fríggjadagur 26. juni 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 OYGGJALEIKABLAÐIÐ Sosialurin 26. juni 2009
20 ára gamli Ragnar
Egilsson fer í komandi viku
at taka lut á Oyggjaleikum
fyri fjórðu ferð. Men hóast
sín unga aldur er hann ikki
við fyri at læra – nú skal
hann gera seg galdandi
Hann er nú 20 ára gamalur. Ragnar
Egilsson. Havnardrongurin, sum við
tíðini er vorðin ein av okkara
fremstu borðtennisleikararum. Og
dugnaligu evnini eru eyðsýnd. Í
komandi viku fer hann at taka lut á
Oyggjaleikum fyri fjórðu ferð, hóast
sín unga aldur. Og hesaferð er hann
álitið. Álitið í føroyska borðtennis
heiminum, sum skal standa fyri
besta føroyska avrikinum.
Ikki lærlingur longur
Føroyska borðtennislandsliðið, sum
í komandi viku skal dystast við
aðrar oyggjarbúgvar, er sera óróynt.
Ættarliðsskifti hevur verið, og nú
skulu ungu menninir av álvara
royna seg. Kjartan Eli Hentze, sum
hevur verið drúgvur, er givin, og
royndi Thomas Rasmussen hevur
valt aðrar leiðir. Miðalaldurin er tí
um 18 ár, og Ragnar Egilsson
verður tískil mettur sum ein av
teimum royndu hesaferð. Og hann
er fullgreiður yvir sína støðu.
- Eg eri ikki við fyri at læra longur.
Undanfarin ár havi eg luttikið í
royndini at menna meg. Men
hesaferð skal eg gera meg
galdandi. Og tað er sanniliga mín
vón, at eg fari at standa meg væl.
Eg havi vant sera miðvíst seinastu
tíðina, og eg eri til reiðar, sigur
Ragnar Egilsson.
Mótstøðan, sum føroyski borð
tennishópurin skal royna at syfta í
komandi viku, verður alt annað enn
ein avgreiðsluspurningur. Ragnar
Egilsson hevur sett nøsini upp móti
einum heiðursmerki, men staðfestir
samstundis, at tað verður sera
torført.
- Vit eru í øllum førum ikki favo
rittar. Tað er fleiri nøvn, sum eg
kenni aftur frá seinast, og millum
annað spæla tveir í bestu svensku
deildini. Tað skal ganga okkum sera
væl, um vit skulu sita í flúgvaranum
aftur til Føroya við heiðursmerkjum
um hálsin. Tað er neyðugt, at vit
sleppa undan óneyðugum mis
tøkum og spæla betri, enn vit upp
runaliga eiga. Eg meti tó, at vit hava
góðar møguleikar í double-kapp
ingini. Men tað er treytað av
lutakastinum og øðrum, slær
Ragnar Egilsson fast.
Eru væl fyri
Óroyndu føroysku borðtennisleik
ararnir eru sera væl fyri, nú Oyggja
leikirnir eru á breddanum. Tey hava
fyrireikað seg væl, og serliga hevur
Ragnar Egilsson gjørt nógv burt
urúr.
- Sjálvsagt havi fyrireikingar verið
eitt sindur øðrvísi enn til aðrar
kappingar, tí Oyggjaleikirnir hava
sera stóran týdning fyri føroyskar
borðtennisleikarar. Eg meti, at hetta
eru bestu fyrireikingarnar, eg havi
verið við til. Norski landsliðsvenjarin
og sonur hansara, sum er yrkis
leikari, hava verið og lagt okkum
lag á, og millum annað hava vit
verið á venjingarlegu í Grønlandi.
Vit hava vant óteljandi tímar um
vikuna, so vit kunnu ikki seta
fingurin á fyrireikingarnar, sigur
Ragnar Egilsson.
FAKTA
Hesi eru við á borðtennis
liðnum á Oyggjaleikum
Ragnar Egilsson
Rói Agnarsson
Fróði Jensen
Hallur Thorsteinsson
Sheila Strøm
Rakul Mikkjalsdóttir
Marin í Dali
Henriette Nielsen
Ættarliðsskiftið hevur verið á borðtennisliðnum, sum skal umboða
Føroyar á Oyggjaleikum. Burtur eru royndir spælarar sum Kjartan Eli
Hentze og Thomas Rasmussen, sum áður hava verið við at tryggja
føroysk heiðursmerki í borðtennis. Hesaferð er miðalaldurin um 18
ár, og tað hevur eisini við sær, at hesaferð skulu spælararnir fyrst og
fremst hugsa um at menna seg.
BORÐTENNIS
Egilsson er nú útbúgvin
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
Prince Edward Island
Prince Edward Island er kanadisk oyggj, har tað búgva 140.000 fólk.
Hetta gera oynna til aðra av teimum fólkaríkastu oyggjunum, sum taka
lut á Oyggjaleikum. Oyggin fekk navnið eftir Edwardi prinsi, sum livdi
frá 1767 til 1820 - hann var fjórði sonur hjá George 4. Og Victoriu
drotning. Málið á Prince Edward Island er
enskt, og høvuðsstaðurin er
Charlottetown.
Rhodos
Við sínum sløku 120.000 íbúgvum telist Rhodos millum størru oyggjarnar, sum
taka lut á Oyggjaleikum. Rhodos hoyrir til Grikkaland, og fyri tveimum árum
síðani var júst Rhodos vertur fyri Oyggjaleikunum. Tá fingu føroyingar sítt
besta úrslit nakrantíð. Størsti býur á Rhodos er Dodecanese, har tað gúvar góð
50.000 fólk. Á Oyggjaleikunum seinast vann
Rhodos næstfelst heiðursmerki – tey gjørdust
59 í tali, fýra fleiri enn Føroyar vunnu.
- Eg eri ikki við fyri at læra longur. Undanfarin ár havi eg luttikið í royndini at menna meg. Men hesaferð skal eg gera meg galdandi