fríggjadagur 26. juni 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 26. juni 2009
19
tíðindi
tíðindi
og var tað ein sjón, ið ikki fer úr
minninum aftur. Reyðgulur var
himmalin allur, og sólin sum ein
appelsin. Slíkt er heilsubót fyri
likam og sál.
Meðan vakra sjónin stóð,
sungu fólk eittnú Føroyar og
Lítið yvir Føroya land. Eisini
varð dúgliga tosað og gitt um,
hvør handan ella handan oyggin
var, ella hatta fjallið ella hasin
tangin, og at enda var niður
støðan, at har vit stóðu á lítla
blettinum í sólgylta havinum, sóu
vit nærum allar oyggjar í Før
oyum, heilt norður til norðatu
Norðoyggjar, og kanska var
onkur einstøk oyggj, ið lá aftur
undir, men tey kønastu hildu seg
telja eini 16 ella 17 oyggjar. So
klárt var í veðrinum, og so væl
sæst kring landið. Hugvekjandi,
tá ein stendur á einum bletti, ið
er 0,8 m2 til støddar.
Um fimm tíðina sunnumorgun
21. juni var sungin morgun
songur – sangur um Lítlu Dímun,
alt meðan morgunroðin litaði
lofthavið.
So varð pakkað, og ferðin
niður av oynni byrjaði. Oman
brøttu líðina aftur, og so eftir rás
til annað og nýggjari hús. Har
var eisini staðið, har vit skuldu
síga niður av oynni. Tey sum
vildu, sjálvsagt. Men væl
gekk, og at enda kom hvør og ein
av ferðafólkunum av oynni
hangandi í línu við sterkum og
væl talandi hvalbingum á
tromini.
Undir bíðaði árabátur, og so
var at sleppa sær umborð á
Johonnu. Tá øll vóru umborð á
Johonnu, setti sluppin kós á
Hvalba, ferðalagið sang ”Og
tøkk at tú meg hevur vart..”, tá
lagt varð at bryggju, og í Royn
høllini bíðaði heit súpan við
kjøtbollum. Frálíkt!
Tøkk fái hvalbingar fyri túrin!!
Hann er ógloymandi, og kann
ikki lýsast í orðum, har eru
myndirnar meira sigandi. Og
sterkastar eru myndirnar, ið
goymast í huganum, tí slíkt skal
upplivast.
Einasti vandi er nú, at hvørja
ferð siglt verður við Smyrli
framvið Lítlu Dímun, og ein av
okkum 50 í ferðalagnum er
umborð, so verður óúthaldiligt at
sita okkum við lið, tí so nógv
verður óivað reypað av ferðini í
Lítlu Dímun í longsta degi í
2009.
(Myndir: Dagfinn Olsen,
Esther Suðuroy, Aslaug Suðuroy, Øssur Mørk)