fríggjadagur 26. juni 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 120 - 26. juni 2009a
Tað hevur ligið í
luftini hesa seinastu
vikuna, eftir at Rósa
Samuelsen gav Heðini
Mortensen lyfti um,
at kommunan fær
stuðul frá landinum,
at býráðið fór at sam
tykkja nýtt røktar
heim yviri við Strond
BOÐANESHEIMIÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tórshavnar býráð hevur
leingi arbeitt við ætlanunum
um eitt røktarheim yviri við
Strond. Upprunaliga varð
ein kapping um projektið
útskrivað, og ein donsk
arkitektafyritøka vann hesa
kapping. Men prísurin var
einki at rópa hurrá fyri,
umleið
tvær
milliónir
krónur fyri hvørja búeind.
Síðani tað hava fleiri
teknistovur verið frammi
við nýggjum verkætlanum,
har prísurin varð skorin
niður í helvt. Onkur av hes
um
verkætlanum
hevur
verið umrødd her í blaðnum
áður.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, hevur alla tíðina víst
á, at sum tíðirnar eru, megn
ar kommunan ikki sjálv at
fremja hesa byggingina.
- Sjálvt um vit ofta hava
tikið
uppgávurnar
hjá
landinum á okkum, so eru
fíggjarligu líkindini í dag
soleiðis, at vit ikki megna
hesa byggingina einsamall
ir, hevur Heðin Mortensen
áður sagt í Sosialinum.
Í síðstu viku frættist so, at
Rósa Samuelsen, almanna
málaráðharri, á fundi við
borgarstjóran í Havn hevði
lovað Heðini Mortensen, at
hon vildi syrgja fyri, at
kommunan fekk stuðulin,
sum lógin ásetur, um farið
verður undir at byggja
røktarheim í kommununi.
Staðfestur tørvur
30. apríl í ár hevur løgtingið
samtykt nýggja lóg um
studningslán til bygging av
ellis-
og
røktarheimum,
sum heimilar kommunu
num at fáa upp til 50% av
byggikostnaðinum í stuðli,
tó í mesta lagi 700.000
krónur fyri hvørt búfólk.
Lógin áleggur Almanna
málaráðnum at viðgera um
sóknirnar við grundarlagi í
tørvinum á eldrabúplássum
í økinum.
Tørvurin á røktarheims
plássum í Suðurstreymi fer
sambært hagtalsmetingum
hjá Hagstovuni helst at
økjast í framtíðini. Sum er,
eru 145 persónar visiteraðir
til eldrabústovn, og av
teimum hava umleið 75
bráðneyðugan tørv.
Almannamálaráðið hevur
í skrivi til KSF og FKF
(kommunufeløgini) heitt á
kommunurnar um innan 1.
juli at koma við umsóknum
um stuðul til røktarheims
bygging.
Sambært meting, sum
teir báðir samgonguflokkar
nir í Tórshavnar býráð hava
gjørt, eigur kommunan at
byggja røktarheim til 64
búfólk, treytað av, at landið
veitir stuðul til helvtina av
byggikostnaðinum.
Boðanesheimið
Sosiala nevnd mælti eftir
fund tann 9. juni til, at søkt
varð um stuðulslán til
bygging av 64 búeindum
yviri við Strond.
Samstundis varð heitt á
umsitingina at gera eina
byggiskrá til ætlaða røktar
heimið og at játtaðar vórðu
200.000 krónur til hetta
endamál.
Fíggjarnevndin samtykti
17. juni at mæla býráðnum
til at taka undir við sosialu
nevnd.
Á býráðsfundinum í gjár
kvøldið vóru tað bert Halla
Samuelsen, forkvinna í sosi
alu nevnd, og Inga Dahl, ið
var á fundi fyri Jan Christi
ansen, ið tóku orðið.
Halla Samuelsen heitti á
allar býráðslimir um at taka
undir við tilmælinum, með
an Inga Dahl heitti á býráðið
um at geva heiminum eitt
navn, so tað slapst undan
ivamálum, tá heimið verður
umrøtt.
Tað kom eisini fram, at
Jógvan Arge longu hevur
skotið upp, at heimið verður
nevnt Boðanesheimið, og
tað tóktist, sum býráðslimir
dámdu væl hetta heiti.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, vísti á, at tað er um
ráðandi, at fáa sent um
sóknina inn áðrenn tíðar
freistin er úti, tí fleiri aðrar
kommunur – eitt nú Vágs
og Klaksvíkar kommunur
– hava boðað frá, at tær
ætla at fara undir eldrabygg
ing í nærmastu framtíð.
Halla Samuelsen, for
kvinna í sosialu nevnd, fegn
ast um, at uppskotið varð
einmælt samtykt.
- Tað fløvar at kenna, at
alt býráðið er samt um hesa
ætlanina,
sigur
Halla
Samuelsen.
Færri fáa krabbamein
Í mong ár hava hagtølini hjá danska Heilsustýrinum víst, at altsamt fleiri danir
hava fingið staðfest krabbamein, men nú vísa tey nýggjastu tølini, at gongdin
er vend. Tølini hjá Heilsustýrinum vísa, at í 2007 vórðu 32.511 nýggir
tilburðir av krabbameini staðfestir. Tað var heldur meiri enn árið fyri, men
verður vøksturin í fólkatalinum tikin við í roknistykkið, er tann keðiliga
gongdin steðgað, sigur Heilsustýrið. Hans Henrik Storm, sum er yvirlækni hjá
danska krabbameinsfelagnum, sigur við DR, at tað er ov tíðliga at klappa enn,
tí tað er neyðugt at kanna tølini í nøkur ár afturat, áðrenn tað ber til at siga við
vissu, at gongdin er vend. Jakob Axel Nielsen, heilsumálaráðharri, fegnast um
tey nýggju tølini og sigur seg vóna, at tann jaliga gongdin fer at standa við.
