hósdagur 25. juni 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stóra summarkappingin hjá Sosialinum
Send inn og vinn nógvar flottar vinningar
Summarkappingin '09
VINN FERÐASEÐLAR
Tel 34 10 00
atlantic.fo
Melda teg til Club Atlantic og
og fá sertilboð sendandi við telduposti
Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur
og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Melda til á: www.atlantic.fo
Vika 25:
Leiðin til London
8 síður við spenn
andi tilfari um
summar
Í Aalborg finst eitt
innandura spæli
land við alskyns
aktivitetum fyri
smærru børnini, og
har ber saktans til at
brúka ein dag, skuldi
veðrið ikki verið til
vildar
– Jumboland er eitt innandura
spæliland, sum er opið alt árið, og
her koma familjur við børnum millum
null og 13 ár at spæla og hava tað
hugnaligt saman, sigur Jeanette
Mærks, stjóri.
Og so kunnu foreldrini vera við í
spælinum, ella tey kunnu slappa av
og hugna sær við einum kaffimunni
ella øðrum.
Spælilandið hevur nógvar ymiskar
aktivitetir.
- Vit hava eitt nú eina ógvuliga
stóra grulviskipan, eina laborynt,
har bønini kunnu grulva, spæla
ella hoppa alt eftir, hvat teimum
nú líkar. Talan er um tað størsta av
sínum slag í Danmark. Vit hava eisini
kúlurúm, hoppiborgir og trampolinir
og minibilar. Og fyri tey eitt sindur
størri hava vit spælimaskinur, sigur
Jeannette Mærks.
Felags fyri mest sum allar aktivi
tetirnar er, at børnini fáa loyvi at
brúka kroppin og motorikkin. Og júst
hetta ger, at tað eru fleiri institutiónir
fyri rørslutarnað børn, sum vitja
javnan, har børnini fáa venjing.
Jumboland er sum nevnt innan
dura, og er tí sera vælegnað til teir
dagar, tá veðrið ikki kortini gjørdist
so gott, sum vónað.
Spælilandið er ógvuliga spennandi
fyri børnini, og tað finnast borð
og stólar, har tað ber til at eta ein
matpakka. Og tímir tú ikki ein smyrja
ein við heiman ífrá, so ber eisini til
at keypa sær okkurt heitt ella okkurt
lætt at eta inni í Jumboland.
Jeanette Mærks sigur, at foreldur
gera seg ofta út til at verða verandi
meginpartin av einum degi, tá tey
koma við børnunum, og tað er
eingin trupulleiki at halda teimum í
gongd alla tíðina.
Tá talan er um eitt innandura
spæliland, so liggur hásesongin hjá
Jumboland frá oktober til umleið
fyrsta apríl, og tað er eisini í hesum
tíðarskeiðinum, at teir flestu av
teimum 80.000 vitjandi koma.
So skulu tit til Aalborg ella har á
leið í summar, og veðrið ikki skikkar
sær sum ætlað, ber altíð til at leggja
leiðina framvið Jumboland og hugna
tykkum við børnunum.
Jumboland fyri tey smáu