fríggjadagur 26. juni 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 26. juni 2009 OYGGJALEIKABLAÐIÐ 19
Western Isles
Góð 26.000 fólk búgva á Suðuroyggjum, uttaru Hebridunum. Størsti
býur er Stornoway, sum nógvir føroyingar, sum hava verið til skips,
munnu kenna.. Hebridurnar liggja vestanfyri Skotland. Norðmenn
ráddu á Suðuroyggjum í 200 ár, áðrenn skotar fingu valdið á
oyggjunum. Western Isles vunnu 6
heiðursmerki á Oyggjaleikunum seinast – og
eitt av hesum heiðursmerkjum var úr gulli.
Ynes Mon
Ynes Mon, sum liggur vestanfyri bretska meginlandi, út fyri
útnyðrings partinum walisisku strondini. 69.000 fólk búgva á
Ynes Mon, og oyggin er 714 ferkilometrar til støddar. Holyhead
er størsti býur á Ynes Mon. Oyggin verður eisini kallað Isle of
Anglesey, men walisiska navnið er Ynes
Mon. Á seinastu Oyggjaleikunum vann
Ynes Mon 6 heiðursmerki.
Karin Mikkelsen hevur
seinnu árini verið ein
av profilunum á bæði
kvinnuliðnum hjá SÍ og
kvinnulandsliðnum. Nú
hon fer til Álands við
landsliðnum, er tað eftir
eitt kappingarár, har hon
bert fekk seinnu hálvu
við, tí hon var í Afrika sum
volontørur
Tað kann róliga sigast, at fyrireik
ingarnar hjá Karin Mikkelsen til
Oyggjaleikirnar munnu hava verið
eitt sindur øðrvísi, enn hjá teimum
flestu. Tað er ikki meiri enn hálvt ár
síðani, at hon var í Afrika og
arbeiddi sum volontørur, men so
kom hon heimaftur og hevur
arbeitt seg upp.
– Tá eg var liðug at útbúgva meg
sum maskinsmiður, ynskti eg at
sleppa út sum volontørur, og helst
eisini at brúka útbúgvingina. Tað
var sjálvandi eitt sindur avmarkað,
hvat hon beinleiðis kundi brúkast
til, men eg fór so út at arbeiða
praktiskt í hálvantriðja máli hjá
einum trúboðaraparið í Afrika,
greiðir Karin frá.
– Eg misti fyrru helvt av kapp
ingarárinum, og tað merkti eg
eisini í seinnu helvt, tí tað tók
leingi hjá mær at koma fyri meg.
Men nú eg eri komin fyri meg, eri
eg glað fyri, at eg ikki misti nakað
av tí, sum SÍ upplivdi við tveimum
gullmerkjum, og eisini er tað
deiligt nú at sleppa við til
Oyggjaleikirnar.
Royndi at venja
Karin sigur, at meðan hon var í
Afrika, royndi hon sjálvandi at gera,
hvat hon kundi, fyri at halda formin,
men at tað sjálvandi var avmarkað,
hvussu hon kundi venja. – Men tá
eg kom aftur, fekk eg góða hjálp frá
liðfeløgunum og venjaranum, at eg
skuldi kenna meg væl, hóast eg ikki
beinanvegin var »gamla Karin«.
Síðani havi eg bara sæð framstig og
tað er gingið rætta vegin, sigur hon.
Seinnu árini hevur verið vanligt,
at SÍ hevur átt fleiri landsliðsspæl
arar, bæði hjá kvinnum og monn
um, og Karin Mikkelsen heldur, at
tað hevur sína góðu forkláring:
– Sørvágur stendur seg væl í
flogbóltinum og tað hevur gingið
framá øll árini, umframt at stuðulin
og áhugin frá bygdini er framúr
góður. Spælararnir gevast heldur
ikki, men halda fram, tí
uppbakkingin er so góð, sigur hon.
– At vit eru so nógvar úr SÍ, sum
hesa ferð eru við á landsliðnum, ger
tað eisini stuttligt, og tað byggir
eisini SÍ-liðið upp, at vit eru fleiri,
sum eru í gongd við landsliðnum
um summarið. Men hinar liggja
heldur ikki á latu síðuni, tí fleiri av
teimum dríva á at venja, nú tær
annars hava summarfrí. Tá kapp
ingin byrjar aftur, ætla vit so einki at
geva frá okkum.
Eftir gullinum
Uppgávan hjá Karini og hinum
kvinnunum á landsliðnum, verður
at royna at endurvinna gullið, sum
Saaremaa fór avstað við á leikunum
á Rhodos fyri tveimum árum síðani.
– Eg eri øgiliga spent, tí eg haldi,
at vit hava eitt sterkt lið í ár. Vit fara
sjálvandi eftir gullinum, og tað fáa
vit vónandi heimaftur við okkum,
sigur Karin Mikkelsen, sum er glað
fyri, at kvinnulandsliðið fekk tveir
dystir ímóti Danmark herfyri, so eitt
sindur av dystarvenjing fekst.
– At vit fingu hasar báðar
landsdystirnar, gav okkum nógv. Nú
ræður so um hjá okkum at taka tað
positiva við okkum, samstundis
sum vit skulu royna at læra av tí
negativa, so vit kunnu betra okkum
á teimum økjum, har tað krevst.
Úr Afrika til Álands
Karin Mikkelsen saman við
tveimum av liðfeløgunum á
kvinnulandsliðnum í flogbólti,
Helen á Lakjuni og Sólvá Dimon
Savnsmynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Sigursvandu føroysku flogbóltskvinnurnar fara aftur hesaferð eftir
gullmerkjunum á Oyggjaleikum. Seinastu máttu kvinnurnar taka til
takkar við silvuri eftir eina gylta sigursrøð, men vónirnar um at
standa aftur ovast á sigurspallinum eru góðar.
Manslandsliðið er broytt nakað. Yngri spælarar hava tikið við, og
størsti profilur í føroyskum flogbólti er ikki við hesaferð. Venjarin
sigur seg arbeiða langsiktað við liðnum, og í besta føri heldur hann,
at teir kunnu koma í finaluna.
FLOGBÓLTUR
Hesar manna kvinnulands
liðið í flogbólti á Álandi
Annika á Stongum, SÍ
Birgit Guttesen, SÍ
Helga Guttesen, SÍ
Hjørdis Johannesen, Fleyr
Angeli Joensen, KÍF
Helen á Lakjuni, ÍF
Katrin Petersen, TB
Guðrið Syderbø, Fleyr
Anja Danielsen, Fleyr
Birita Joensen, KÍF
Karin Mikkelsen, SÍ
Sólva Dimon, Svedala Volley
Kristian Mikkelsen, venjari
Jóhan Petur á Stongum,
hjálparvenjari
FAKTA