fríggjadagur 26. juni 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 OYGGJALEIKABLAÐIÐ Sosialurin 26. juni 2009
- Vit vóna, at vit kunnu fáa
eitt gott úrslit, soleiðis,
at føroysku miðlarnar
kunnu vísa ítróttinum ans,
sigur Oskar Eiriksson,
sum er við í føroyska
landsliðshópinum í golf
Í drúgv áramál stuðlaði hann
føroyskum fótbóltsleikararum frá
síðulinjuni. Hann var eyðkendur í
HB-húsinum við trummuni, og
serliga til fótbóltslandsdystir, har
hann var ein av oddamonnunum í
12. manni. Í komandi viku verður
hann eisini við í føroyska ferða
lagnum, sum fer til Oyggjaleikirnar
á Álandi. Men hann hevur hvørki
trummuna ella andlitsmálingina við
í viðførinum. Hinvegin er golf
stavurin við.
Oskar Eiriksson fer í komandi
viku at umboða Føroyar í golf á
Oyggjaleikunum. Tað er fyrst og
fremst í eini roynd at økja um
áhugan fyri ítróttini millum føroy
ingar, at seks leikarar í komandi
viku taka dystin upp við aðrar
oyggjarbúgvar.
Vekja áhuga fyri golf
Fyri góðum seks árum síðan varð
skipað fyri einum degi á Glyvurs
nesi á Argjum, har øll áhugaði
kundu fáa undirvísing í golf. Oskar
Eiriksson tók lut í tiltakinum, og
hann varð beinanvegin bitin av at
sláa lítla og hvíta bóltin frá holi til
hol. Hann keypti sær skjótt eitt
venjingarsett, og hann hevur vant
miðvíst síðan. Áhugin fyri ítróttini
er tó fleiri ára gamalur, tí hann sum
smádrongur nýtti nógva tíð upp á
minigolf.
Men hóast hann seinastu seks
árini hevur spælt golf dagliga, tekur
hann lut á Oyggjaleikum fyri at
læra.
– Tað gera vit allir, tí hetta er bara
triðju ferð, at føroyskir golfspælarar
eru við. Vit vóna, at vit kunnu fáa
eitt gott úrslit, soleiðis, at føroysku
miðlarnar kunnu vísa ítróttinum
ans. Tað er okkara vón, at fleiri
føroyingar fara at spæla golf. Mál
setningurin er at lyfta okkum av
aftasta plássinum, sum hevur verið
úrtøkan hjá okkum higartil, men
tað verður sera torført. Vit fara í
øllum førum at stríðast fyri tí, sigur
Oskar Eiriksson.
Føroyska manningin, sum skal
umboða Føroyar í golf á Oyggja
leikunum, hevur ongantíð verið
størri enn hesaferð. Talan er um
fimm fólk, og fyri fyrstu ferð er eitt
konufólk við. Umframt Oskar
Eiriksson eru Rói Christiansen,
Jónfinn Thomassen, Janus Norð
berg og Finngerð Sólbjørg úttikin.
Væl fyrireikaðir
Tað hevur ikki verið møguligt hjá
føroyska landsliðshópinum at vant
saman seinastu tíðina. Rói Christ
iansen og Jónfinn Thomassen eru
báðir búsitandi í Danmark, og
Finngerð Sólbjørg hevur fyribils
sett sær búgv í London. Men heima
í Føroyum hava Oskar Eiriksson og
Janus Norðberg fyrireika seg á
besta hátt.
– Vit hava runnið á maskinunum í
Yndi, og á páskum vóru vit í Dan
mark og spældu saman. Áðrenn
leikirnir verða settir, fara vit eisini at
spæla á vøllunum á Álandi, so vit
eru væl fyrireikaðir, sigur Oskar
Eiriksson.
Men hvør føroyingur fer serliga
at standa seg væl, væntar tú?
– Eg má fyrst og fremst nevna
Róa Christiansen. Hann hevur
staðið seg sera væl, og vónandi fer
hann at gera seg galdandi. Vit hava
kunnað okkum væl um mótstøð
una, og tað vísir seg, at fleiri eru á
veg at gerast yrkisleikarar, so tað
verður ikki lætt, staðfestir Oskar
Eiriksson.
Golf skal á breddan
Golf er ein av minni og nýggjaru ítróttargreinunum í Føroyum, og
enn hava golfspælararnir ikki gjørt vart við seg í kappingunum á
Oyggjaleikunum. Hesaferð fara 5 golfspælarar avstað til Oyggjaleikir,
og teir ælta at gera vart við seg. Men roknast kann ikki við, at
golfspælararnir fara at blanda seg upp í heiðursmerkjastríðið.
GOLF
Hesi umboða Føroyar
í golfspæli
Oskar Eiriksson
Rói Christiansen
Jónfinn Thomassen
Janus Norðberg
Finngerð Sólbjørg
FAKTA
Oskar Eiriksson
Grønland
Grønland er so mikið stórt, at hini 24 oyggjasamfeløgini, ið taka lut á oyggjaleikunum
høvdu øll passað inn í grønlendska innlandsísin. Grønland er heilar 2.166.000
ferkilometrar til støddar, men tað búgva bert 56.000 fólk í Grønlandi. ÌSF gjørdi eitt
stórt arbeiðið fyri, at Grønland kundi gerast partur av oyggjaleikunum, tí summi
umboð fyri aðrar oyggjar hildu, at Grønland var ov stórt í
stødd til at kunna roknast sum oyggj, og taka lut á
oyggjaleikunum. Grønland hevur júst fingið eina nýggja
sjálvstýrislóg, bert 30 ár aftaná teir fingu heimastýrislógina.
Grønland er eins og Føroyar nógv tengt at tí, sum sjógvurin
gevur.
Guernsey
Ermasundsoyggin, Guernsey er bert 78 ferkilometrar til støddar, men har
búgva heili 65.500 fólk. Veðurlagið er rættiliga gott á Guernsey. Talan er um
mildar vetrar og sólríkt á sumri. Heitastu mánaðarnir á Guernsey eru august
og september, har miðalhitalagið liggur um tey 20 hitastigini. Kaldasti
mánaðin er februar, har hitastigini liggja um tey seks
stigini í snitt. Nógv fíggjarvirksemi er á Guernsey.
Bruttotjóðarúrtøkan fyri hvønn guernseybúgva liggja
um teir 40.000 amerikonsku dollarnar, so Guernsey er
avgjørt millum tey ríkastu samfeløgini í heiminum.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen