fríggjadagur 26. juni 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 120 - 26. juni 2009
tíðindi
Ferð
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Leygardagin 20. juni var ikki
sørt av spenningi í luftini á
bryggjuni í Hvalba, har sluppin
Johanna lá, og tá klokkan nærk
aðist 14 høvdu eini 50 ferðafólk
leitað sær umborð. Leiðin gekk
út á Lítlu Dímun. Forkunnugt
ferðamál, tí oyggin er óbygd, hon
er ogn, og vanliga slepst ikki út á
oynna.
Men hvalbingar, ið eiga oynna,
hava tikið upp nýggjan tátt. Nú
er tað ikki bara seyður og fuglur,
ið er í huganum, tá umræður
Lítlu Dímun. Nú eru teir farnir
undir at nýta oynna í
ferðavinnuhøpi. Fyri rímuligan
penga sleppa ferðafólk at uppliva
brattlendi á óbygdari oyggj, ið
annars hevur ligið fjarskotin, og
ikki hevur uttan víðari – og uttan
neyðug loyvi – verið møguligt at
vitja oynna.
Og fyri alt tað er tað ikki
hvørsmansføri at sleppa upp, og
annars ferðast á rókum og ræs
um, hjá ókendum.
Umframt tey 50 ferðafólkini,
vóru eini 20 staðkendir
hvalbingar við á ferðini, og tóku
teir sær væl av teimum ferðandi,
tá gangast og klintrast skuldi av
helluni, og niðan á oynna, og
annars á allari ferðini. Á bryggj
uni beyð Róin Schrøter ferða
fólkunum vælkomnum og
greiddi frá, hvat henda skuldi
fyrsta part av ferðini, og síðani
stevndi Johanna frá bryggju, og
ferðafólk og staðkendu hvalbing
arnir sungu ”Lít Allar Tínar
Leiðir”.
Hetta var fyrstu ferð
hvalbingar gera slíka ferð við so
stórum ferðalag, og eisini
fyrstuferð, at ligið varð nátt við
ferðafólki. Og ferðalagið fekk
eina ógloymandi uppliving, har
gingið varð upp frá helluni,
vitjað varð í húsunum, har
hvalbingar halda til, tá teir eru í
oynni, vakra náttúran kundi
njótast ovast á stóru fløtuni, har
etið, sungið og dansað varð,
innan tey flestu leitaðu sær
soviposan fram, gangast skuldi
oman aftur av oynni, og eftir
góðari rás, og at enda skuldi so
sígast niður av oynni, og í árabát,
ið bíðaði undir oynni.
Hvalbingar eiga oynna, og
vísti tað seg um vikuskiftið, at
oyggin er gott ferðavinnumál.
Hvalbingar vístu seg eisini sum
góðar ferðaleiðarar og fyriskip
arar, og í allar mátar fingu vit
ferðafólk eina fantastiska ferð og
eina uppliving, ið vit ongantíð
gloyma. (Sí myndatema á www.
portal.fo).
Lítla Dímun
At koma sær í bátin, og at sleppa
upp á helluna, gekk avbera væl
hjá øllum, tí líkindini vóru av
teimum allar bestu. So skuldi
gangast og klintrast upp eftir
helluni, fyrst at vitja gamla húsið
og hellið, har onkur góð huldu
søga eisini varð søgd, og síðani
at ganga niðan á fyrsta slættan,
Múlin nevndur.
Av Múlanum sást brádliga
Smyril koma framvið undir
oynni, og veitraðu vit sjálvsagt
dúgliga, nú eini 70 fólk vóru
stødd á hesi óbygdu oyggj.
So var at koma sær heilt niðan
á, og leiðin gekk frá Múlanum og
niðan gjøgnu eina líð, sum næst
an var loddrøtt, og sum ikki var
nakar stuttur teinur heldur. Tað
var í hesi líðini, at verkir í
beinum, ryggi og aðrastðir komu.
Men niðan komu øll, fyrr ella
seinni, og onki var heldur at
skunda sær til, tí her var ongin
klokka, ið taldi minuttir.
Tá øll vóru komin niðan á
Rávuna, stóra fløtan ovast á
oynna, fóru fólk at kunna seg við
tjaldið, um wc møguleikar, og at
vitja hægsta punkt á oynni,
Rávukoll, ið er í 414 metra
hædd.
Øll savnaðust so, ein biti varð
etin, sangir sungnir, og Róin
Schrøter greiddi so eitt sindur frá
tí søguliga viðvíkjandi Lítlu
Dímun.
Hvalbingar keyptu oynna í
1850 á uppboðssølu, og er hetta
helst einasta uppboðssøla av jørð
ella ogn, ið verið hevur í
Føroyum.
Í 1917 fór donsk skonnart á
land í Lítlu Dímun, og 17 mans
lógu fastir á oynni í 17 dagar,
fyri at klárað seg høvdu teir tá
etið tveir seyðir. Annars var nógv
at greiða frá um oynna, og eisini
um huldufólk, ið sigat halda til
har.
Sól upp og niður
Hvalbingarnir høvdu frá tíðliga á
morgni fyrireikað og skipað fyri,
millum annað høvdu teir í
dunkum borið einar 50 litrar av
vatni niðan á oynna, ið annars
bert hevur eina keldu, og vatnið
varð so gjørt…, nei ikki til vín, tí
rúsandi løgur var forboðin á
túrinum, og púra óneyðugur
eisini, men til góða, heita suppu,
ið kom væl við, og so eisini til
kaffi og tea, ið eisini gagnaðist
væl. Fólk hugnaðu sær við
góðum bitum og sangi, og vøkur
var sjónin, tá sól fór í kav vestan
fyri. Nøkur løgdust í tjaldið,
meðan onnur sungu og søgdu
søgur, men klokkan 03:30 vóru
øll á fótum, tí tá kom sólin upp,
Á Lítlu Dímun
í sólgyltum tímum
Leygardagin stevndi sluppin Johanna TG 326 av
Hvalba við eini 50 ferðafólkum, ið skuldu liggja
nátt á Lítlu Dímun. Tey fingu eina ógloymandi
uppliving, har tey gingu upp á oynna, lógu
nátt, og eygleiddu sólsetur og sólarris, og
síðani sluppu øll at síga niður aftur, tá tey fóru
av oynni sunudagin fyrrapart.Sterkastar eru
myndirnar, ið goymast í huganum, tí slíkt skal
upplivast.