fríggjadagur 26. juni 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 120 - 26. juni 2009 ]
Ræðuligt
Símun Rógvi Hansen
hevði tvær vitalar bjarg
ingar eftir steðgin, men
fyrst og fremst varð hann
sjónligur, tá B36 javnaði
til 2-2.
– Hatta var ræðuligt.
Eg rópi nakað seint á
Hans, sum bukkar seg
undan bóltinum, og so
missi eg upp á onkran
máta bóltin, sum fer
beint í málið, staðfesti
Símun Rógvi beint eftir
dystin.
Men tit eru framvegis
átta stig á odda. Hevur
tað ikki nakað at siga í
kvøld?
- Tað er sjálvandi gott.
Men tað er bara ikki nóg
gott, at hasin bólturin
slapp at ferðast í málið,
segði HB-málverjin.
-mørk
Ónøgdir
Hóast
B36
sambært
stigatalvuni
var
lítli
beiggin í uppgerðini, var
Herbert í Lon Jacobsen
alt annað enn nøgdur um
javnleikin hóskvøldið.
- Eg eri ræðuliga
ónøgdur. Eg haldi ikki,
at teir skapa sær nakrar
veruligar málmøguleikar
yvirhøvur. Teir koma at
baklinjuni viðhvørt, og
teir skora so hasi bæði
málini, men í aðrar mátar
sita vit á tí mesta, og eg
eri øgiliga skuffaður um,
at vit ikki klára at avgera
dystin, segði Herbert eft
ir dystin.
Tit tykjast vera komnir
ígongd eftir fleiri tap á
rað. Er tað keðiligt, at
summarsteðgurin kemur
júst nú?
- Tað er tað kanska. Vit
hava kanska ikki vunnið
nóg nógv, men vit hava
ikki tapt í fýra dystir, so
kanaska skuldu vit ikki
havt nakran steðg nú.
Men í kvøld skuldu vit
altso havt vunnið øll
stigini, og tað irriterar
meg, segði Herbert í Lon
Jacobsen.
-mørk
Undirhaldsvirðið
var fleirfalt tað, sum
atgongumerkini til
grannauppgerðina í
Gundadali kostaðu.
Men tað stendur
framvegis á jøvnum,
nú tvey av teimum
trimum sløgunum
um Havnina eru
spæld
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Undirhaldsvirðið
fæst
neyvan betri enn tað sama í
føroyskum fótbólti.
Grannauppgerðin millum
HB og B36 hóskvøldið var
ein sannur klassikari av tí
slagnum, sum viðhaldsfólk
hjá báðum pørtum uttan iva
fara at tosa nógv um kom
andi dagarnar, vikurnar og
kanska mánaðirnar. Við all
ari virðing fyri kvennkyn
inum, so var talan um sann
an mannfólkadyst.
Vøkur mál, løgin mál,
kolldømd mál, hópatals
nærdystir, harðar tacklingar,
høg leikferð og ein ótrúligur
intensitetur vóru kryddið í
grýtuni, sum tó tók sína
lítlu løtu at koma upp á
kók. Men tá fyrsta korterið
var farið, stóð dramatikkur
og spenningur á skránni
fyri rest.
HB hvassari
Fyrstu løtuna skuldu liðini
líka sum finna seg til rættis
á vøllinum, og uttan tann
heilt
stóra
dramatikkin
kendu tey eftir, hvussu
hvassar tenn mótstøðupart
urin hevði.
B36 var liðið, sum royndi
seg við einum meira agress
ivum pressi á miðvøllinum,
men neyvleikin tóktist tó
vanta í avgerandi støðun
um.
Og í avgerandi støðunum
tóktist HB eisini vera liðið,
sum var hvassari, og sum
dugdi betur at sveiggja
hamaran, tá møguleikin var
til tess.
Fyrra málið var klokku
klárt dømi um hetta, tá B36
gav Andrew av Fløtum
pláss og tíð at venda, og við
2-1 málið bakkaði verjan
fyri Pálli Mohr Joensen,
áðrenn Andrew sjálvur stóð
sera ómarkeraður, tá hann
endaði álopið.
Men í báðum førum var
altso talan um støður, har
HB hevði klassan til at gera
sær dælt av teimum fáu
mistøkunum, sum grannar
nir framdu, og frá 2-1 til
droppið, sum kostaði 2-2,
sat HB á dystinum.
Agressivir tikarar
Tað kann væl vera, at HB á
stigatalvuni hevði dupult so
stóra úrtøku, sum B36. Og
tað skuldi eisini eitt dropp
til, áðrenn B36 aftur slapp
inn í dystin móti liðnum,
sum í løtuni má rópast tað
besta í føroyskum fótbólti.
