fríggjadagur 26. juni 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 OYGGJALEIKABLAÐIÐ Sosialurin 26. juni 2009
- Tað einasta, eg hugsi
um, tá ið eg sikti, er at
raka gult, sigur Hans
Asbjørn Eysturdal, sum
sjey mánaðir eftir, at hann
fyrstu ferð skeyt við boga
og pílum, hevur skoti ð seg
til Oyggjaleikirnar
22 ára gamli Hans Asbjørn Eystur
dal hevur megnað nakað, sum fá
ítróttarfólk kunnu reypa sær av.
Fyri sjey mánaðum síðani royndi
hann fyrstu ferð bogaskjóting, og
nú er hann við á landsliðnum í
bogaskjóting, sum skal við til
Oyggjaleikirnar á Álandi.
Millum bogaskjúttarnar var ikki
roknað við, at tann framfýsni ungi
maðurin á Skála skuldu fara at
bjóða seg fram á Oyggjaleikalið
num, men í seinastu úttøkukapp
ingini skeyt hann seg inn í hitan –
og tað var í grundini eitt bragd av
teimum stóru.
Men hvussu í allari víðu verð
kann ein maður eftir sjey mánaðum
skjóta seg inn á eitt landslið?
- Eg rokni við, at tað er tí, at eg
havi vant nógv og havi viljað tað
nóg nógv. Eg trúgvi ikki, at tað er
nakað við át hava talent. Tú skalt
bara vilja tað nóg nógv og arbeiða
hart fyri tí, so ber tað til, sigur Hans
Asbjørn Eysturdal.
Vinmaður lokkaði
hann at skjóta
Hvussu byrjaði tað við bogaskjót
ingini?
- Ein vinmaður hjá mær spurdi
meg, um eg ikki hevði hug at koma
at royna bogaskjóting, og tað
gjørdi eg so. Og eg bleiv púra bitin
av tí beinanvegin.
- Fyrstu tíðina sigldi eg eisini, so
eg fekk ikki gjørt so nógv við skjót
ingina, men tá eg so fór á skúla, so
kundi eg rættiliga fara í holt við at
venja, og tað hevur gingið hampu
liga væl síðani.
Hvat var tað, sum fangaði teg við
bogaskjótingini?
- Tað er kanska tað, at tú skalt
arbeiða við tær sjálvum,
konsentrera teg um títt
egna og royna at betra
teg. Sjálvandi samanber
tú teg við teir, sum eru
betri enn nú, men fyrst
og fremst ræður tað
seg um at menna seg
sjálvan.
Hevur tú annars gjørt
nakran annan ítrótt?
- Eg havi verið við í
fótbólti og hondbólti,
og eg havi eisini róð
kapp. Og nú er boga
skjótingin so blivin tann
ítróttagreinin, sum eg
brenni fyri.
Hevur tú vant nógv síðani
november?
- Ja, eg havi sera nógv. Serliga
eftir at eg gavst at sigla. Tá keypti
eg mær nýggjan boga, og
kappingar vóru fram móti oyggja
leikunum. Tá vandi eg so at siga
hvønn dag, og ofta leingi hvønn
dag. Summar dagar vandi eg einar
4-5 tímar. Tá eg hevði tíð, so vandi
eg.
Ein fyrimunur við at íðka slíka
ítróttargrein er, at tú kanst venja
sjálvur, tá tú hevur hug, men krevur
tað ikki eisini sjálvdisiplin at fara
avstað at venja?
- Jú, tað ger tað. Men tá tú
veruliga vilt nakað, so verður tað
lættari. Eg segði við meg sjálvan, at
eg skuldi klára við til Oyggja
leikirnar, og tí vildi eg eisini gera
nakað fyri at blíva betur.
Náddi um gáttina
Hesar sjey mánaðirnar, síðani Hans
Asbjørn Eysturdal byrjað at skjóta
við boga og pílum, hevur hann tikið
lut í fleiri kappingum herheima.
- Um veturin eru innandura
kappingar, men míni úrslit í teimum
kappingunum vóru ikki so góð. Eg
var sjálvandi so nýggjur í ítrótt
inum, at eg kundi ikki rokna við tí
stóra. Men tá vit fóru út at skjóta,
og vit høvdu tríggjar úttøku
kappingar til Oyggjaleikirnar, tá
gekk betur hjá mær. Tað var eisini
hesar kappingar, sum eg serliga
hevði vant fram ímóti, sigur Hans
Asbjørn.
