Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2009 21 lýsingar Tørvur er á tveimum næmingum til handilin á Hjalla og einum næmingi til handilin í Saltangará. Vit hugsa okkum, at tú hevur HH, FHS ella møguliga aðra førleikagevandi útbúgving. Um tú hevur HH, er lærutíðin 2 ár, og 3 ár við FHS prógvi. Nær tú kanst byrja? Beinanvegin ella skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru smb. S&K sáttmálan. Ynskir tú fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til: Jákup, 54 25 13 – jao@voruhusid.fo ella til Jan, 54 25 55 – jd@voruhusid.fo Er hetta nakað fyri teg, so send eina umsókn saman við avritum av prógvum og viðmælum til: Vøruhúsið Postboks 1019 110 Tórshavn Umsóknarfreistin er sett til: Mánadagin 6. juli Kundi TÚ hugsað tær eitt spennandi lærupláss? Vøruhúsið er í dag eitt av størstu handilsvirkjum í Føroyum við deildum kring alt landi: Høvuðsdeildin er á Hjalla, og deildir eru eisini í Klaksvík, Saltangará og á Tvøroyri. Eisini hoyrir Málingahandilin í Havn til fyritøkuna. Virksemið byrjaði í 1962, og umfatar í dag millum annað sølu av máling, gólv, møblum og búnýtum. Eisini leggja vit gólv, gera baðirúm o.tl. Starvsfólkatalið í dag er um 40. Smyril Line søkir eftir maskinmeistara til Norrönu. Vit bjóða honum/henni eitt spenn- andi starv umborð á fl aggskipinum í føroysku ferðavinnuni. Starvið er avbjóðandi og fjøl- broytt, og tú fært ein góðan møguleika at verða við í framhaldandi menningini av Norrönu og Smyril Line – og harvið føroysku ferða vinnuni. Títt komandi arbeiðspláss er eitt av størstu, bestu og nýggjastu skipum á Norður atlants- havinum, og samstundis størsta skip føroyingar eiga. Hon tekur 1482 ferða fólk, 800 bilar og manningin, tá hon er mest, telur heili 118 fólk. Aftrat góðum starvstreytum bjóða vit hartil eina áhugaverda siglingarætlan, góða løn og góða frítíðaravtalu. Førleikakrøv til maskinmeistara • Fulla maskinmeistara útbúgving við í minsta lagi STCW áteknaðum vinnubrævi sum skipsmaskinmeistari av 1. stigi • Heilsu-, sløkkileiðara-, roykkavara- og trygdarprógv. • Arbeiða sjálvstøðugt og góð samstarvsevni. Setanartreytir Sambært sáttmála millum Maskin meist ara- felag ið og Reiðarafelagið. Vit hugsa okkum, at tú hevur royndir frá størri skip um, men hetta er eingin treyt. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum og møgu ligum við mælum skulu sendast til: controller@norrona.fo Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til maskinstjóran á: +298 34 48 46 ella chief.engineer@norrona.fo Umsøknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 1. juli 2009. SMYRIL LINE · YVIRI VIÐ STROND 1 · POSTBOKS 370 · FO-110 TÓRSHAVN · TLF 34 59 00 · FAX 34 59 50 · OFFICE@SMYRIL-LINE.FO MASKINMEISTARI TIL NORRÖNU WWW.SMYRIL-LINE.FO Vilt tú verða í fyrstu røð í føroyskari skipa- og ferðavinnu? Smyril Line varð stovnað í 1982, og er í dag ein altjóða fyritøka við skrivstovum í Føroyum, Íslandi, Týsklandi og Danmark. Um framt egnar skriv stovur, hevur felagið eisini samstarvs- felagar í meginpartinum av evrope iska megin- landinum og restini av útheiminum. Mekanikari søkist til Bilrøkt Starvið fevnir um Eftirlit av akførum Smærri umvælingar Dekkskift Klárgerðan av akfør til sýn v.m. Koyring við flutningsbili Førleikakrøv Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva Koyrikort til lastbil, er ein fyrimunur Góðan røkjuskap Kundavinarligur Setanartreytir verða sambært avtalu Umsóknir skulu sendast til: Bilrøkt, Stiðjagøta 3, Postboks 1234 FO-110 Tórshavn Stiðjagøta 3 · FO-100 Tórshavn · tel: 358888 · bilrokt@bilrokt.fo · www.bilrokt.fo Bilrøkt Ivaleyst størsta arbeiðsøkið hjá Bilrøkt er bilvask. Tað var eisini júst bilvask, ið var grundarlagið undir fyritøknuni, tá ið Bilrøkt bleiv sett á stovn. Bilrøkt er eisini farið undir at hava bil- verkstað. Vit skifta bremsur, útstoyt o.a. Eisini hava vit nýmótans dekk / avbalan- seringsmaskinur og rustviðgerð. Bilrøkt hevur í dag 3 flutningsbilar sum eru standby 24 tímar um døgnið, at hjálpa kundum, sum eru komnir illa fyri við bili sínum. Eitt stórt virkisøki hjá Bilrøkt í dag eru leigubilarnir. Bilrøkt hevur lagt seg eftir at hava góðar og bíligar leigubilar, har kund- in kennir seg tryggan við bilin. Bilrøkt selur eisini brúktar bilar hjá sær sjálvum og fyri kundar. Á verkstaðnum hjá Bilrøkt, er eitt starv sum avloysari fyri mekanikara at seta sum skjótast. Møguleiki er at fáa fast starv.