Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2009 15 Osvald Hansen Tórs­ havn, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum miku­ dag­in 24 juni, 87 ára gamal. Jacob Joensen, Hvanna­ sund, vanliga nevnd­ur Jakki, búsitandi á Norð­ oya Røktarheimi, and­að­ ist á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi mikudagin, 80 ára gam­al. Kistan fer úr kap­ ellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi frígg ja­kvøld­ ið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Hvannasunds kirkju leygardagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Jakki kunnu lata Hvanna­ sunds kirkju eina pen­ inga­g ávu, Konta í pen­ inga­ stovunum. Andlát og jarðarferðir Hannethea Danielsen úr Saltnesi, sum er 91 ára gomul, bleiv um árskiftið olduromma at trimum dreingjum: Ragnar og Liam (tvíburar) og Valdemar. Tei búgva í ávikavist Thisted og Frederikshavn, har døt­ur­ nar hjá Hannetheu eisini búgva. Hannethea var við til barnadópin hjá teimum Fimm ættarlið Aftast f.v.: Heidi (omman) og Molly (langomman). Fremst f.v.: Camilla (mamman) við Liam og Hannethea (olduromman) við Ragnari F.v.: Nelly (langomman), Hannethea (olduromman), Frederik (pápin) við Valdemar og Jeanette (omman). Mikudagin 24. juni fingu 12 næmingar HIF-prógv (prógv fyri Hægri útbúgving innan fiskivinnu) og tveir lærlingar fingu prógv í fiska­virking og reiðskaps­ tøkni á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Næmingarnir eru: Fremra rað: Michel Nielsen, Vest­manna, Lena C. Poulsen, Streym­nes, Jóna M. Dav­id­ sen, Kollafjørður, Rósa Eg­holm, Tórshavn, Elisa­beth Strømsten, Norðagøta, Bjart­ ur Tórhalsson, Vest­manna og Harry Jacobsen, Toftir. Aftara rað: Símun Pauli Ejd­esgaard, Eiði, Hallur Johannesen, Norðskála, John Martin Andreasen, Vest­ manna, Andras Mikkel­sen, Syðrugøta, Magnus Fredrik Joensen, Kvívík (yrk­is­út­ búgv­ ing innan reiðskaps­ tøkni), Per Martin Gregersen, Gøta og Theodor T. Thom­as­ sen, Miðvágur (yrk­isút­búgv­ ing innan fiska­virking). Mynd: Fiskivinnuskúlin Prógvhandan á Fiskivinnuskúlanum Góða omma Nú er tað eitt ár síðani, at tú ikki orkaði at stríðast meira. Tú hevði eina stutta sjúkralegu. Fyrst í apríl mánaði fekst tú boðini, at tú hevði krabbamein, og longu á morgni 26. juni andaðist tú. Tað er so løgið, at tú ikki ert ímillum okkum longur, og eg sakni teg nógv. Tá er gott at hava nógv góð minnir. Eg minnist, tá ið eg sum smágenta plagdi at koma inn til tín at ferðast – sum eg elskaði tað! Tað var so spenn­ andi at koma til Syðrugøtu, har var so nógv lív í. - Stórur vøru­handil, Tøt­ing­ ar­virkið, stórt spæli­pláss og so sand­ urin, jú vissuliga var tað ein góð tíð. Altíð slapp eg at ligg ja í tínari stóru dup­ult­song. Um morgunin, tá ið eg kom upp, hoyrdi eg útvarpið – hart frá. Út­hurðin stóð opin, so mann hoyrdi ald­urnar frá sand­inum niðan í húsini. Tú hevði verið í Valhøll og keypt nýtt fransk­breyð, sum tú borðreiddi fyri mær. Síðani setti tú teg niður við kom­ fýrin við stokkunum og prátaði við meg. Um sumrarnar, tá vit hoygg jaðu uppi í gerðinum, plagdi tú at koma niðan við nýbakaðum pannukøkum. Altíð vart tú so hugnalig og dugdi at seta ein serligan dám á løtuna. Tá ið eg var 15 ára gomul, kom eg við tær í summarhús, og har høvdu vit tað gott. Vit vóru nógvar súklu­ túrar, vóru á strondini, ótu góðan mat o.s.fr. Tú elskaði at vera niðri í summarhúsinum á Blåbærvej, har tú vart hvørt summar í nærum 40 ár. Tey seinastu árini blivu vit báðar sera tættar. Eg kom ofta inn til tín við stokkum, og vit báðar kundu práta sam­an í tímavís niðri í køkinum um mangt og hvat afturvið lekrum heima­ bak­aðum. Tað var eisini so hugnaligt at lurta, tá ið tú m.a. greiddi frá tíðini úti í Heiðunum, og tá ið tú og abbi vóru ung. Eg fari at sakna teg nógv, omma, og sigast kann, at Syðrugøta er ikki tann sama, nú tú ert farin. Hvíl í friði til vit sígg jast aftur. Eg endi við einum ørindi úr sang­ inum “Mamman” hjá MC Restorff, sum myndar teg so væl: Hvønn tíma at síggja teg tita, gjøgnum trappur inn, út, inn, út, inn. So sjáldan at síggja teg sita og bert njóta tað hond undir kinn. Tað er so, vit teg fara at minnast, tú, sum øllum ein tænari var. Hvar á foldum vit enn kunnu finnast, er tað løgið, tú ert okkum kær. Elin Maria Minningarorð um Elin Mariu Gregersen Lesið -so eru tit við!