Tú segði, at tú samanbert teg tið
teir góðu skjúttarnar. Hevur tú
framvegis nógv at taka inn á teir?
- Ja, eg havi nógv eftir enn. Eg
samanberi meg framvegis við teir,
og eg royni at pressa meg, men tað
er nógv eftir enn.
Hvat roknar tú við á Oyggja
leikunum?
- Eg kenni ikki mótstøðumenn
inar, so tað er ringt at siga, men eg
vóni at kunna fáa eitt hampuligt
úrslit – helst millum 10 teir bestu.
Eg kann bara samanbera meg við
hinar skjúttarnar herheima, og har
liggi eg hampuliga væl fyri, men eg
veit faktiskt ikki, hvat eg skal vænta.
Nú hevur tú tikið lut í nøkrum
kappingum í Føroyum. Væntar tú,
at tað verður størri trýst á tær á
Oyggjaleikunum, og at tú fert at fáa
nervar?
- Tað verður sjálvandi øðrvísi,
men eg má bara royna at vera
kaldur.
Gott samanhald
hóast kapping
Hvussu er tað at vera einstaklingur
og kappingarneyti, men samstund
is liðfelagi við hinar skjúttarnar?
- Vit eru saman sum eitt lið, og vit
hava gott samanhald, men tá tú
skjýtur, so hugsar tú fyrst og fremst
um títt egna. Tú roynir at klára
nakað sjálvur, tí eingin kann skjóta
fyri teg. Vit venja nógv hvør sær,
men vit hava eisini felagsvenjingar,
og vit hava tað gott saman.
Hvat hugsar tú um, tá ið tú siktar?
- Gult. Tað er so sera einfalt. Eg
hugsi ikki um nakað, uttan at raka
pílin í gula sirkulin.
So tínir dreymar teir eru gulir?
- Ja, tað kann mann siga.
Hans Asbjørn Eysturdal hevur
eftir einum góðum hálvum
ári skoti seg frá ongum til
Oyggjaleikirnar
Mynd: Jens Kr. Vang
Dreymarnir hjá Han
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroysku bogaskjúttarnir hava verið óførir á Oyggjaleikum.
Heiðursmerkini hava verið nógv í tali, og á seinastu leikunum fingu
skjúttarnir heili 13 heiðursmerki við sær heimaftur.
Aftur hesaferð er vónir um fleiri føroysk heiðursmerki, tá ið
bogaskjúttarnir fara at kappast í teimum ymsu kappingunum.
Føroysku skjúttarnir eru væl fyri, og onkrir teirra hava ligið omanfyri
oyggjaleikametini í kappingum her heima í ár.
Óvissan er altíð, hvussu mótstøðumenninir hava ment seg, og tað
veit eingin rættiliga at siga, fyrr enn kappingarnar byrja á Álandi. Og
so snýr tað seg sjálvsagt eisini um at raka – ikki bara gula blettin á
skjótiskivuni – men eisini dagin
BOGASKJÓTING
Isle of Wight
Isle of Wight er onnur av teimum fólkaríkastu oyggjunum, sum tekur lut á
Oyggjaleikum. Isle of Wight, sum liggur góðar fimm kilometrar sunnan fyri bretska
meginlandið hevur verið ein av virknu og sterku oyggjunum á Oyggjaleikunum.
140.000 fólk búgva á Isle of Wight, og bretar hava frá victorianskari tíð brúkt oynna
sum ferðamál. Isle of Wight var eitt stutt tíðarskeið í
15. øld sjálvstøðugt kongaríki. Isle of Wight er kent fyri
gott veður, vakurt landslag og stóra Isle of Wight
Festivalin, har nógvir kendir tónleikabólkar hava
spælt.
Jersey
Góð 90.000 fólk búgva á Jersey, sum liggur stutt vestanfyri fronsku strondina.
Á Jersey tosa tey bæði enskt og franskt. Jersey liggur millum Frakland og
Ongland, og søgan hjá Jersey er eisini merkt av júst hesum. Høvuðsstaður á
Jersey er Saint Helier. Á Oyggjaleikunum seinast var Jersey mest vinnandi
oyggjasamfelagið. Ítróttarfólkini av Jersey
vunnu ikki færri enn 93 heiðursmerki, og tað
var nógv meira enn nakar annar.