Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 120 - 26. juni 2009a viðmerkingar Sangleikurin »Varmakeldunátt« er ein frálík uppliving. Hvør hevur fingið hesi annars so vanligu børnini at trína fram sum stjørnur? Ummæli Kristian Martin Petersen Mánakvøld er í Fuglafirði – ljóst og gott veður. Vestur­ skinið litar Varmakeldu­ eiðið. Hyggjandi oman yvir bygdina síggjast verur tita títt og javnt kring Ment­an­ arhúsið. Sjónleikur er í bygdini, og alt stendur eftir einum enda. Fólk skunda sær at eta døgverðan lidnan, lata seg í, sjónleikararnir møta í góðari tíð, alt meðan klokkan nærkast átta, og dyr­nar lata aftur. Frumfram­ førslan byrjar. Vit sita nú í salinum – ongir leikarar at síggja. Leik­tjøldini eru ein stór mynd, ein ljósvarpaður máln­ingur av dansandi náttar­fólki á Varma­keldu­ helluni. Nú koma leikararnir aftan úr salinum og upp á pallin, syngjandi fyrst ein sang, síðani tann næsta og triðja... Einsangur, felags­ sang­ur, tvísangur, rapp, skifti­sangir... 16 sangir og nógv drama. Løgini eru alt frá stillum sálmakendum løgum til gospel, bossanova, jazz, okk­urt kvæðakent og ymiskt harímillum ella uttan­fyri. Livandi tónleikur allan vegin ígjøgnum. Kensl­urnar í mær gerast sterkar, og eg undrist hvað­ ani sjónleikararnir koma? Hvør hevur fingið hesi annars so vanligu børnini at flyta seg úr sínum skinni og trína fram sum stjørnur – sum solosangarar, sjón­leik­ ar­ar, harðmæltir undir­hald­ arar og á allan hátt at vísa samanspæl og at vera glaðir amatørar. Leikurin er um ta legendarisku Varmakeldu og náttina, har fólk fáa heilsu­bót, tey hittast við Varmakeldu, tey leggja ástir sama­n, fólk úr øllum landinum savnast á einum staði. Í leikinum verður avdúk­að, at Varmakeldu­ stevnan hevur forðað fyri innavli – og tí er tað, at leir­ víkingar ikki hava nøs á búkinum, og gøtumenn ikki ganga við ongum oyrum. Í leikinum hoyra vit, at Dina-omma og Eivind-abbi hittust við Varmakeldu. Hann bað hana koma og fáa sær ein vatnsopa úr kelduni saman við sær. Hon segði ja. Síðani tá hava tey hildið saman. Vit hoyra um sjeik­ ar­nar í Elduvík, um Anfinn bónda og/ella reiðara, og vit ferðast í huganum bæði nær og fjar. Prógv verða løgd fyri dagin sum vísa, at Varma­ keld­an hevur mátt og megi at menna, lekja og styrkja. Serliga síggja vit hetta sein­ ast í leikinum, tá ið ein ússaligur sjúklingur verður borin fram eftir gólvinum. Brádliga er Fjørutrøllið við í leikinum, og spælið um valdið er byrjað. Meira verð­ur ikki avdúkað her. Áskoðarin má sjálvur leita sær í Mentanarhúsið eitt av kvøldunum hesa vikuna. Her hava vit sæð ein sang­leik, sum á allan hátt er ein frálík uppliving. Løgini eru sera vøkur og stuðla væl undir tekstirnar, ið bæði eru gamlir, kendir og spildur­nýggir. Tað kendist sum vátt undir fótum, tá ið vit sluppu við tí góða gamla 10-manna­ farinum Fugla­firð­ingi, vit hoyrdu livandi tutl úr Varma­keldu, vit sóu før­ oysk­an dans, kærleika, mar­menlar, romantik, skemt og alt, sum hoyrir til ein góðan sang- og sjónleik. Kanska var okkurt av hes­ um víst í filmbrotum, men eg ivaðist kortini viðhvørt og klípti meg í armin. Er tað salurin, sum livir, ella pallurin, sum ger alt livandi. Leikararnir eru úr 6.a og 6.b í Fuglafirði, Frits hevur leikstjórnað og skrivað leikin. Eyðun á Lakjuni hevur gjørt øll løgini uttan tvey. Eyðun spælir løgini saman við Bárður á Lakjuni, Jan Rúna Poulsen og Pól Wolles. Jógvan á Lakjuni og Th. Laub gjørdu hvør sítt lag. Sangirnir eru yrktir av Frits Johannesen, Hilmar Peter­sen, Petur Martin Pet­ er­sen, Alexandur Krist­ian­ sen og Hans A. Djur­huus. Kjartan Madsen skip­aði pallmyndirnar og tók filmin upp. Mortan Berjastein er teskari og búnarnar gjørdi Pia Andersen. Eyðgerð Abra­hamsen, Kjartan Sleiri og Linda Toftegaard hava eru flokslærarar, og hava sam­starvað um leikin sam­ an við Frits. Leiktjøldini eru leikararnir og ljós­varp­ aðar myndir og málningar hjá Heðin Kambsdal. Frits er ein av teimum, sum megnar at toyggja døgnið júst so langt, at hann klárar alt, sum hann setir sær fyri. Øll hini taka við tí, sum er innanfyri teir av skap­ar­anum givnu 24 tím­ ar­nar, og tá eru tveir av teim­um væl brúktir til Varma­keldu­nátt. Sangleikurin »Varma­ keldu­nátt« verður spældur í Mentanarhúsinum í Fugla­firði hvørt kvøld fram til leygarkvøldið 27. juni 20.00. Leygardagin er eisini ein sýning kl. 16.00. Atgongumerki fáast við dyrnar. Ungar stjørnur á Varmakeldunátt Jústinus Eidesgaard og Sámal Ravnsfjall í Funningsfirði Leygarkvøldið verður summarhugni í Funningsfirði við summarbáli, jóansøkurøðu, grillmati og góðum dansitónleiki. Hetta er sjeynda árið á rað at summarið, nú longsti dagur er farin aftur um, verður heilsað og hátiðárhildið. Klokkan 22 verður verður røða hildin. Tað er rithøvundurin Jústinus Leivsson Eidesgaard, sum fer at halda røðu. Hann býr og starvast hinumegin fjallið á Hellunum og er lokalkendur í bygdunum í landnyrðingshorninum á Eysturoynni. Hann fer at røða um sólina úti í rúmdini, og hvussu hon upplivist í smábygdunum kring landið og ikki minst hvussu hon eggjar inni í okkum sjálvum. Og ungdómurin verður eisini heilsaður, nú húgvur prýða vónríkar føroy­ingar og ein søtur, frekkur og romantiskur dámur kínir oyggjunum hesa flógvastu tíð á árinum. Klokkan 23.30 fer Sámal Ravnsfjall, sum eisini partvíst er ættaður úr hesum partinum av landinum, at spæla til dans við síni rustaðu og sjarmerandi rødd-. Við honum verða tónleik­arar úr Vágaverk og onkur nýggjur eisini.