Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 120 - 26. juni 2009 SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Michael Jackson gav alt hann átti Michael Jackson er farin úr tíðini og tey, ið hava keypt sær atgongumerki til mongu konsertirnar í London fáa onga uppliving. Soleiðis er deyðin. Hagar røkka hvørki atgongumerki ella sølumaskinur. Einki kann sum bráður deyði í poppheiminum fáa okkum at hugsa um lívið og tilveruna. Tí bestu poppstjørnur bera okkum boð um lív og virkni uttan íhald. Vit kunnu lurta, hyggja og uppliva, tá vit vilja. Seta fløguna í spælaran, ella leggja gomlu fornisku plátuna undir nálina. Altíð er hann har, tónleikurin, ið ríkar okkum dagin og lívið. Samstundis er henda persónliga uppliving kjarnin í poppídnaðinum. Og fyri at fáa avkast skal uppliving­ in hvørt ár gerast størri og betri enn hon var í fjør. Tí er poppídnaðurin besta ímyndin av náðileysa kapitalistiska marknaðinum. Sum stjørna skalt tú møta teim krøvum, marknaðurin setir. Eins og fleiri undan honum møtti Michael Jackson hesum beisku krøvum. Sum ein annar Peter Pan hjá Disney ella Oskar í týsku søguni um Blikktrummuna, noktaði Michael Jackson so púrasta at blíva vaksin. Men støðið hann bygdi á er longu í byrjanini skeikl­ að, tí allir tilveruligir karmar eru umgyrdir av náði­ leysu undirhaldsmaskinuni. Í eini oyðimarkar­gongd leitar hann upp seg sjálvan og finnur dreymin í Neverland. Her noktar hann framhaldandi at gerast vaksin, taka við ábyrgd og at kennast við sín holdsliga uppruna. Livandi, frælsissøkjandi og revolterandi upprunin gerast ein marrudreymur, har bert rangan vendir út. Útpurringin í Neverland kemur úr fjórða státsvaldi­ num, sum fjøtrar stjørnuna, ið akkurát megnaði at reisa seg aftur og geva hin seinasta blóðdropan – á dansigólvinum. Men ov seint var. Tær hálvthundrað útseldu mega­ konsertirnar í London vórðu útsettar, tí stjørnan í tíðini livdi uppá lánta tíð. Gjaldskáin var úti og seinasti fíggindin kravdi inn við kassa eitt. Off the Wall, Thriller, Bad, Dangerous og HIStory eru millum fimm tær mest seldu útgávur yvirhøvur. 750 milliónir plátur eru farnar um diskin kring heimin og 13 sangir gjørdust nummar eitt. Longu 11 ára gamal vígdi hann sítt lív til poppin, legði lunnar undir stig og stev í nútímans dansi og skapti hugtakið musikkvideo, tá MTV kom fram. Mest av øllum nam hann øll, ið vildu broyta heimin og ójavnan millum rík og fátæk. Hann gav alt hann átti, men tað var ikki nóg mikið. Michael Jackson skrivar seg inn í náðileysu søguna, har Hank Williams, Elvis Presley og Kurt Cobain longu undan honum hava skorið sítt navn – við hjartablóði. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00-20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Nú eitt kvøldi fekk eg borið eina tjúkka bók inn um hurðina. Hetta var ”Orðabókin” eftir okk­ ara fremsta málfrøð­ingi Jóan Hendrik Winther Poulsen Til lukku Jóan Hendrik: Sjálvur skal eg skal ikki ummæla hesa bók, tí tað hava onnur, sum eru betur før fyri tí, longu gjørt, og hevur hon bara fingið góð ummælir. Fyri meg er hetta allar helst ein tann størsti bókligi dýrgripur, sum er komin inn um mínar dyr. At fleiri eru samd við mær, vísir langi listin, fremst í bókini, av teimum sum vildi heiðra høvundanum, og kennist tað sum ein stórur heiður, at mítt navn telist millum hesi. Samstundis ynski eg Jóan Hendrikki hjartaliga til lukku við sjeytifimm ára degnum, og beri eg honum øll góð ynskir framyvir. Vónandi heldur hann á nógv ár afturat, at skriva í svørtu bókina. Frálíkt hevði tað verið, um ”Orðabókin” eisini kom út á fløgu. Takk Eyðun: Mong hava gjørt eitt megnar arbeiði fyri okkara mál, og er tað ógjørligt at nevna tey øll her, men ein er, sum eg vil takka fyri, at hann av og á kemur við stuttum og beinraktum viðmerkingum og rætt­ leiðingum til okkara mál í fjølmiðlunum, og tað er Eyðun á Borg. Stóra gleði havi eg havt av hansara viðmerkingum, eg sum ikki eri nakar serfrøðingur í okkara máli, men sum hóast tað beri alsk til tað. Vit kenna flest øll søg­ una um okkara móður­mál, har menn og kvinnur tóku seg saman at verja tað og bjarga tí í tøkum tíma, hóast stóra mótstøðu frá ymiskum niðurbrótandi kreftum her á landi. Fólkafundurin í Føgrulíð um hvítisunnuna sigur frá einum parti av hesari søgu. Máltínarar: Umframt at okkara mál er undur stórum útlendskum trýsti serliga av donskum og enskum, eru tað eisini her á landi niðurbrótandi kreftir, sum eg helt vóru útdeyðar fyri nógvum árum síðani, men sum nú vísa seg at stinga seg upp aftur sum illgras, og royna av øllum alvi at tína og sorla alt, sum okkara mál­ kønu hava lagt alla sína orku í at bygt upp. Orsøkin til, at eg treiv í pennin hesuferð var, at ein av hesum máltínarum, sum skal eitast at vera lærari í okkara fólkaskúla, í illsinni gav Eyðuni á Borg boð um, at hesin skuldi tiga, og gevast at skriva. Frekleikin hjá hesum máltínarabólki hevur eftir øllum at døma einki mark, og fíra tey ikki fyri at skerja bæði tali og skrivifrælsi hjá hampa fólki. Góði Eyðun, halt endi­ liga áfram at koma við tínum viðmerkingum og rættleiðingum, sum vit øll hava brúk fyri, og lat teg ikki tøla og múlabinda at slíkum ódemokratiskum níðingskreftum, sum leggja líka vertin á hvat lagnu okkara móðurmál fær! Málrøkjarar og Máltínarar! kv@olivant.fo Kai Vágfjall Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Flottir heildekkandi hjálm­ar við allergivinarligari bjálving og løttum­ lási til høkureim­. Klárt glas, ið ikki skøvast. Góðkendir til m­otorsúkklu og tí eisini væl egnaðir til knallert og skutara. Fáast í fleiri litum­ og støddum­. ...tá ið prísurin eisini er avgerandi! fastir, lágir prísir á dekkum og felgum Summardekk 175/65-14 ........................... úr 620,- 195/55-15 ........................... úr 775,- 195/65-15 ........................... úr 795,- 205/55-16 ........................... úr 890,- 205/40-17 ........................... úr 965,- 225/45-17 ........................... úr 995,- 225/40-18 .......................úr 1.290,- 235/35-19........................úr 1.710,- Prísdømi 790,- einans