fríggjadagur 26. juni 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 OYGGJALEIKABLAÐIÐ Sosialurin 26. juni 2009
Handan hvørt heiðurs
merki og hvønn luttakara
liggur ein lívsleið innan
ítrótt, við miðvísari venj
ing, eldhuga og góðum
upplivingum, skrivar Sølvi
Reinert Hansen, ÍSF-forseti,
í hesari heilsan í sambandi
við at Oyggjaleikirnir verða
næstu vikuna
Teir trettandu Oyggjaleikirnir eru í
hondum, og teir verða størri enn
nakrantíð. Eini 3.200 ítróttafólk eru
við til at gera Oyggjaleikirnar til
eina ta størstu altjóða ítróttakapp
ingina í Evropa.
Síðani Føroyar vóru við á fyrstu
leikunum á Isle of Man í 1985, hava
íalt eini 1.000 ítróttafólk umboðað
Føroyar á Oyggjaleikunum, og
uppaftur nógv fleiri hava við
spenningi fylgt við leikunum her
heima.
Vit hava hesi árini vunnið 361
heiðursmerki; av hesum eru 106
gullmerki. Á Rodos, fyri tveimum
árum síðani, gjørdust vit nummar
trý í samanløgdu heiðursmerkja
kappingini við 24 gull-, 19 silvur-,
og 12 bronsuheiðursmerkjum.
Vónirnar eru bjartar hesaferð
eisini. Men samlaðu støðuna bíða
vit við at hugsa um, til leikirnir eru
lidnir. Næstu vikuna snýr tað seg
um einstøku kappingarnar hjá tí
einstaka av okkara ítróttafólkum.
Handan hvørt heiðursmerki og
hvønn luttakara liggur ein lívsleið
innan ítrótt, við miðvísari venjing,
eldhuga og góðum upplivingum.
Í Álandi í summar luttaka vit í
badminton, borðtennis, boga
skjóting, fimleiki, flogbólti,
frælsum ítrótti, golf, judo og
svimjing. Í mun til seinast eru
súkkling og triathlon ikki við
hesaferð, meðan fimleikur og
badminton eru við aftur. Her eru
summar- og vetrarítróttir, innan
dura og uttandura.
Umleið helmingurin av føroysku
ítróttagreinunum hava
møguleikan at luttaka á
Oyggjaleikunum. Hjá summunm
eru leikirnir gott ískoyti til aðrar
altjóða uppgávur, hjá øðrum eru
leikirnir størsta altjóða kappingin,
ið tey regluliga luttaka í.
Tað er hetta fjølbroytni, ið er
sereyðkennið hjá
Oyggjaleikunum. Oyggin Sark
hevur bert umleið 600 íbúgvar,
meðan Isle of Wight og Rodos
hava eini 140.000 íbúgvar. Restin av
teimum 25 luttakandi oyggjunum
hava fólkatal harímillum.
Landafrøðiliga spjaðingin er
sanniliga eisini stór. Frá fjarskotnu
oyggjunum í Suðuratlantshavi,
Falklandsoyggjunum og St. Helena,
til Cayman Islands, Bermuda og
Prince Edward Island hinumegin
Atlantshavið, og til norðurlendskar
oyggjar og bretskar.
Tað eru viðhaldsfólk, ið hava
gjørt leikirnar til afturvendandi
ferðamál. Annaðhvørt ár hava vit
høvi at ferðast til oyggjar, sum vit
annars neyvan høvdu hugsað um
at vitja. Tey, ið hava roynt at verið
við til leikirnar, hava fingið upp
livingar fyri lívið. Tann serliga
kenslan av, at vit stuðla føroyska
landsliðnum, um tað so er í
borðtennis, judo ella svimjing, og
tann serligi felagsskapurin, ið er
millum stóra føroyska hópin á
fremmandum strondum, skal
upplivast.
Og so er tað týdningurin, sum
leikirnir hava her heima. Føroysku
fjølmiðlarnir eru tiltiknir á Oyggja
leikunum fyri at siga frá leikunum í
bløðum, útvarpi og sjónvarpi.
Og tað er í grundini ikki løgið, at
so nógv verður gjørt burturúr.
Annaðhvørt ár senda vit umleið
100 ítróttafólk av landinum til
leikirnar. Vit kenna øll onkran, ið fer
til Oyggjaleikirnar, og sannlíkindini
eru stór fyri, at vit eisini kenna
onkran av teimum, ið vinna tey
umleið 40-50 heiðursmerkini.
Hóast nógvar ítróttagreinar kunnu
luttaka í kappingum, ið eru á hægri
ítróttarligum støði enn Oyggja
leikirnir, eru leikirnir einasta høvi
hjá Føroyum at senda ein so stóran
og fjølbroyttan hóp til altjóða
kapping.
Vit síggja spent fram til Oyggja
leikirnar. Her finst einki handrit.
Undirhaldið verður skapt á stað
num við góðari hjálp frá okkara 100
leikarum.
Oyggjaleikafepurin herjar aftur
Sølvi Reinert Hansen
ÍSF-forseti
Oyggjaleika-
blaðið 2009
Blaðfólk
Jákup Mørk
Heri Simonsen
Hilmar Jan Hansen
Uni Holm Johannesen
Rólant Waag Dam
Eirikur í Jákupsstovu
Útgevari
Sosialurin
Redaktørur
Eyðun Klakstein
Myndafólk
Álvur Haraldsen
Jens Kr. Vang
Hilmar Jan Hansen