Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 119 - 25. juni 2009 ] Gongur framá Hóast tað heldur ikki hesa ferð eydnaðist hjá AB at skora, so helt stríðs­maður­ in á miðvøll­inum, John Hansen, at tað gongur framá hjá liðnum. - Hinar dystirnar hava vit als ikki skapt nakrar møguleikar. Hesa ferð skapa vit so nakrar hálvar møguleikar, so tað gongur eitt sindur betur. Spælið gekk næstan betur, tá tit vóru tíggju móti tíggju heldur enn ellivu móti tíggju. Hvat riggaði ikki hjá tykkum í yvirtali? - Vit komu ikki ígjøgn­ um verjuna hjá teimum. Sjálvandi liggja teir eitt sindur djúpt, men vit skapa altso ikki nóg nógv, hóast vit leingi eru í yvir­tali á vøllinum. Men tit fáa so eitt stig í dag. Fáa tit brúkt tað til nakað? - Serliga í dag var eitt stig øgiliga týdningar­mik­ ið. Taptu vit, so kundu teir av álvara otað seg inn á okk­um, so tað var av alstór­ um týdningi, sigur John Hansen. -mørk Tvey reyð kort og eitt misnýtt brotsspark syrgdu fyri dramatikkinum í Sørvági, men í aðrar mátar var talan um sera linliga uppgerð mikukvøldið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Søgan hjá 07 Vesturi hevur í mangar mátar verið tann, sum hon so ofta er hjá einum botnliði. Marginalar vilja ikki altíð fylgja við, og hóast spælið til tíðir hevur verið til fleiri stig, so er úrtøkan enn av slíkum slag, at liðið er plaserað aftast í deildini. Og dysturin mikukvøldið var einki undantak. Fyrri hálvleikur var ikki meira enn hálvrunnin, tá fyrsti skaðin hendi. Talan hevði ikki verið um nakran serliga hart spældan ella dramatiskan dyst, men tá Ragnar Niclasen í hevni­ søku sparkaði eftir Jobin Drangastein, gav hann bert eittans val til Dagfinn Ols­ en, sum dróg ostaskorpuna úr reyvalummanum. Men hóast teir nú vóru í undirtali, so hildu vágamenn á fram at spæla. Úrslit fingu teir eisini lítla løtu seinni, tá Tór-Ingar Akselsen varð sendir avstað. Hann spurtaði framvið Janusi M. Joensen, og fór so umkoll, eftir at bólturin eisini varð prikaður fram við Tórða Thomsen, sum var komin út í brotsteigarhornið. Brotsspark til 07 Vestur, og tað plagar ikki at vera ein møguleiki, sum super­ veteranurin á liðnum, Jens Erik Rasmussen, misnýtir. Men tað gjørdi hann hesaferð. Tórður gitti rætt, og tveitti seg í fullari longd til vinstru, soleiðis at hann fekk vart fyri bleyta skoti­ num frá Jens Eriki. Linligir argjamenn At teir bara vóru tíggju, skerdi sjálvandi vágamenn, men hetta gav samstundis eisini eina fatan av, hvussu stórar trupulleikar AB hevur við at fáa spælið at koyra í løtuni. Fyrst og fremst, so megnaðu argjamenn sjáldan at vera kompaktir í verju­ partinum. Tað gav gott pláss í borðunum, har Tór-Ingar Akselsen, Ricardo og seinni Hendrik Rubeksen í nógv­ um førum fingu gott pláss at senda innlegg innfyri. Og spælið fram eftir vøllinum undirstrikaði eis­ ini, hví AB ikki hevur skor­ að seinastu fýra dystirnar. Fleiri av mongu stigunum, sum AB vann sær fyrstu tíggju dystirnar, komu eftir skjótar bóltvinningar á miðvøllinum, har bólturin síðani varð sendur aftur um mótstøðuverjuna. Í dag mugu argjamenn sanna, at tað er ein himmalvíður munur á at spæla djúpt aftur um bakkarnar ella at spæla langt og høgt móti mið­ verjuni. Tað er hetta sein­ asta, sum teir í alt ov stóran mun hava gjørt seinastu dyst­ irnar, og tí hava teir