Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 119 - 25. juni 2009 Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Røringur er komin í um land­ing og sølu av fiski um ávikavist Landingarmiðstøð Føroya, sum tekur sær av landing og avgreiðslu og Fiska­marknaðin Føroya, sum tekur sær av sjálvari søluni. Hetta er hent eftir, at út­ róðrarmaður herfyri segði, at landingar-og sølu­út­ reiðslur eru ov høgar í mun til tað, sum fæst fyri fiskin, nú fiskaprísirnir í longri tíð ikki hava verið serliga góðir. Útróðrarmaðurin fýltist eisini á, at útróðrarbátar noyð­ast at rinda ymisk gjøld, eitt nú barsilsgjald, til almennu skipaninar. Ikki rætt Stutt eftir, at útróðrar­mað­ urin hevði borið fram síni sjónarmið, fekk Sosialurin viðmerkingar frá Fiska­ mark­naði Føroya sum segði, at útreiðslurnar til sølu ikki eru øktar, men hava verið tær somu í longri tíð, nevniliga 0,75% av sølu­virðinum umframt byrj­u­nargjald. Tað, sum Fiskamarknaður Føroya ”gloymdi” at siga lesarunum, er, at bæði seljari og keypari rinda hvør síni 0,75% fyri hand­ ilin – ella 1,5% til­samans. Tann, sum keypir fiskin, leggur ivaleyst uppfyri síni keypsútreiðslu og keypir fiskin hesi 0,75% bíligari, so­leiðis at tað verður útróðrar-og fiskimaðurin ann­ars, sum rindar tvær ferðir 0,75%. Tað er so tað. Á hinari síðuni hevði Fiska­marknaður Føroya hug til óbeinleiðis at ”kasta” eftir Landingarmiðstøð Før­oya um møguligar øktar út­reiðslur fyri teir, sum landa og selja fiskin um hesa skipan. - Er kostnaðurin fyri at sleppa av við fisk øktur, er dýrkingin ikki at finna her hjá okkum, søgdu teir á Fiskamarknaði Føroya. Tvey feløg Í byrjanini og heilt fram til endan av 2004 vóru landing og søla í einum felag undir navninum Fiskamarknaður Føroya. Hin 1. januar í 2005 vórðu feløgini skild sund­ur, soleiðis at Land­ ing­armiðstøð Føroya kom at standa fyri landing og avgreiðslu í hesum sam­ bandi, meðan Fiska­markn­ aður Føroya bert kom at taka sær av sjálvari søluni. Øll vóru ikki samd um rættleikan í at skilja feløgini sundur, men hildu, at fe­ løgini undir einum betri kundu veita ta tænastu, sum á bestan hátt hevði komið vinnu og samfelagnum øllum til góðar. - Tá Fiskamarknaður Føroya var komin, var eg ein teirra, sum mátti við­ ganga og byrjaði at síggja, at her lógu stórir møguleikar við eini skipan fyri alla vinnuna. Mínar royndir úr vinnuni, bæði skipa- og flakavinnuni, høvdu sagt mær, at hetta á mangan hátt hevði verið ein strævin tíð. Skipini fingu ikki avrokning frá virkjunum, menninir fingu ikki avrokning frá skip­unum, og onkur út­flyt­ ari var, sum avroknaði niðri í Skotlandi. Eitt kilo av fiski var ikki eitt kilo, hvørki í Føroyum ella aðra­ staðni. Hetta sigur ein vinnu­ lívsmaður, sum Sosialurin hevur tosað við, og hann heldur, at hansara navn ikki er so avgerandi í hesum sam­bandi. Sjálvur er hann sann­ førdur um, at tað var ein skandala, sum hann tek­ur til, at uppboðssølan fór burtur úr skipanini við ársenda 2004. Ein sparigrísur Hann vísir á, at í staðin fyri at brúka pening til menning av skipanini í síni heild, hevur Fiskamarknaður Før­ oya samlað sær nógvar miljónir krónur hesi seinastu fýra árini - til at standa ímóti við, sum tað verður rópt. - Meðan arbeiðsbyrðan