Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. juni 2009 OYGGJALEIKABLAÐIÐ 11 Hitra Hitra er grannaoyggj hjá Frøya í Suður-Trøndlags fylki í Noregi. Hitra er 680 ferkilometrar til støddar, og har búgva umleið líka nógv fólk, sum á Frøya, nevnliga 4.145. Á gomlum norskum máli var Hitra nevnd ”Hitr” ella ”Hitrar”. Navnið merkir ”tikið frá meginlandinum”. Ein persónur verður nevndur ein ”hittterværing” í Noregi. Eins og á grannaoyni, Frøya so er fólkatalið eisini nógv minkað á Hitra síðani 1946, tá fólkatalið var uppá tað hægsta. Tó hevur minkingin ikki verið so ógvuslig, sum á Frøyar. Í 1946 búðu 5.376 fólk á Hitra, so talan hevur verið um eina afturgongd uppá 1.230 fólk, meðan Frøya er minkað við yvir 3.000 fólkum, síðani 1946. Man Tað var á Man, at alt oyggjaleikavirksemið byrjaði. Fyrstu oyggjaleikirnir vóru á Man í 1985. Man liggur í írska havinum miðskeiðis millum Írland og Ongland. Man er eitt sjálvstýrandi land, sum hevur tilknýtið til Stórabretland, men Man er ikki partur av tí, sum verður nevnt Stórabretland. Elizabeth 2. er drotning, men á Man hevur hon heitið: ”Lord of Mann”. Uttanríkismál og verjumál vera útførd av Stórabretlandi. Man er ikki partur av ES, men manbúgv­ ar hava eitt ávíst tilknýti til ES, tá talan er um frían flutning av vørum. Man hevur tríggjar høvuðsvinnu­vegir, fíggjarvirksemi, ferðavinnu og landbúnað. Manbúgvar høvdu eitt tungumál, sum var nevnt manx. Manx doyði út í 1974, tá tann seinasti sum dugdi málið, Ned Madrell doyði tann 27. desember í 1974. Føroyameistarin í amboðs­ fimleiki, Rósing Dam, hev­ur góðar vónir fyri Før­oyar og seg sjálvan á oyggjaleikunum í ár. – Tá vit kappaðust á Man, fekk eg tríggjar silvur. Eg eri betri fyri enn nakrantíð fyrr, so eg royni sjálvandi at fáa gull, sigur 20 ára gamli havnarmaðurin Tað er øgiliga heitt inni í venjingar­ hølunum í Álakeri, tá vit koma inn. Ein lágvaksin, men óvanliga tætt­ bygdur unglingi tekur ímóti okkum. Hann greiðir frá, at hann júst hevur fingið frí, har hann lærir. Nú hann er komin at hitta Sosialin í venjingar­ hølinum. Ein stórur bygningur, sum seinastu fáu árini hevur verið venjingarhøli hjá amboðs­fim­leikar­ um. Tað er rættiliga óruddiligt inni millum hvítu veggirnar, og so hanga ringar úr loftin, umframt at eitt slag av heyggi mitt á gólvinum, so tað sær onkursvegna eitt sindur rátt út. Fimleikararnir hava altíð havt rímilig ella góð úrslit á Oyggja­ leikum, og við hesi høllini, har um­ støðurnar eru betri enn tær hava verið, er heilt skjótt at spyrja føroya­ meistaran, sum skuldi verið tann sterkasti føroyingurin, hvat hann væntar á Oyggjaleikunum. – Tá vit kappaðust á Man, fekk eg tríggjar silvur, so raki eg ein góðan dag, verður tað minst tað, sigur Rósing Dam, og greiðir frá, at hetta var til einar lítlar Oyggjaleikir hjá fimleikarum, sum vórðu hildnir á Man, tí Rhodos ikki hevði nakran fimleik. Síðan greiðir hann frá, hvussu gekk í Hetlandi í 2005, tá hann bara var 16 ára gamal. – Eg haldi eg fekk tríggja medalj­ ur. Eina gull og tvær silvur. Tað var alt fyri lið, sigur hann, meðan hann ger seg kláran at fara á barrina, har myndamaðurin vónar at fáa eina mynd. Venja nógv Meðan vit eru í høllini, sum nú er blivin eitt sindur kaldari, tí ein skógv­ ur er settur millum hurðina út í tún, greiðir Rósing frá, at hann og hinir fimleikararnir hava vant øgiliga nógv í seinastuni. – Vit hava vant hvønn dag hesar seinastu vikurnar. Og vit eru væl fyri at fara. Nú royna vit so at trappa eitt sindur niður, áðrenn vit fara av­ stað, greiðir hann frá. Tað sæst onkursvegna á fimleik­ ara­num, at stóra hæddarpunktið í ítróttini í ár nærkast, meðan hann byrjar at greiða frá, hvør hansara partur er. – Eg eri við í tíggju ymiskum kapp­ingum, sum kunnu geva medaljur, so sjálvandi verður tað spennandi at fara, heldur hann. Javnir føroyingar Hóast Rósing Dam er føroyameistari í amboðsfimleiki, so heldur hann ikki, at liðfelagarnir eru nakað aftan­ fyri seg. – Kanska eg eri betri, tá tað kemur til besta miðalúrslitið við teimum ymisku amboðunum, men vit eru rættiliga javnir. Vit hava ymisk­ar greinir, sum vit klára á ymisk­an hátt, og vit eru allir væl fyri at fara avstað, greiðir hann frá, áðrenn hann fer í ringarnar og bóltar eitt sindur. Tá hann kemur niður á »heyggin« úr ringunum peikar hann á gólvið. – Vit ynskja okkum sjálvandi eitt ordiligt høli, har tað til dømis er møguleiki fyri at hava eitt gólv, sum er tólv ferðir tólv metrar, men vit royna at klára okkum við hesum, sigur hann, og hyggur framvegis at gólvinum, sum at síggja til er einar fimtan ferðir tveir metrar. Rósing luktar gull Tey 12, sum fara á Oyggjaleikir í fimleiki fyri Føroyar, kunnu næstan rokna við, at hava tyngri rundan um hálsin, tá tey koma heim í mun til nú. Vónirnar eru serliga til menninar, sum tá Oyggjaleikir hava verið, hava megnað rættiliga nógv. Føroyska mansliðið er mannað við rættiliga jøvnum fimleikarum, og tí kann hugsast, at okkurt gott liðúrslit eisini verður at síggja. Størstu kappingarneytarnir hjá monnunum verða helst Man og Jersey, sum fyrr hava verið sterk, men sum Føroyar væl kunnu klára seg ímóti. Hjá kvinnunum sær heldur verri út. Barmuda, sum ikki hevur nakrar menn við, hevur eitt ógvuliga sterkt kvinnulið, men tað er sjálvandi eisini møguleiki fyri, at føroysku kvinnurnar fáa nøkur heiðursmerki. Fimleikur eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu Hesi umboða Føroyar í fimleiki á Oyggjaleikum Fróði Mortensen Gutti Harryson Høgni Rúnason Øster Jóni Brandson Christiansen Rósing Dam Øssur Debes Eiriksfoss Anita Knudsen Fossdalsá Durita Sigmarsdóttir Davidsen Fríðhild Reinert Norðgerð Katrin Sólrunardóttir Wardum Kristina Toftegaard Silja Højgaard FAKTA Tá 20 ára gamli Rósing Dam er liðugur við ringar og øll hini tingini, so hevur hann havt møguleika fyri 10 heiðurs­merkjum Mynd: Álvur Haraldsen