Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 119 - 25. juni 2009 g landing undir ein hatt inum, tá fólk hjá Land­ ingarmiðstøðini koma til arbeiðis, tekur hetta ikki langa tíð, men eru dýrir tím­ar til so lítið virksemi. Tá menninir so eru lidnir at skilja, noyðast teir heim­ aftur. Tað var serliga húkavinn­ an, sum var ímóti, at feløgini vórðu skild sundur, tí mett varð, at hetta fór at ganga útyvir tænastuna og møguleikarnar at menna skipanina og fáa betri prís fyri húkaveiddan fisk. Ein orsøk til, at feløgini vórðu skild sundur, var, at kreftir innan vinnuna vóru farnar at tosa um at seta á stovn eina aðra uppboðssølu sum alternativ til verandi. Tosað varð eisini um vant­ andi gjøgnumskygni, tá eitt og sama felag hevði landing og avgreiðslu umframt søl­ una. Í dag hava vit eina rímiliga sterka uppboðssølu, men eina landingarmiðstøð, sum hevur sera ilt við at fáa endarnar at røkka – og teir røkka ikki, sum gongdin er. Áður hevði uppboðssølan tvær sølur gjøgnum dagin, men nú er bert hin eina, og hon er um morgunin, sum ger tað stundum er trupult og kostnaðarmikið hjá Landingarmiðstøð Føroya at hava fisk, sum skal seljast á gólvinum, skildan og kláran til sølu. Er fiskurin ikki skildur, tá hann verður seldur, er hugsandi, at príslegan verð­ ur tað lægri. Móttøkan á Toftum og Klaksvík eru bygdar út fyri nógvan pening, tí krøvini hava alsamt verið veksandi, bæði frá Fiskiveiðieftirliti og Heilsufrøðiligu Starvs­ stovu. Størri visjónir - Ætlanin var at fara víðari við hesi skipan og fáa standardiserað nøkur grund­leggjandi krøv í vinn­ uni, soleiðis at øll høvdu somu fyritreytir og sum elvdu til kapping, nýhugsan, góðsku-og virðisøking. Vinnulívsmaðurin sigur, at visjónin aftanfyri var eisini, at fiskurin skuldi datamerkjast, so hvør kundi keypa til sína framleiðslu, og so nógvur fiskur sum gjørligt skuldi sjálvandi skiljast. - Teir, sum ikki vóru við í tilgongdini fyri at skapa eina samlaða betri fiska­ vøru, skuldu setast á eitt síðuspor, soleiðis at jøvn og góð góðska kundi skapa áhuga hjá keyparum fyri dýrari vørunisjum og markn­aðum. Men tað, sum hendi um hetta mundið, tá útlit vóru til týdningarmiklar batar, var, at Fiskamarknaður Før­oya fór í tvey feløg, tvær um­sitingar, sum kundin sjálvandi noyðist at gjalda fyri. - Landingarmiðstøðir stungu seg upp sum hunda­ land, og at kalla eingi krøv vóru til skipanir og góð­sku­ menning. Úrslitið er, at eing­in land­inga­rmiðstøð ber seg, og næsta lág­prís­ stigið verður væl, at fiskurin fer um bryggju­kantin og av landinum. Áhugin at byggja upp góð amboð, sum kunnu betra um viðurskiftini og koma vinnu og samfelag til góðar, tykist vera minni enn áhugin fyri at úthola verandi skipan. Vinnulívsmaðurin vísir á, at ein annar dýrkandi liður er Kassamiðstøðin, ið ligg­ ur sum eitt triðja kongaríki og heldur upp á kapital. Undir ein hatt - Tað rætta hevði verið, at vinnan sjálv við vælsignilsi frá tí almenna kundi fingið eina skipan upp at standa, har uppboðssøla, kassa­ miðstøð og nakrar fáar land­ingarmiðstøðir komu undir ein hatt. Grund­kapi­ tal­urin skuldi verið eitt ”klikk-gjald”, sum øll vinnan var við til at gjalda. Hetta hevði verið skila­betri enn eitt áður um­røtt til­ feing­isgjald. Afturfyri kundi vinnan hóskandi lovað almennu myndug­ leikunum, at hon sjálv skuldi umsitið sosialu skip­ aninar í vinnuni. Á henda hátt høvdu vit fingið móttøkur, sum syrgdu fyri, at góðska og hagreiðing og harvið eisini prísøking altíð var optimal. Vinnulívsmaðurin vísir á, at íløgan tá hevði verið ein sjálvsagdur integreraður partur við sparingum, bæði í kapitalnýtslu og á rakstrarliga økinum. Hetta hevði verið ein uppboðssøla, har øll vinnan longu hevði goldið grundraksturin, og við eini slíkari skipan høvdu vit fingið bæði upsa og pelagisku fiskasløgini aftrat hinum øllum fiska­ sløgunum. - Vit høvdu samstundis fingið eitt hagtalsgrundarlag á einum stað, ein dátugrunn og sporførisgrunn, sum vinn­an og tað almenna samstarvaðu um, og hetta hevði alt verið ein nógv bíligari og betri skipan fyri vinnu og samfelag, sigur vinnulívsmaðurin, sum ikki hevur hug at vera navngivin í fyrsta umfari, nú hann fyrstu ferð kemur fram við hesum uppskoti alment. Tveir av landarunum, vit hittu á bryggjuni í morgun – annar í trucki, hin á bryggjuni og í lastini Mynd: Vilmund Jacobsen Læna 15 milliónir til húsakeyp Tórshavnar býráð fer á fundi í kvøld at viðgera eina tilráðing frá fíggjarnevndini um læna 15 milliónir krónur úr Føroya Banka at keypa bygningin í Niels Finsensgøtu, har millum annað Býarbókasavnið húsast. Tað skrivar heimasíða Kringvarpsins. Eitt felag hjá Norðoya Sparikassa eigur bygningin. Fíggjarnevndin mælir til at keypa bygningin og at taka lán í Føroya Banka. Býráðið fer á fundinum í kvøld eisini at taka støðu til eina tilráðing frá fíggjarnevndini um eitt samstarv millum kommununa og Føroya Banka um eini grannahús hjá bankanum í Niels Finsensgøtu. Sjúrður Olsen úr Fólkaflokkinum, sum er minniluti í fíggjarnevndini, hevur kravt málið á býráðsfund. Borgarstjórin og varaborgarstjórin samdust við Føroya Banka um, at kommunan umvælir húsini hjá Føroya Banka. Fyri tað fær kommunan slaka hálva millión krónur. Kostar arbeiðið meira enn tað, skal kommunan gjalda meirkostnaðin. Kommunan skal leiga húsini frá bankanum, og hon hevur síðani leigað P.f. Guðrun og Guðrun húsini fyri somu upphædd, sum tað kostar kommununi at leiga tey frá bankanum. Meirilutin í fíggjarnevndini mælir býráðnum til at taka undir við avtaluni við Føroya Banka, men tað ger Sjúrður Olsen, ikki.