Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 119 - 25. juni 2009 Seks tvíburar í sama flokki fingu prógv í gjár. Í andlitinum líkjast tey nógv, og prógvini líkjast eisini. Tilsamans fingu tey seks í 06x 9,6 í miðal í prógvunum Tvíburar Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Jeanni og Lindis Petersen, Rannvá og Gunnvá Kass Abrahamsen og Arnold og Andreas Simonsen hava øll gingið í sama flokki í trý ár í Hoydølum. Í gjár fingu tey saman við øllum hinum studentunum prógv. Tvey av pørunum eru ein­ eggjað, meðan Rannvá og Gunnvá Kass Abrahamsen eru tvíeggjaðar. Hetta hevur eftir øllum at døma havt eitt sindur at siga fyri kapp­ing­ ina millum tey. - Eg og Gunnvá hava sjáld­an kappast um karakt­ erir, men eg haldi tað hevur verið eitt sindur øðrvísi hjá teimum, sum eru eineggjað, sigur Rannvá Kass Abra­ ham­sen. Hesum taka eineggjaðu tví­burarnir ikki undir við. - Vit kappast ikki. Vit royna heldur at hjálpast, eru Jeanni og Lindis Petersen samdar um. Arnold og Andreas Sim­ on­sen vátta tó, at eitt sindur av kapping hevur verið. Gingu ikki í flokki saman 19 ára gomlu Arnold og Andreas Simonsen hava nú gingið í flokki saman í trý ár, men tað er eitt nýtt upplivilsi fyri teir. - Vit gingu ikki í flokki saman í fólkaskúlanum, so hetta var nakað heilt nýtt fyri okkum, men tað hevur verið stuttligt at ganga í flokki saman við Arnold, greiðir Andreas frá. Teir sótu tó ikki við síðurnar av hvørjum øðrum so nógv, hóast teir nú gingu í flokki saman. Nú teir eru lidnir, fara teir aftur hvør sín veg. - Eg fari nokk at lesa filo­ sofi. - Og eg fari sikkurt at lesa rokning. Siga teir, hvør í sínum lagi. So hóast teir deila føð­ ingardag og foreldur, so eru áhugarnir ikki heilt teir somu. Blandaðu nøvnini Rannvá og Gunnvá Kass Abra­hamsen, sum eru 20 ára gamlar, eru rættiliga ólík­ar í útsjónd, hóast tær eru tvíburar. Men tað hevur ofta verið bland í, tá lær­ar­ arnir hava tosað við tær. - Vit líkjast ikki so øgiliga nógv, men tað var ofta, at lærararnir blandaðu okkum saman, tí nøvnini líkjast so nógv, greiðir Rannvá frá. Gunnvá leggur afturat, at tað var eitt sindur øðrvísi við hinum pørunum. - Tey líkjast nógv meira enn vit, so tað kom meira bland í við teimum. Tær hava altíð gingið í flokki saman, men tá tær vóru í Brasil við AFS búðu tær ikki saman. - Vit hava nokk so nógv saman. Vit hava sama bil og vóru altíð líka seinar. Tað var tí vit sótu saman. Vit máttu bara seta okkum onku­staðni aftast, har tað var pláss, sigur Gunnvá Kass Abrahamsen. Nú fara tær báðar aftur til Brasil, har tær fara at arbeiða á barnaheimi. Eisini á yrkisleiðini fer at líkjast eitt sindur. Rannvá ætlar nevniliga at lesa til lækna, meðan Gunnvá hugsar um at gerast ergoterapeutur. Verða altíð samanbornar Lindis og Jeanni Petersen líkj­ast rættiliga nógv. Og tað gera prógvini hjá teim­ um eisini. Munurin var 0,1. - Vit fáa altíð umleið tað sama. Og tað er fínastaslag. Vit líkjast so mikið nógv, at óansæð, hvat vit gera, so verða vit samanbornar og tí er tað onkursvegna eisini betri at vit klára okkum líka væl, greiðir Jeanni frá. Lindis leggur afturat, at tað kann verða nokk so keði­ ligt, altíð at verða sam­an­ borin, men at tær væl skilja, at tað er soleiðis. - Men tað er eisini nokk so gott, at vit gingu í flokki saman, tí so hava vit altíð kunna hjálpt hvørjari aðrari, staðfestir Lindis. - Tað hevur ongantíð ver­ ið soleiðis, at vit beinleiðis hava kappast, men tað hevði verið eitt sindur keðiligt, um tað gekk verri hjá aðrari, greiðir Jeanni frá. Tað var eisini soleiðis at byrja við, at lærararnir ikki kendu mun á teimum, men gjøgnum tíðina er hetta broytt. Nú tær eru lidnar fara tær sama veg. - Eg fari at lesa okkurt við biologi ella kemi, sigur onnur av 19 ára gomlu tvíburunum. Og hin leggur beinanvegin afturat, at tað verður nakað tað sama. So tað kann staðfestast enn eina ferð, at tvíburar ikki eru so øgiliga ólíkir. Hvørki í sinn ella skinn. Hesi seks hava øll ein tvíbur. Tilsamans fingu tey 9,6 í miðal í prógvunum frá studentaskúlanum í Hoydølum Mynd: Eirikur í Jákupsstovu Líkjast í høvd og heila Jarðfeingi savnar upplýsingar um skriðulop Jarðfeingi er í samstarvi við Roskilde Universitet farið undir granskingarætlan av skriðulopum í Føroyum. Ætlanin er at menna hættir til at lýsa skriðulop og landslagið rundanum og síðan at nýta henda kunnleika at lýsa, hvørji økir í Føroyum eru serliga hótt, sigur Jarðfeingi. Dentur verður lagdur á at kanna, hvar í landslagnum vandi er fyri skriðulopum, umframt hvussu ofta slíkar hendingar kunnu væntast á staðnum. Lis Mortensen (deildarleiðari og náttúrulandafrøðingi í Jarðfeingi) og Mads-Peter Dahl (Phd-lesandi og náttúrulandafrøðingur á Roskilde Universitet umsita verkætlanina. Nógv skriðulop í Føroyum henda í sambandi við glopraregn. Fyri at kanna vandan fyri skriðulopum er tí neyðugt at kenna, hvussu drúgt og ógvisligt avfall skal til fyri at loysa eitt skriðulop. Í hesum sambandi sóknast Jarðfeingi eftir frásaqgnum um skriðulop, sum eru hend seinastu 100 árini. Stovnurin heitir við hesum á fólk at hjálpa okkum við at savna inn vitan um skriðulop í Føroyum seinastu 100 árini.