fríggjadagur 26. juni 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 OYGGJALEIKABLAÐIÐ Sosialurin 26. juni 2009
Hetland
Skotski oyggjabólkurin við 32 oyggjum er okkara nærmasti granni fyri
sunnan. Umleið 22.000 fólk búgva í Hetlandi, og høvuðsstaður er Lerwick.
Oljuídnaðurin hevur stóran týdning fyri Hetland, men hetlendingar hava
eisini fingist nógv við fiskiskap. Ferðavinnan hevur fingið alsamt størri
týdning fyri búskapin, men tað varð mett sum
eitt bakkkast, tá ið Norrøna gavst at sigla til
Hetlands. Hetland hevur verið við í Oyggjaleikum
síðani byrjanina í 1985. Hetland vann 15
heiðursmerki á Oyggjaleikunum seinast – harav
vóru tvær gull.
St. Helena
Oyggin St. Helena er kend fyri at hava húsa einum kendum fanga fyri nógvum
árum síðani. Bretar brúktu oynna sum fangaoyggj, og ein av teimum, sum var
sendur á oynna at búgva, var Napoleon. St. Helena hoyrir til Bretland, og á
oynni búgva sløk 5.000 fólk. St. Helena liggur har suðuri í Atlantshavinum, og
størsti býur er Jamestown. St. Helena vann
einki heiðursmerki á Oyggjaleikunum seinast.
– Tað hevði kanska verið
tryggari at spælt, sum vit
hava gjørt fyrr, men upp á
longri sikti er tað betri, at
vit spæla torførari flogbólt,
tí upp á tann mátan fara
vit at fáa betri úrslit,
sigur landsliðsvenjarin
hjá flogbóltsmonnunum,
Fridolin Bic
Fridolin Bic, sum av síðulinjuni
hevur ábyrgdina av manslands
liðnum í flogbólti á Oyggjaleikun
um, mundi ikki fyri nøkrum árum
hugsa, at hann fór at enda í Før
oyum, tí hann er føddur í Rumenia
og flutti til Svøríkis sum 10 ára
gamal í 1975. Men so fekk hann
føroyska konu og hevur nú búð í
Føroyum síðstu trý árini.
– Eg byrjaði at spæla flogbólt
sum 13 ára gamal, og eg spældi
seriøst frá 17 til 23 ára aldur, men
gavst rættiliga tíðliga sum virkin
spælari. Í staðin gjørdist eg venjari,
greiðir hann frá.
– Tilsamans havi eg fingist við
flogbóltsvenjing í eini 20 ár, við
onkrum lítlum steðgi, og hesi árini
havi eg roynt at ment meg, tikið
skeið og útbúgvingar. Mítt
venjarayrki hevur verið á øllum
stigum, bæði kvinnur og menn, og
enn tá elitudeildin, sum er besta
svenska deildin.
Evnini sum venjari hava tey í
Flogbóltssambandinum helst sæð,
tí Fridolin Bic hevur vant menninar
hjá Fleyr, og hann var til dystin fús,
tá heitt var á hann um at taka sær
av manslandsliðnum á Oyggja
leikunum á Álandi, sum er fyrsta
stóra landsliðsvenjarauppgáva
hansara fyri Føroyar.
Skifti á liðnum
– Eitt skifti er hent á manslands
liðnum, tí vit hava ikki longur teir
spælararnar, sum hava verið við í
mong ár. Nú skulu teir yngru so
læra seg at spæla á hægsta stigi,
greiðir Fridolin frá.
– Størsta broytingin er spæli
stílurin, sum ger tað eitt sindur
torførari. Tað hevði kanska verið
tryggari at spælt, sum vit hava gjørt
fyrr, men upp á longri sikti er tað
betri, at vit spæla torførari flogbólt,
tí upp á tann mátan fara vit at fáa
betri úrslit.
Samstundis viðgongur lands
liðsvenjarin, at manshópurin til
Oyggjaleikirnar er nakað tunnur, og
tað tók eisini eitt sindur av styrkini,
tá Rúni Weihe av persónligum
áðum mátti geva avboð og tí
heldur ikki hevur verið við í
fyrireikingunum síðstu vikurnar.
Mikukvøldið bar eisini so illa á, at
Jón Joensen, sum hevur gjørt tað
gott til venjing og tikið ábyrgd, fekk
ein vøddaskaða, so hann er møgu
liga ivasamur, nú farið verður til
Álands. Men í skrivandi løtu var ikki
greitt, um hann fær spælt ella ikki,
so nú er at krossa fingrarnar fyri, at
skaðin ikki gevur enn eitt avboð.
Hyggja frameftir
Tá tosið kemur inná, hvat Fridolin
Bic væntar sær av hesum Oyggja
leikunum, eftir at menninir fyri
tveimum árum síðani vunnu silvur,
hevur hann hug at leggja nokk so
nógv meira í svarið, enn bara at
siga tað stutt og einfalt:
– Vit eiga ongantíð at seta nøkur
krøv, tí so hava vit bara alt at missa.
Tað síggi eg ofta í Føroyum, at krøv
verða sett, men vit eru altso eitt
lítið land og hava ikki so nógvir
spælarar. Tað hevur nógv størri
týdning at virðismeta sigrarnar enn
at heingja seg í tapini, heldur hann.
– Nú hava vit ein spælistíl, sum
ger, at tú mást skunda tær meira, tí
tað gongur skjótari fyri seg á vøll
inum. Tá verður vandin fyri feilum
sjálvandi størri, men gongsð væl,
ber til at býta frá sær ímóti nógvum
liðum.
Fridolin vísir ikki minst á, at tað
fer at taka tíð at spæla ein nýggjan
hevara inn á liðið, har Bárður
Mikkelsen hevur spælt í kanska eini
15 ár. Men venjarin trívist væl við at
arbeiða langsiktað, so tí vil hann
geva hesum ta tíð, sum krevst.
– Málið hjá okkum er, at vit skulu
spæla væl, tí spæla vit væl, koma vit
í finaluna. Vit vinna ikki, tí vit vinna,
men tí vit spæla væl, sigur Fridolin
Bic, ið heldur flogbóltin hjá bæði
kvinnum og monnum vera á rætt
ari leið, nú arbeitt verður frameftir
og við broytingum, ið kunnu taka
tíð.
– Eg síggi, at munur er bæði í
landskappingini og hjá kvinnunum,
so tað er nógv, ið broytist rætta
vegin. Her eru evnaríkir spælarar,
men tað tekur tíð at fáa úrslit, og
tað skal gerast upp á longri sikti,
skal nakað virði verða í tí.
Arbeiðir
langsiktað
Fridolin Bic, sum er nýggjur landsliðsvenjari hjá flogbólts
monnunum, arbeiðir við at broyta spælistílin og dámar væl at seta
sær mál, ið krevja langsiktaða fyrireiking
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Hesir manna manslands
liðið í flogbólti á Álandi
Hans Fróði Jensen, Fleyr
Thorvald Danielsen, Mjølnir
Jóhan Nielsen, ÍF Føroyar
Sune Juul Pedersen, Fleyr
Jón Falkvard, SÍ
Brian Poulsen, ÍF
Hjalmar Joensen, Fleyr
Andras Jógvansson, Fleyr
Høgni Viderø, Fleyr
Jón Joensen, SÍ
Ragnar í Haraldsstovu, SÍ
Bjarki Enni, Fleyr
Venjari: Fridolin Bic
FAKTA