Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. juni 2009 OYGGJALEIKABLAÐIÐ 15 Besti føroyski skjúttin er ikki við á Álandi, og tað kemur illa við ásannar Johnhard Klettheyggj, formaður í byrsudeildini. Hann fegnast tó um, at skjúttarnir hesaferð fáa munandi betri umstøður at kappast undir, enn á oyggjaleikunum á Rhodos Marius Joensen, sum hevur verið mest støðugi skjúttin seinastu árini, luttekur ikki á ársins oyggjaleikum. Hann hevur givið avboð vegna arbeiði, og tískil er føroyska liðið ikki heilt so sterkt, sum tað kundi verið. Ikki minst, tí Marius Joensen hevur verið ógvuliga væl fyri seinastu tíðina. Stutt eftir oyggjaleikirnar í 2007, setti hann gullvinnararnar frá Rhodos uppá pláss. Hesir luttóku í kapping í Føroyum, har Marius Joensen vann við at skjóta 87 av 100 dúgvum, sum varð føroyskt met. Fyri kortum bøtti hann hetta metið, tá hann rakti 88 av 100 dúgvum, men hansara neyvu skjóting fáa Føroyar ikki gleði av á leikunum. Kappast í nýggjari disiplin Hóast Marius Joesen ikki verður við, er Johnhard Klettheyggj kortini bjartskygdur. – Tað er við spenningi, at vit síggja fram til kappingarnar. Menninir, sum skulu skjóta, hava roynt tað áður, so teir vita hvat tað snýr seg um, sigur formaður í byrsudeildini. Skjúttarnir, Johnhard Klettheyggj sipar til, eru Magni Dam og Jóannis Joensen, sum skulu skjóta skeet, og so Eirikur Elisson og Rúni Debes, sum skjóta trap. Trap er nýggj disiplin á oyggja­ leikunum, og tískil eru menn spent­ir uppá, hvussu fer at ganga í hesi disiplin. Tað er tó ógvuliga ilt at meta um, hvat roknast kann við. Hetta tí, at tað er einans í Sand­ víkum, at tað ber til at skjóta trap í Føroyum, og hesin banin hevur flestum kunnugt ligið óbrúktur inn til fyri kortum. Johnhard Klett­ heyggj sigur tí, at vónirnar eru betri til skeet enn trap. – Tað kemst sjálvandi av, at trap er so nýtt fyri okkum, sigur hann. Umframt skeet og trap verður eisini skotið sporting. Her verður tað Rúni Debes, sum saman við skeetskjúttunum hava byrsuna í hond. Betri umstøður nú Seinastu oyggjaleikir gekk ikki sum ætlað hjá føroysku skjúttunum. Serliga Marius Joensen, sum hevði eitt bronsuheiðursmerki frá oyggja­ leikunum í Hetlandi í 2005 at verja, rakti ikki tað sama, sum hann plagar, og endaði hann á einum fimtanda plássi. – Tá vóru tað nógv ting, ið ikki passaðu okkum heilt. Tað var ógvu­ liga tilvildarligt har, og millum annað var banin var ikki liðugur, tá leikirnir byrjaðu. Harumframt var ræðandi heitt, og umstøðurnar kring banan vóru ikki tær bestu, sigur Johnhard Klettheyggj, sum hevur skilt, at umstøðurnar á Álandi eru góðar. Vinnarin frá seinastu oyggjal­ eikum hevur, sum sagt, verið í Føroyum, har hann eisini hevur skotið, so eitt ávíst samskifti hevur verið millum Áland og Føroyar undan leikunum. Vildu hava kvinnu við Nú standa leikirnir fyri framman, og fýra mans eru klárir við byrsuni. Men hevði tað verið soleiðis sum tað upprunaliga var ætlað, so hevði ein kvinna eisini talst millum før­ oysku skjúttarnar. Rannvá Eiriks­ dóttir var meldað til, men tíverri datt kvinnuskjótingin niður fyri. Besta siktið liggur eftir Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í skjóting verður kappast í trimum ymsum disiplinum: skeet, trap og sporting. Skeet er soleiðis skipað, at skotið verður frá ymsum støðum í einum hálvsirkli, har tvær maskinur skjóta dúgvur út. Harumframt skal byrsan haldast niðri, tá dúgvurnar verða skotnar út. Trap er soleiðis skipað, at talan bert er um eina maskinu, og dúgvurnar verða skotnar avstað, tá skjúttin er klárur við byrsuni. Sporting er nakað øðrvísi – og í einum vissan mun verri – tí í mun til trap og skeet, ber millum annað ikki til at siga nakað um, hvussu hart, úr hvørjum vinkli og hvørja kós leirdúgvan verður skotin úr maskinuni. SKJÓTING Hesir skjúttar eru við á Áandi Magni Dam, skeet og sporting Jóannis Joensen, skeet og sporting Rúni Debes, trap og sporting Eirikkur Elisson, trap Ferðaleiðari: Johnhard Klettheyggj FAKTA Saaremaa Á estisku oynni Saaremaa búgva góð 39.000 fólk. Oyggin liggur í baltiska havinum, og størsti býurin er Kuressaare. Í Oyggjleikasamanhangi kenna føroyingar serliga Saaremaa frá flogbóltinum, har Føroyar hava spælt harðar dystir ímóti júst teimum sterku estisku liðunum. Á leikunum fyri tveimum árum síðani vann Saaremaa 21 heiðursmerki – av teimum vóru 7 úr gulli. Sark Sark er minsta oyggjalandið, sum tekur lut í Oyggjaleikum. Bert 600 fólk búgva á Sark, men tað forðar teimum ikki í ar royna seg í ávísum ítróttargreinum á Oyggjaleikum. Sark liggur í ensku kanalin og er í grundini ein partur av Guernsey. Høvuðsídnaðurin á Sark er frðavinna og fíggjarvinna. Á Sark tosa tey bæði enskt og franskt. Høvuðs lítið fólkatal megnaði Sark at vinna 6 heiðursmerki á Oyggjaleikum seinast.