Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 119 - 25. juni 2009 Tá ið ein politistur eitt kvøld herfyri fór á ein bústað í Havn í einum rættiliga meinaleysum ørindi, endaði tað við so hørðum orðadrátti ímillum ein politist og mannin í hús­un­ um, at hann bleiv ákærdur fyri at hava hótt politistin. Maðurin sigur at tað var politisturin, sum var bæði frekur og ófólkaligur Hóttan Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í løtuni gongur ein maður runt í Havnini og bíðar eftir at fáa at vita um hann skal í geglið ella ikki. Hann er ákærdur fyri at hava hótt ein politist og tað er so mikið álvarsligt, at ákærin krevur, at hann skal í geglið í minst 20 dagar. Sjálvur bedýrar maðurin, at hann er púra ósekur og tí vil hann verða frídømdur. Hann tvíheldur um, at hann hevur ikki hótt nakran pol­ itist. Hann sigur, at tað var tvørtur ímóti, at tað var pol­ it­isturin, sum var bæði frek­ ur og ófólkaligur. Og nú stendur tað so til dómaran, hvørjum hann trýr. Rópti og skrálaði Tað var seint eitt sunnukvøld herfyri, at politisturin fór á bústaðin hjá manninum í einum rættiliga meina­leys­ um ørindi. Kvøldið fyri hevði løg­ regl­an steðgað einum bili, har bilførarin segði, at hann hevði ikki koyrikortið uppi á sær. Tá ið politisturin kom aft­ ur til arbeiðis á náttarvakt kvøld­ið eftir og kannaði mál­ið, vísti tað seg, at mað­ urin hevði mist koyrikortið. Politisturin fór tí beinan­ vegin í holt við at royna at fáa fatur á manninum. Tí endaði politisturin heima hjá hansara gomlu mammu klokkan 23.30 eitt sunnukvøld og har búði skuld­setti maðurin eisini, tí teir vóru brøður - maðurin, sum onki koyrikort hevði og maðurin, sum er ákærdur fyri at hava hótt politistin. Í rættinum spurdi verjin hjá manninum løgreglu­ mann­in um tað nú var neyð­ ugt at órógva eina gamla konu so seint á kvøldið við einum so lítlum ørindum. Ja, segði politisturin, tí maðurin, sum varð tikin við ongum koyrikortið, hevði upp­lýst, at hann skuldi av land­inum fyrsta dagin og tí ráddi um at fáa fatur á hon­ um sum skjótast. Og tá ið hann sá, at tað logaði í fleiri vindeygum, roknaði hann við, at fólk var uppi og tí bank­aði hann upp á. Mamman kom út ímóti politistinum, men tey høvdu bara tosað saman eina lítla løtu, tá ið maðurin í hús­un­ um kom sum eitt óløgið, segði politisturin. Politisturin segði, at hann hevði drukkið. Sambært politisturin fór maðurin heilt yvir gevind og rópti og skrálaði í høvdið á honum. Maðurin bað politiið halda seg vekk frá hansara familju og hann skuldi halda seg burtur frá hansara matrikkulnummari. Politisturin segði, at mað­ urin hótti við at knúsa og sorla hann sundur. Í rættinum greiddi pol­it­ isturin frá, at hann var skelk­ aður og rættiliga óvfarin av framferðini hjá manninum, tí ørindini vóru so mikið lít­ il, at hann hevði onga sum helst orsøk til at bera seg soleiðis at. 20-30 dagar í fongsul Tað endaði við, at pol­it­ist­ urin fór eftir hæli niður ígjøg­num trappurnar og tað gav maðurin honum eitt skump í bringuna, so at hann misti fótafesti, men datt ikki. Tað fekk politistin at ringja á støðina at biðja um hjálp beinanvegin og lítla løtu seinni komu tveir pol­it­ istar afturat á staðið. Eisini teir báðir søgdu, at maðurin hevði rópt og var rætti­liga óður og hevði “lov­ að” teimum, teir skuldu fáa “aðra reyv at túta í”. Hann segði eisini, at hann skuldi vísa teimum og hann legði onki í um teir vóru politistar, tí hann ræddist ikki pol­ itiið. Annar politisturin, sum kom á staðið, mintust seg ikki at hava hoyrt nakað um at knúsa og sorla og annar teirra segði, at politisturin, sum var fyrstur á staðnum, var reyður um andliti og tos­ aði hart. Tað helt politisturin ikki var so undarligt, tí hann royndi at vísa myndugleika fyri at sissa mannin, tí hann var so óður. Eftir enn fleiri ókvæmis­ orð, varð maðurin skuld­sett­ ur fyri at hava hótt pol­it­ istin. Maðurin sjálvur og mamm­an í húsinum hava greitt frá í rættinum, at polit­ isturin rópti minst líka hart, sum maðurin, sum er ákærd­ ur og maðurin sjálvur sigur, at politisturin var bæði frek­ ur og ófólkaligur. Ákærin heldur, at talan er um so mikið álvarsligt mál, at maðurin eigur at fáa fongs­ulsrevsing í 20-30 dag­ ar, men verjin hjá honum krevur frídøming og í ring­ asta føri, at hann skal sletta undan at sita. Verjin heldur, at pol­it­ist­ urin hevur handfarið málið illa og at vitni, eisini ein politistur ikki minnst nakað til hóttanir um at knúsa og sorla. Nú liggur tað so í hond­un­ um á dómaranum, hvørjum hann trýr og tað fáa vit at vita um nakrar dagar, tá ið dómurin fellur. Hótti við at sorla og knúsa politist Var tað politisturin sum var frekur og ófólkaligur, ella var tað maðurin, sum hótti politistin. Tað er spurningurin, sum dómarin í Føroya Rætti nú gongur og umhugsar og úrslitið fáa vit at vita um nakrar dagar Gera lokala vinnuskráseting á Tvøroyri Tvøroyrar kommuna hevur tikið fyrsta stigið til at stovna eina lokala vinnuskráseting. Tað hevur av og á verið ført fram, at kommunan ikki dugir nóg væl at gagnnýta teir veitarar av vørum og tænastum, ið eru í oynni. Eisini hevur verið spurt, hvat skal til fyri at gerast veitari. Tí hevur Tvøroyrar kommuna nú tikið fyrsta stigið til at stovna eina lokala vinnuskráseting. Ætlanin er, at øll virkir, handlar og aðrir veitarar í Tvøroyrar Kommunu, sum hava eitthvørt at bjóða, kunnu skráseta seg. Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu verður so eitt dagført yvirlit at síggja, sum bæði kommunala umsitingin, stovnar og aðrir kunnu leita í.