ser­ stakliga trupult við at skapa veruligar møguleikar. Tann størsta hesaferð fingu teir, tá misskiljing millum Milan Pejcic og Trygva Askham bar við sær, at málið eina løtu stóð púrasta opið, men tá var heimaverjan fyrst á og ruddaði. Eingir sigrar uttan mál Seinastu løtuna av dystinum spældi AB eisini við 10 monnum, tá Jobin Dranga­ sten fekk sítt næsta gula kort. Tað bar við sær, at AB ikki veruliga fekk lagt trýst á hesa løtuna, og hóast heima­liðið royndi at fáa ferð á, so var krútið heilt sjónliga uppi aftan á at hava spælt í undirtali í trý korter. Tí endaði tað við einum javnleiki, sum kanska ikki var heilt av leið, tá hugsað verður um spælið. Men við einum misnýttum brots­ sparki høvdu vágamenn alla orsøk at iðra seg. Ikki minst tá úrslitið í Klaksvík gav teimum gyltan møgu­ leika at toga seg heilt nær niðara partinum av niður­ flytingarstrikuni. Tað gera argjamenn helst eisini, og mest av øllum munnu teir fegnast um stig­ ini, sum longu eru komin. Niðurflyting­ar­vandin hevur tó hug at blása teir í nakkan nú, og fýra dystir á rað uttan mál er ikki júst tað, sum styrkir um sjálvsálitið og spæligleðina í slíkum føri. AB O7 Vestur 07 Vestur-AB 0-0: Málleys botnuppgerð Royndirnar vanta Móti B36 sunnudagin misti 07 Vestur ein sigur á stokki­ num. Hesa ferð fingu teir eitt óneyðugt reytt kort og brendu brotsspark. Tað er slíkt tilfar, sum skapar eitt botnlið, og Jóan Petur á Stongum viðgekk eftir dystin, at tað kanska var nakað um hetta. - Í øllum førum haldi eg ikki, at marginalarnir hava verið við okkum. Í dag fáa vit eina skítbýtta útvísing, og vit brenna hatta brots­ sparkið. So tað blívur stræv­ ið, men tað kanst tú ikki skylda upp á kortini. Kan­ska er tað bara vant­andi roynd­ irnar, sum nerva okkum. - Í øllum førum hava vit fleiri ferðir verið á odda fram móti dystarenda, fyri síðani at missa alt seinastu løtuna av dystinum, og tað er sjálvandi ikki nóg gott, sigur Jóan Petur á Stongum. Í dag fáa tit eitt stig, og tit eru framvegis niðasta liðið í deildini. Hvussu síggja tit upp á seinnu hálvu av kappingini? - Vit mugu bara koyra á og vóna, at marginalarnir koma í okkara part. Og so mugu vit vóna, at tað er nóg mikið til at halda okkum uppi, sigur Jóan Petur á Stongum. -mørk USA bukaði Spania Tað eydnaðist ikki spanska fótbóltslandsliðnum at seta nýtt heimsmet fyri flestar dystir á rað uttan at tapa. Í gjár spældi Spania móti USA í hálvfinaluni í Con­federations Cup, og púra óvæntað vann USA dystin 2-0. Amerikumenn komu á odda við einum máli frá Jozy Altidore eftir 26 minuttum, og framúr gott verjuspæl helt síðani spaniólum frá at skora. Og tá Clint Demp­sey eftir gott kontra-álop økti til 2-0 eftir 74 minuttum, var dysturin avgjørdur. Í finaluni spælir USA móti Brasil ella Suðurafrika. Stoke vil hava Owen Michael Owen vil heldur enn fegin sleppa úr Newcastle, sum næsta ár skal spæla í næst bestu ensku deildini. Stoke City, sum megnaði at lívbjarga sær fysta árið í Premiere League, sigst nú vera eitt av feløgunum, sum vilja knýta Owen at hópinum. Ein trupulleiki kann tó verða lønarkrøvini hjá Owen, sum í Newcastle forvann um eina millión krónur um vikuna. Talan var tvey av veikaru liðunum í Vodafone- deildini, og tað enduspeglaðist eisini í spælinum, sum sjáldan fekk pulsin upp á tað heilt stóra savnsmynd