fríggjadagur 26. juni 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 120 - 26. juni 2009
www.naerverk.fo
Arbeiðsøki
Fíggjarstjórastarvið er eitt nýupprættað
starv í Nærverkinum. Sum fíggjarstjóri hevur
tú beinleiðis tilvísing til Mary í Garði, stjóra,
og tú verður partur av leiðslutoyminum.
Fíggjarstjórin fær ein stóran leiklut í
almennu vælferðini. Nærverkið veitir
tænastur til borgarar við serligum tørvi,
sum búgva heima, á bústovnum ella á
sambýlum.
Títt arbeiðsøki verður avbjóðandi og vítt-
fevnandi. Tú skalt kunna hava nógvar bóltar
í luftini í senn. Og tú skalt duga at halda
høvdið kalt, tá á stendur.
Uppgávurnar spenna allan vegin frá
fíggjarlógararbeiði, fíggjarstýring og fram-
rokningum til ráðgeving og vegleiðing
internt og eksternt og íverksetan av
broytingum og nýggjum tiltøkum.
Tú fært dagligu ábyrgdina av fíggjar-,
roknskapar- og lønarviðurskiftunum í
Nærverkinum. Fíggjarstjórin skal taka sær
av umsiting av rakstrargøgnum og felags
innkeypi. Og tað verður tú, ið skal samráðast
um rakstraravtalur og keypsáttmálar og
umsita hesi.
Játtanin til Nærverkið telist millum landsins
størstu. Tað krevur hollan fíggjarligan
kunnleika. Góð samstarvsevni eru neyðug, tí
kábalin skal ganga upp.
Við uml. 1400 starvsfólkum er Nærverkið
Føroya størsta arbeiðspláss. Nærverkið
er ein landsstovnur, og fíggjarstjórin
kemur at hava sítt dagliga arbeiðspláss á
Meginskrivstovuni, ið liggur á Argjum.
Vit vænta, at tú hevur:
· Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni,
t.d. cand.polit., cand.merc. ella cand.oecon.
· Viðkomandi starvsroyndir innan
fíggjarviðurskifti
· Viðkomandi leiðsluroyndir
· Kunnleika til almenna fyrisiting
· KT-kunnleika
· Hollan málsligan førleika
Setanarviðurskifti:
Setanarøkið er Nærverkið umframt Almanna-
málaráðið við stovnum. Starvið verður lønt
ájavnt 37. lønarflokk hjá tænastumonnum
landsins, umframt 15% í eftirløn, men uttan
at talan er um tænastumannastarv. Setanar-
treytir annars verða ásettar í sersáttmála.
Tann, sum sett/-ur verður, má tola broytingar
í starvsinnihaldinum.
Starvið verður at seta skjótast gjørligt.
Send umsókn við avriti av prógvum og
viðkomandi skjølum til:
Nærverkið
Stílað:
Mary J. í Garði, stjóri
Argjavegur 26, Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Vilt tú vita meira um starvið, skalt tú venda
tær til Mary J. í Garði, stjóra á tel. 36 00 00.
Umsóknarfreist:
Fríggjadagin 10. juli 2009.
500 mió. krónur, sum skulu fíggja eldrasambýli, rakstur av røktarheimum,
heimarøkt, sambýli fyri menningartarnað, vardar verkstaðir, tænastur til
sálarsjúk og lønarútgjaldingar til øll 1400 starvsfólkini, ið starvast kring alt
landið. 500 mió. krónur, sum skulu stýrast við størsta hegni og nærlagni.
Heilsu- og sjúkrarøktEldrasambýli
RøktaRheim
HeimaHjálp
DagtilhalDØkisterapi
Bústovnar
Vardir Verkstaðir
Virknishús
Umlættingarstovnar
Sambýli fyri menningartarnað
TænasTur Til sálarsjúkheimarøkt
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 36 00 00, Faks 36 00 01, naerverk@naerverk.fo
500 milliónir krónur
Nýggi fíggjarstjórin í Nærverkinum skal stýra hesari upphædd.
Er tað tær, vit leita eftir?
Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá
tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt
Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru tríggjar deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan og Stuðulstænastan. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
jXej`i%]f
Fyrrverandi íslendski for
setin, Vígdis Finnbogadóttir
hevur játtað at vera verji hjá
tí stóru verkætlanini. Í práti
við Rás2 í dag, greiddi ein
av stigtakarunum aftanfyri
verkætlanina, Saltsilopro
jektið, Òlavur Rasmussen
frá, at Saltsiloprojektið hev
ur fingið ein altjóða kendan
protektor - verja. Talan er
um ongan minni enn fyrr
verandi íslendska forsetan,
Vígdis Finnbogadóttir, sum
var forseti Ìslands, árini
1980-1996,
sum
hevur
játtað at vera protektor fyri
Saltsiloprojektinum. Vígdis
Finnbogadóttir vitjaði eisini
í Suðuroy, tá hon var á
almennari vitjan í Føroyum
í 1987. Stigtakarnir fegnast
um, at tað hevur eydnast at
fingið ein slíkan altjóða
kapasitet til at vera verji hjá
verkætlanini. Stigtakarnir
vóna, um alt gongur væl, at
Saltsilo´in í Trongisvági
kann standa klár sum ment
annarhús fyri allar føroying
ar í 2013 ella 2014. Ágóðin
frá Jóansøkufestivalinum,
sum verður um vikuskiftið
fer óskerdur til saltsilo
projektið.
- Heris
Finnbogadóttir verjir
Saltsiloætlan
Hans Jón Thomsen er
settur sum varaskúla
stjóri í Skúlanum við
Løgmannabreyt
Frá 1. august 2009 er Hans
Jón Thomsen, Tórshavn,
settur sum varaskúlastjóri
í Skúlanum við Løgmanna
breyt.
Hans Jón er 35 ára gam
al. Hann tók læraraprógv
á Aalborg Seminarium í
1998 og hevur nomið sær
eftirútbúgvin í leiðslu og
ráðgeving.
Hann hevur arbeitt sum
lærari og ráðgevi í Føroy
um og í Danmark m.a. á
bústovnum fyri børn og
ung við sálarligum og sosi
alum trupulleikum.
Síðan 2006 hevur Hans
Jón Thomsen verið leiðari á
NSR-tænastuni á Glyvrum.
Skúlin við Løgmanna
breyt hevur fingið
varaskúlastjóra
Herluf Sørensen
hevur lagt frá sær
sum program-leiðari
í Kringvarpi Føroya
Ósemjurnar um leistin í
Kringarpinum
tykjast
aftur hava kostað enn ein
leiðarasess.
Hesa ferð hevur Herluf
Sørensen sagt upp sum
program-leiðari.
Við Dimmalætting sigur
Herluf Sørensen, at hans
ara persónligu virði og tey
hjá leiðsluni ikki sam
pakka nóg væl, og at hetta
er orsøki til uppsøgnina.
Hann leggur tó afturat,
at hóast hann gevst sum
program-leiðari í Kring
varpinum, merkir hetta
ikki, at hann fer úr stovn
inum. Ístaðin verður hann
nú verkætlanarleiðari.
Program-leiðarin
sagt upp