Men tá tað er sagt, so er
eingin ivi um, at dysturin
so ruddiliga prógvaði, at í
eini grannauppgerð er tað
ikki altíð støðan á talvuni,
sum sigur mest.
Og í øllum førum var
hetta ikki nakað, sum teir í
B36 góvu stórvegis ans. Í
longum løtum av dystinum
trýstu teir HB-liðið yvir
allan vøllin, og hóast tað
ikki gjørdist talan um so
øgiliga opnar møguleikar,
so vórðu áskoðararnir støð
ugt hildnir á nálum. Ikki
minst tí HB fleiri ferðir
hevði sínar heilt góðu løtur,
har bólturin koyrdi skjótt
kring allan vøllin, har teir
høvdu hug at koyra mót
støðuna troytta í støðugum
tríkantsspæli.
Og so gav ágangandi
spælistílurin hjá hvítu tik
arunum, sum annars hava
verið sera tamir seinastu
nógvu umførini, hópin av
intensum tvídystum. Hans
á Lag og Brima Koroma
høvdu sínar nógvu dystir.
Tað sama høvdu Klæmint
Matras og Róaldur Jacobsen
móti Fróða Benjaminsen og
Kára Nielsen, meðan tað í
borðunum snúi seg um
Pætur Jørgensen móti Bergi
Midjord og Johan Ellings
gaard móti Rógva Poulsen.
Aftur hesi elementini, sum
gera ein fótbóltsdyst verdan
at hyggja at.
Kolldømdu málini
Og spenningurin gjørdist
ikki minni, tá dysturin sam
stundis innihelt heili fýra
kolldømd mál, umframt
onkra sera ivasama off-side
støðu.
B36 helt seg annars hava
vunnið seg upp á 1-0, tá
Johan Ellingsgaard stútaði
frísparksinnlegg í kassan,
men tað helt linjuverjin
ikki.
Og í seinna hálvleiki bara
øktist talið av støðum, har
dómarin slapp í fokus. Tað
líktist einum brotssparki, tá
Páll Mohr Joensen fór um
koll í brotsteiginum, men
dómarin læt ikki við seg
koma.
Eitt HB-mál varð longu
kolldømt fyri fríspark móti
Jóan Paula Jakobsen, tá
Brima Koroma helt seg
hava skotið B36 framum.
Og ónøgdin um rangstøðu
dómin var somikið stór, at
Jákup á Borg fekk gult
kort.
Í HB-leguni høvdu tey ilt
við at síggja rangstøðuna,
tá innskifti Tróndur Sigurðs
son var fyrstur á returbólti
og sendi í netið, og í yvir
tíðini kom veruliga kók í
B36-skýlið, tá tey høvdu
meira enn ilt við at síggja,
hvussu púra blanki Sjúrður
Thomassen kundi standa
rangstaddur, tá tey flestu
hildu at verjuspælari í
hinum borðinum var metrar
innanfyri.
Skeivir dómar ella ikki. Í
øllum eru slíkar støður eis
ini støður, sum hoyra einum
braki til. Og longu við
kaffiborðið í morgun hava
diskussiónirnar um bæði
eina og aðra av støðunum
verið nógvar.
HB-B36 2-2 (2-2):
Ársins brak í Gundadali
B36
HB
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Hatta var ræðuligt
Símun Rógvi Hansen, HB
Málini í Gundadali
1-0: Rógvi Poulsen, 23. min
Andrew av Fløtum fær pláss at venda
sær, tá hann verður spældur beint á, og
sera hegnisliga stingur hann djúpt til
Rógva, sum við fullari ferð er á veg inn
um B36-verjuna
1-1: Bergur Midjord, 28 min.
Samanspæl millum Róald Jacobsen og
Klæmint Matras endar við innleggi frá tí
seinna nevnda, og áraka fimm-meturin
er Bergur hægstur og stútar inn um
stólparótina
2-1: Andrew av Fløtum, 33 min.
Páll Mohr Joensen fær góða tíð at reka,
og umvegis Andrew endar bólturin úti
hjá Rógva. Hann smýgur sær at
baklinjuni, og tá flata innleggið kemur út
til Andrew, bankar hann bóltin í kassan
2-2: Magnus Olsen, 41 min.
Frísparksinnleggið úr 40 metrum tykist
púra vandaleyst, tá Símun Rógvi og Hans
á Lag misskilja hvønn annan somikið illa,
at bólturin ferðast inn um Símun Rógva
og beint í meskarnar
Brima Koroma og Hans á Lag vóru bara tveir av mongum, sum høvdu hópin av hørðum
tvídystum sínamillum
Mynd: Álvur Haraldsen