á uppboðssøluni er minkað við eini 40%, tá landing og avgreiðsla av hesi fór burtur úr, tekur uppboðssølan søl­ an kortini 2 x 0,75% fyri søluna. Vinnulívsmaðurin heldur onga orsøk vera hjá Fiska­ marknaði Føroya at leggja sær hesar miljónir til síðis – til at standa ímóti við, tí skipanin hevur við løg­ tingslóg ”trygd í øllum endum og kantum”, sum hann tekur til. Men tað løgnasta er, sigur hann, at umboð fyri seljarar í Fiska­ marknaði Føroya fram­vegis tvíhalda um henda ”spari­ grís”, sum hann tekur til. Hann vísir á, at fyri sam­ an­leggingina hevði sam­l­aða felagið eitt sindur at standa ímóti við, tá bakkøst komu. Dýrtíðararbeiði Vinnulívsmaðurin sigur seg væl skilja støðuna og tru­ pul­leikarnar, sum Land­ing­ armiðstøð Føroya hevur. - Við at flyta søluna til klokkan 10 á morgni, hevur Landingarmiðstøð Føroya ikki møguleikar at skilja óskildan fisk og koma við honum á marknaðin – uttan so, at farið verður av húsum á hálvari nátt til arbeiðis, tí longu klokkan 9 skulu tølini verða klár. Stendur fiskur frá eini fýra útróðrarbátum á gólv­ Alternativt uppskot: Uppboðssøla, kassar og - Tað rætta hevði verið, um vinnan sjálv fekk eina skipan upp at standa, har uppboðssøla, kassamiðstøð og nakrar fáar landingarmiðstøðir komu undir ein hatt. Grundkapitalurin skuldi verið eitt ”klikk-gjald”, sum øll vinnan var við til at gjalda. Hetta hevði verið skilabetri enn eitt tilfeingisgjald. Afturfyri kundi vinnan tá umsitið sosialu skipaninar í vinnuni fyri tað almenna. Tá høvdu vit fingið móttøkur, sum syrgdu fyri, at góðska og hagreiðing og harvið eisini prísøking altíð var optimal, sigur vinnulívsmaður, sum Sosialurin hevur tosað við Nakað av virksemi var við bryggjukantin á Toftum í morgun, tá Sosialurin hugdi fram við. Onkur línubátur og onkur trolbátur landaðu Mynd: Vilmund Jacobsen Teir eru stjórar á ávikavist Landingarmiðstøð Føroya (Kristian Fríðrik Olsen) og Fiskamarknaði Føroya (Jens Kristian Olsen) Mynd: Vilmund Jacobsen Fiskikapping á Eiðisvatni Fríggjadagin 10. juli verður fiskikapping á Eiðisvatni, har skipað hevur verið fyri fiskikapping seinastu árini. Tiltakið endar leygardagin 11. juni klokkan 12, tá fiskarnir verða vigaðir og vinnarin funnin. Størsti, næststørsti og triðstørsti fiskurin geva steyp. Fríggjakvøldið verður røða við Magna Laksáfoss, og felagssangur verður somuleiðis á skránni. Seinastu tvey árini hava eini 200 fólk verið við til fiskikappingina á Eiðisvatni, sum stuðulsfelagið hjá EB/ Streymi skipar fyri. Sum nakað nýtt verður morgunmatur seldur leygarmorgunin. 137 umsóknir til 48 pláss Tilsamans 137 vilja verða antin lærari ella pedagogur. Tað er greitt, nú umsóknarfreistin til Føroya Læraraskúla er farin. Tá ið freistin at søkja var úti vóru 67 úmsóknir til læraraútbúgvingina og 70 til pedagog. Og 24 sleppa inn á hvørja útbúgving. Umsøkjararnir fáa svar í fyrstu viku í juli. Fleiri umsóknir eru í ár enn í fjør. Tá freistin at søkja í fjør var úti, vóru 109 umsóknir. Tá varð gjørt av at leingja freistina til á Ólavsøku, og nakrar umsóknir komu afturat. Í fjør vórðu 48 tikin inn á hvørja av teimum báðum útbúgvingunum, og tey vórðu liðug við 1. árs lestur eftir royndarskipan í síðstu viku. Kelda: www.kringvarp.fo