hósdagur 25. juni 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýsingartilfar
Nr. 119 • 25. juni 2009
2
Tivoliið í Aalborg,
Karolinelund Park, er
eitt must fyri bæði
ung og tilkomin, sum
vitja Aalborg. Ein
ávaring, kortini. Set
ein heilan dag av
- Karolinelund Park er ein gomul
og søgulig park mitt inni í Aalborg,
og vit hava verið her í meiri enn
60 ár. Og her ber til hjá fólki at
koma inn at hugna sær við teimum
stuttleikum, vit hava at bjóða, ella
tey kunnu njóta ein góðan bita í
einari av okkara góðu matstovum.
Ella tey kunnu koma til eina av
okkara konsertum ella eitt annað
av okkara mongu tiltøkum, greiðir
parkleiðarin, Anders Petersen, frá.
Parkin er frá 1946, tá avgerð varð
tikin um at gera økið til eitt tivoli.
Tá í tíðini vóru bert stóra Tivoli í
Keypmannahavn, og so tað nýggja,
minna í Karelinelund Park.
- Teir heilt góðu dagarnar eitt
vikuskifti í summarfrítíðini kundu
tað verða eit stað millum 10.000
og 20.000 vitjandi, so tað sigur
seg sjálvt, at parkin hevur verið
serstakliga væl umtókt. Og tá í
tíðini hevur jú heldur ikki verið so
nógv annað at fara til, sigur Anders
Petersen.
Upprunaliga var økið eitt venj
ingarstað hjá militerinum, og tað var
prinsessa Karoline, sum einaferð í
1800-talinum gav hermegini staðið.
Harav navnið.
Hóast Karolinelund Park Tivoli
langt frá er líka stórt sum Tivoli í
Keypmannahavn, so finnast bæði
rutsjebanar og fríttfalls torn í parkini.
- Ja, vit hava tveir rutsjebanar,
annar nevnist Boomerangen og
hin Loopen. Teir báðir eru teir
mest populeru saman við fríttfals
torninum, og tað eru trý av teimum
tingunum, sum øll heilt einfalt mugu
royna, sigur Anders Petersen.
Tað sermerkta við Boomerangen
– sum navnið eisini gevur eina
ábending um – er, at tú koyrir úr
einum enda í hin, og so bakkar tú
aftur mótsattan veg.
Tá man sum eg ongantíð fyrr
hevði torað at roynr ein rutsjebana,
og so verður boðin ein túr sum tað
fyrsta, tá vit møta parkleiðaranum,
so torir tú stutt sagt ikki at siga nei
takk. Men eftir fyrstu sendingina,
45 gradir ella meira, so var hetta ein
fínur túrur. So góður, at vit fingu mót
at royna Loopen eisini.
Men sjálvandi finnast aðrir stutt
leikar, sum eru eitt sindur minni
ræðandi. Har er stuttliga húsið, har
eru karusellir, har eru skjótibanar, har
eru tombolaspøl. Har er stutt sagt
alt, sum tú kanst uppliva á einari
føroyskari summarstevnu – faldað
við tjúgu.
- Og so hava vit gjørt tað soleiðis
seinastu árini, at tað er ókeypis
atgongd. So ger tú sjálvur av, um
tú vil eta ein bita, ella tú keypir tær
eitt armband til okkara stuttleikar.
Ella nakrar av teimum, sigur Anders
Petersen.
Vit kunnu bara geva einum túri
í Karolinelund Park okkara allar
bestu viðmæli. Um ikki annað so
at eta eina fantastiska pylsu úr
tí – omnipresent – danska pylsu
vogninum.
Tíðin bara flýgur