Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 119 - 25. juni 2009 Havnin í Hansthom, sum Norröna siglir til part av árinum, skal nú útbyggjast. Talan er um eina milliardaætlan, ið skal seta Hanstholm Havn á heimskortið Vinna Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Fyrr í mánaðinum løgdu umboð fyri Hanstholm Havn fram eina ætlan fyri víðari menning, sum bæði stílar høgt og er ein av­ bjóðing við íløgum. Um øll ætlanin skal førast út í lívið, verður talan um íløgur á til samans eina milliard krónur. Havnin metir tað sjálv vera gjørligt at fíggja 60 prosent av íløgunum, meðan ES og danski staturin væntast at koma við hinum 40 prosentunum. - Tá ætlanin er liðug, kemur Hanstholm Havn veruliga á heimskortið sum ein havn, har fiskivinna enn er ein hornasteinur, segði Poul Arne Jensen, formaður fyri havnastýrið. Stjórin í Hanstholm Havn, Birgitte Juul, greiddi frá, at havnin framyvir skal byggja sítt virksemi á trý ting. Tað eru fiskivinna, góðs- og ferðafólkasigling, umframt ein satsningur upp á umhvørvi og orku. Har í liggur, at nýggju molarnir skulu nýtast til bæði vind­ myllur og vatnorku­verk. Fyri føroyingar er tað serliga áhugavert at so stór út­bygging verður framd í hesi havnini júst nú. Í november, júst áðrenn bjargingina av Smyril Line tann 8. november 2008, boðaði leiðslan í Smyril Line frá tann 6. november 2008, at Norröna framyvir bert fór at sigla til Hanst­ holm summar­mánað­irnar, og at tey heldur valdu at sigla til Esbjerg hinar tríggjar ársfjórð­ingarnar. Eftir tíðarætlanini verður útbyggingin gjørd í tveim­ u­m stigum frá 2011 til 2016. Fram til 2011 skal arbeiðast við fígging, pro­ jek­tering og eini røð av frum­kanningum. MEST váttar at talan er um 40 árs­verk, ið verða niðurløgd á Skála Skipasmiðju. Húsa­ gangir í flotanum, niðurskurður í svart­ kjaftakvotuni og mist arbeiði til Íslands eru millum orsøkirnar til nógv minkaða virk­ semið, sigur Eyðfinn Egholm, stjóri Uppsagnir Rógvi Nybo Rogvi@sosialurin.fo Hjá MEST var nógv virk­ semi í tíðini, meðan tvey nýggj skip vórðu smíð­að á Skála. Bygnaðurin varð tá tillagaður hesum virksemi, bæði tá ið talan var um teknistovur, keyps­deild, fyri­siting og tíma­lønt fólk. Upprunaliga var ætlanin hjá Thor, sum lat hesi skip smíða á Skála, at fýra skip skuldu byggjast, men hóast stórur tørvur er á tílíkum skipum, var møg­u­leiki ikki at fáa neyð­ ugu fíggingina í Føroyum. Á vári 2008, tá ikki fleiri nýbygningar vóru í væntu, varð stórt arbeiði gjørt fyri at fáa føroysk og útlendsk skip at koma til MEST at gera umvælingar og viðlíka­ halds­arbeiði. - Farið varð eitt nú til Íslands og Russlands at selja okkara tænastur, og arbeitt varð fyri at fáa før­oysku skipini at gera arbeiðið í Føroyum heldur enn at fara av landinum. Vit fingu onkur íslendsk skip at koma á sumri 2008, men øll vita vit, hvussu gongdin hev­ur verið í Íslandi síðan tá, og heldur enn at vit hava fingið íslendsk skip at koma til Føroyar, so hava íslendsku skipasmiðjurnar giv­ið føroyskum skipum tilboð, sum torført hevur verið at kappast við. Sostatt hava vit mist arbeiði til Íslands heldur enn at fáa arbeiði