Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 OYGGJALEIKABLAÐIÐ Sosialurin 26. juni 2009 Tveir tímar á muni Tíðarmunurin millum Føroyar og Áland er tveir tímar. Áland er tveir tímar frammanfyri, og tað merkir, at kappingarnar byrja tíðliga føroyska tíð. Vanliga verður byrjað klokkan 10.00 álendska tíð, og tað merkir so sjálvsagt, at kappingarnar byrja klokkan 8.00 føroyska tíð. Rás2 byrjar allar dagarnar at senda frá klokkan 7 um morgunin og fylgir øllum kappingunum, sum vanliga enda tíðliga á kvøldinum føroyska tíð. Nógv sjálvboðin hjálpa Tað krevur sín mann og sína kvinnu at fyrireika Oyggjaleikirnar, sum vaksa støðugt í vavi. Fyrireikararnir á Álandi hava hesaferð fingið 3200 sjálvboðin fólk at hjálpa til við leikunum hesaferð. Leiðari fyri tey sjálvbodnu eru Gudbjørg Hakonardottir, og hon hevur brúkt nógva tíð og orku til at savna stóra liðið av sjálvbodnum, sum verða í serligum klæðum undir leikunum. Heri Ziska er við at gerast »the grand old man« í føroyskum oyggja­leika­ høpi, tí í summar eru 20 ár, síðani hann var við á Oyggjaleikunum fyri fyrstu ferð. Sum vant, er tað klingruvarpið, sum er hansara grein, men hann brúkar framvegis slegguvarpið sum »upphiting« Hóast eitt ættarliðsskifti er í gongd í frælsum ítrótti, er »the grand old man«, Heri Ziska, framvegis fastur fúsur á Oyggjaleikunum, har hann hevur verið mestsum fast inventar í 20 ár. Leikirnir á Álandi eru hansara tíggjundu, so – um nakar – kennir hann til tað. – Ja, eg eri nokk meira »the grand old man«, enn eg nakrantíð havi verið, sigur Heri, ið kortini ikki ljóðar, sum hann hevur hug at steðga her, tí Bermuda um fýra ár man virka lokkandi fyri tey flestu… – Annars gongur tað helst, sum tað skal ganga við ættarliðs­ skiftinum. Vit hava ofta hug til at vera ótolin, tí tað kann ongantíð ganga nóg skjótt, men tað er á góðari leið hjá okkum. Nógv ung eru á veg, og tey ungu, vit hava við hesa ferð, eru tey fyrstu av mong­ um, sum eru á veg. Hann vísir á, at liðið í frælsum ítrótti, sum er við hesa ferð, er betur fyri og nógv yngri, enn tað var á Rhodos. – Fyri fleiri er tað fyrstu ferð, tey eru við á Oyggjaleikum, og onkur eru við fyri aðru ella triðju ferð. Hesi ungu hava verið við til fleiri ung­ dómskappingar í eitt nú bæði Íslandi og Svøríki, men nú skulu tey kappast millum tey vaksnu, sigur Heri Ziska. Kastar longur Sum vant, hevur Heri Ziska bæði klingruvarp og sleggjuvarp á síni kappingarskrá á Álandi, og hann dylur heldur ikki fyri, at tað er klingruvarpið, sum er hansara grein nummar eitt. – Eg plagi at hita upp við kapp­ ingini í sleggjuvarpi, sum altíð er áðrenn kappingina í klingruvarpi, og soleiðis er eisini hesa ferð. Tískil er tað í klingruvarpinum, at eg kann hava ein møguleikan at fáa eitt gott úrslit, sigur Heri. – Men tað verður ikki lættari við árunum, tí samstundis sum eg eldist, koma fleiri og fleiri sterkari íðkarar við. Út frá tilmeldingunum og hvør er við hesa ferð, sær út til, at tað enn eina ferð verður á uppaftur hægri stigi, at vit skulu kappast. Men eg ætli mær at gera mítt besta. Av og á hava skaðar forðað fyri, at Heri hevur fingið vant við fullari styrki ella at hann hevur fingist kappast so væl, sum hann vildi ynskt. Og hjá honum er tað ofta altavgerandi, hvussu standurin er, tá tað ræður um at røkka so langt út við klingruni, sum gjørligt. – Gongst eftir vild hjá mær, so kasti eg væl longri enn seinast. Men um tað so røkkur til heiðursmerki, er øgiliga ilt at siga, men tað er so málið hjá mær, sigur hann. Tað størsta í ár Av tí at tey nógvu av hinum, sum eru við á liðnum í frælsum ítrótti, eru sera ung og kanska heldur ikki eru von við at vera undir trýsti, vil Heri ikki koma við nøkrum bein­ leiðis boði uppá, hvør kann hugsast at standa seg væl. – Eg vil ikki taka nakran framum og vil heldur ikki leggja nakað eyka trýst á nakran, men eg vil tó siga, at ein sum Bjørk er øgiliga væl fyri og rennur væl. Men í tilmeldingunum síggja vit, at onkrar brádliga eru tilmeldaðar við nærum óhugnaligum tíðum. Talan var um eitt stórt lop seinast, og tað kann aftur henda hesa ferð. Men Bjørk hevur sjálvandi eisini betrað seg, heldur Heri. Hann trívist væl millum tey yngru, sum eru við, og hann fegnast um, at tey øll eru úrslit av tí miðvísa arbeiðið, sum sersambandið hevur gjørt fyri at seta við. – Vit hava lagt serliga orku í at fingið børn og ung við, bæði á rennibreytini og í teknisku greinunum inni í rennibreytini. Tað sær øgiliga gott út, nú vit royna at fáa bygt nakað heilt nýtt upp, og tað er stuttligt at uppliva, at áhugin er sera stórur, sigur hann. – Nú havi eg sjálvur verið við til Oyggjaleikirnar so ofta, so fyri meg eru leikirnir ein kapping sum allar aðrar. Men tað er sjálvandi stuttligt, at tað verður fokuserað nógv meira upp á hetta, enn vit kanska eru von við. Hetta er so tað, eg havi valt at satsað uppá nú, so fyri meg er hetta størsta kappingin í ár. einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Frælsur ítróttar spennir víða – frá kasti við amboðum til renni- og lopkappingar – og ymiskt er eisini, sum útlitini eru fyri heiðursmerkjum. Fleiri av royndum frælsu ítróttarfólkunum eru ikki við hesaferð, og tí eru tað í fleiri førum yngri íðkarar, sum skulu taka við og royna at kroysta seg fram í kappingunum. FRÆLSUR ÍTRÓTTUR Heri fyri tíggjundu ferð Hesi umboða Føroyar í fræls­um ítrótti á Oyggjaleikum Heri Ziska klingruvarp sleggjuvarp Randi Kúrberg sleggjuvarp Rógvi Højgaard spjót Rebekka Fuglø 400 metra renning 800 metra renning 1.500 m renning Bjørk Herup Olsen 5.000 metra renning 10.000 m renning Súsanna Skylv Sørensen 10.000 metra renning hálvt maraton Rúni Seloy 400 metra renning 800 metra renning Jóan Karl Joensen 800 metra renning 1.500 metra renning FAKTA – Gongst eftir vild hjá mær, so kasti eg væl longri enn seinast. Men um tað so røkkur til heiðursmerki, er øgiliga ilt at siga, men tað er so málið hjá mær, sigur »the grand old man« í frælsum ítrótti, Heri Ziska Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir