikuna. KÍ hevur
lyft seg av aftasta plássinum
og hevur langt um leingi
fingið samband við ovaru
liðini á stigatalvuni. Nú er
summarsteðgur,
og
tað
verður væntað, at nýggj
andlit verða at síggja í
hópinum. Eitt sindur harmi
ligt hjá ungu leikarunum,
sum fara at standa í skugga
num av teimum eldru. Men
leiðslan kann ikki satsa, og
noyðist at tryggja sær nýtt
fólk í royndini at varðveita
sætið í deildini.
ÍF er aftur í niðurflyting
arvanda. Fuglfirðingar hava
sjáldan veruliga verið við
undurlutan, men tað sæst
ikki aftur á stigatalvuni.
Eftir summarsteðgin verður
Rógvi Jacobsen aftur tøkur,
og tað er vónin í Fuglafirði,
at hann skýtur liðið aftur á
rætta kós. Leikaratilfarið er
betri enn til áttanda plássið.
Úrtøkan hevur ikki verið
nøktandi, og Jón Simonsen,
venjari, er tískil trýstur í
løtuni.
ÍF
KÍ
KÍ – ÍF 3-2 (2-2):
KÍ er við
aftur
Ferðin og intensiteturin var í toppi.
Og tá KÍ við seinasta sparinum
í dystinum avgjørdi, var talan
samstundis um dramatikk fyri allar
pengarnar í Klaksvík
savnsmynd
Aftur eitt Real-keyp
Real Madrid hevur enn einaferð styrkt sær um hópin.
Hesa ferð hevur felagið keypt verjuspælaran, Raul Albiol,
úr Valencia fyri 112 milliónir. 23 ára gamli spælarin
hevur eisini verið eitt av transfer-málunum hjá Liverpool,
men nú hevur hann so sett undirskriftina á ein fimm-ára
sáttmála við kongaliga spanska felagið.
Ronaldo stóð læknaroyndina
Tað gerst alt meira víst, at Cristiano Ronaldo í næstum skrivar undir
við Real Madrid. Í gjár var porugisiska stjørnan til vanligu lækna
kanningina í Madrid, og her funnu læknarnir einki, sum skuldi forða
fyri einum skifti. Nú restar bert, at Real Madrid og Ronaldo semjast
um persónligu treytirnar fyri sáttmálanum, áðrenn Real Madrid enn
einaferð setir nýtt met fyri keypsprís av fótbóltsspælara.