haðani, staðfestir Eyð­finn Egholm, stjóri í MEST. Styrkt samband við Russland ikki nóg mikið Stjórin í MEST, Eyðfinn Egholm, vísir á, at MEST hevur styrkt sambandið við Russland, men at tað enn ikki munar nóg mikið í mun til tann kapasitet, MEST hev­ur til umvælingar og við­líkahald av skipum. Harafturat sigur hann at húsagangir í føroyska flota­ num hava havt sína ávirk­ an. - Fleiri skip í føroyska flotanum eru farin á húsagang, og tá tey so vóru endurreist við nýggjum eig­ar­um, hava fleiri av teim­um ynskt at fara av landinum at gera umvæl­ ing­ar og umbyggingar, hóast okkara tilboð oftast hava verið kappingarfør, sig­ur Eyðfinn Egholm. Kunnu als ikki halda áfram Eisini niðurskurðurin í svartkjaftakvotuni verður nevnd­ur sum ein av orsøk­ unum. Hesin hevur havt við sær, at fleiri av størstu trol­ ar­unum eru seldir av landinum. - Við endan av árinum 2008, tá vit sóu hvønn veg tað bar, gjørdu vit eina tillaging av fólki svarandi til umleið 10 prosent av samlaða kapasitetinum. Í januar, februar og mars í 2009 var sera lítið virksemi, meðan nakað av arbeiði var í apríl og mai. Við útgangsstøði í teimum arbeiðum, vit kenna og við atliti til gongdina í føroyska flotanum og føroyska sam­ felagnum sum heild, síggja vit nú, at vit als ikki kunnu halda áfram við teirri manning, vit hava í dag. Um hesi fyritøku skal verða lív lagað, eru vit noydd til at gera enn eina tillaging av bygnaði og fólki, og talan er nú um 40 ársverk, ið verða niðurløgd, staðfestir Eyðfinn Egholm, stjóri á MEST. Millum lítið og einki arbeiði er eftir at gera á Skála Skipasmiðju. Støðuga niðurgongdin er orsakað av húsagangum í fiskiflotanum, niðurskurði av svartkjaftakvotuni og øktari prískapping úr Íslandi, sigur stjórin í MEST, Eyðfinn Egholm (savnsmynd) Húsagangir og kvotukvett orsøk til uppsagnir Norröna silgir eftir bjargingina av Smyril Line bert til Hanstholm summarmánaðirnar. Henda havnin skal nú útbyggjast fyri eina milliard krónur Hanstholm Havn útbyggjast fyri eina milliard Jóhan Páll heldur fram sum formaður Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur nú skipað seg, og Jóhan Páll Joensen heldur fram sum formaður. Á nevndarfundi í dag skipaði nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag seg við Jóhan Páll Joensen sum formanni og Kristoffur Laksá sum næstformanni. Hetta er sostatt sami formansskapur sum áðrenn ársaðalfundin 12. juni. Í nevndini sita annars Bergur Poulsen, Magni Arge, Jón Danielsen, Jóhanna á Bergi og Meinhard Jacobsen. Crawling Blue á Youtube Crawling Blue hevur lagt eina LIVE upptøku av vælumtókta lagnum The Well út á Youtube, og eftir ætlan verður upptøkan eisini útgivin á DVD seinni í ár. Crawling Blue gav út fløguna The Well 28. mars í ár. Útgávukonsertin, sum var fyri fullsettum Norðurlandahúsið, varð tikin upp, og bólkurin hevur síðani arbeitt eina tíð við at klippa og seta tilfarið saman. Tá bólkurin eisini arbeiðir við at fáa í lag eina konsertferð, er eitt lag lagt út á youtube, so tónleikastevnufyriskiparar kunnu síggja, hvat bólkurin hevur at bjóða. Teir í Crawling Blue siga, at ætlanin er at geva DVD’ina út í ár.