Grønland býtast í vinnuøki
Í Grønlandi hevur flokkurin IA nú skotið upp at býta landið sundur í
fimm partar, tá talan er um at leggja ætlanir fyri arbeiðsmarknaðin og
búskapin. Tað var formaðurin, Kuupik Kleist, sum kom við uppskoti
num á landsfundinum hjá IA í býnum Paamiut í gjár. Í røðu síni fyri
landsfundinum segði Kuupik Kleist, at tað er umráðandi at menna
arbeiðsmarknaðin og búskapin eftir teimum fyritreytunum, sum eru
kring landið. Hann legði dent á, at IA vil hava alt fólkið til at taka lut
í orðaskiftinum um ætlanina. Tey fimm økini, sum IA skýtur upp, eru
Eysturøkið, Suðurøkið norður til Paamiut, Miðøkið frá Nuuk til
Kangaatsiaq, Diskovíkin og Norðurøkið.
Býráðið samtykt Boðanesheimið
Í morgin skipar
Eystur kommuna fyri
tiltaki á bryggjuni,
har íslendingar,
sum eru á vitjan í
Føroyum, fáa høvi at
heilsa upp á gøtufólk
og onnur. Um kvøldið
verður døgurði í
Gøtubráð
Gøta
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyrrverandi Gøtu komm
una, sum saman við gomlu
Leirvíkar kommunu myndar
Eystur kommunu, fær nú
vitjan úr Vestmannaoyggjum
í Íslandi.
Gøta kommuna hevði
vinarbýarsamband
við
Vestmannaoyggjar, og nú
fleiri fólk úr bjargingar
feløgum í oyggjunum eru í
Føroyum, vilja gøtufólk
gjarna vísa grannafólkinum
fyri vestan sítt gestablídni.
Meðan
gamla
Gøtu
kommuna hevði vinarbýar
samband við Vestmanna
oyggjar, hevði Leirvíkar
kommuna eitt nú vinar
býarsamband við Borgar
fjørðin í Íslandi.
Hesi sambond ”yvirtekur”
Eystur
kommuna,
nú
kommunurnar báðar eru
lagdar saman í eina eind.
Gøtumaðurin,
Martin
Juul Jarnskor, hevur eins og
fleiri onnur gøtufólk havt
rættiliga gott samband við
fólk í Vestmannaoyggjum,
og sum skilst, er tað ikki
minst hann, sum er íspinn
arin til, at Eystur kommuna
leygardagin fer at skipa fyri
tiltaki í Gøtu fyri íslendsku
gestunum.
Hanna Jensen, sum er
formaður í trivnaðarnevndini
hjá Eystur kommunu, sigur,
at tey fegin vilja, at borgarar
í Gøtu fáa samband við
íslendingarnar, nú teir kortini
eru á vitjan í Føroyar, her teir
hava ferðast um oyggjarnar í
bjargingarbátum.
- Vit ynskja at vísa hesum
fólkum blíðskap og fara tí
leygardagin klokkan 14 at
skipa fyri móttøku við
Torvaldskassi, har neystini
standa omanfyri bryggjuna.
Við móttøkuna fer onkur at
siga nøkur orð, her verður
sangur og okkurt til matna.
Høvi verður sjálvsagt eisini
til prát og samveru. Seinni
um
kvøldið
bjóða
vit
íslendingunum til døgurða í
Gøtubráð, sum er eldra
sambýlið í Norðragøtu.
Hanna vísir á, at gøtufólk
hava eisini skipað so fyri, at
íslendingarnir
sleppa
at
búgva privat hjá fólki í
Gøtu í tveir dagar.
- Vit hava soleiðis útvegað
hesum fólkum pláss hjá
privatfólki ymsastaðni í
bygdini, og kanska endar
onkur eisini í Leirvík. Einar
10 konur hjá hesum monn
um koma heim úr Íslandi
við flogfari í dag, og hesar
koma so eisini at gista
privat í Gøtu – saman við
monnum sínum.
Formaðurin í trivnaðar
nevndini í Eystur kommunu
sigur, at tey við hesum vilja
vísa íslendingum gesta
blídni, sum grannarnir fyri
vestan sjálvir eru so óførir
til, tá føroyingar vitja har
yviri.
- Á hesi ferðini í Føroyum
eru eingi kommunal umboð
við úr Vestmannaoyggjum,
men vit í Eystur kommunu
vóru í oyggjunum á vitjan
síðsta heyst í sambandi við
okkara
kommunusaman
legging.
Hanna Jensen sigur, at
nært samband hevur verið
millum Gøtu og Vest
mannaoyggjar í nógv ár, og
tað er ikki so sjáldan, at
fólk úr oyggjunum – bæði
ungdómar og vaksin – hava
arbeitt í Gøtu í summar
frítíðini. Haraftrat hevur
nært samband verið millum
fótbóltsfeløgini í Gøtu og
Vestmannaoyggjum.
- Vit eru sera fegin um at
fáa hetta høvi, sum vit halda
hevur stóran týdning fyri
framhaldandi
sambandið
millum Gøtu og Vestmanna
oyggjar, leggur hon aftrat.
Íslendingar gista privat í Gøtu