Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 120 - 26. juni 2009 Tónleikur Niclas Johannesen niclas.johannesen@gmail.com E inhvør tíð hevur síni stavna­ fólk, kvinnur og menn, sum við teirra evnum og framfýsni seta dám á teirra samtíð. Tað veri seg innan ídnað, handil, hand­ verk, ítrótt, bókmentir, list, osfr.  Ein maður, sum á sín ikki altíð so sjónliga hátt hevur spælt ein sera týðandi leiklut í føroyskum tónleikalívi seinastu 20 árini, er Jákup Zachariassen. Fyrrverandi eigari og stjóri á tí, sum føroy­ ingar í dag kenna sum reklamu­ virkið Sendistovan - Repro-Z av fyrstan tíð - og eisini kendur sum ein framúr guitar, dobro og steel guitar spælari. Jákup er ein sera áhugaverd hybrid av fleiri mótsigandi ting­ um. Hann er ein tryggleika­søkj­ andi familjumaður, ið kortini alt sítt lív hevur latið spontani­tetin avgjørt kósina. Jákup trívist best í óformellum høpi, sam­stund­is sum hann koyrir runt í býnum við einum gulum Mustang. Hann er mildur og blíður, men kann eisini vera bersøgin. Sum tónleikari megnar hann eisini spæla sum ein eingil - ofta meðan hann situr og snerkjur og ilskat inn á sína egnu framførslu. Minnist sjálvur, hvussu eg ein seinan summardag í 1997 rendi meg í Jákup í Havnini. Vit kend­ ust nakað - hevði spælt guitar á lagi hjá honum heilt afturi í 1991 og var eitt sindur við á fløguni "Writing You a Song" hjá Regin Guttesen, sum Jákup stóð fyri. Nevndi, at eg varð byrjaður at arbeiða við nýggjum løgum við Lenu Anderssen og vit fóru møguliga at royna at gera eina fløgu. "Eg havi ein kjallara her uppi. Har er útgerð.Tit eru vælkomin at brúka tað." Soleiðis var farið ígongd - við null krón­ um í budgetti og góðum hugi. Eg fekk lykil og vinir komu inn á gátt í kjallaranum at spæla, meðan fotosetari og kopi­maskin­ ur hurraðu uttan slit á ovaru hædd á alsamt vaksandi fyri­tøk­ uni Repro-Z við Grønlandsvegin í Havn. Hóast Jákup hevur havt góð úrslit sum handils- og vinnu­mað­ ur, eru tað sambært hann sjálvan kortini ikki turr tøl og grískir grafar, ið hava stýrt hansara lívi. "Eg havi ongantíð havt nakra koyriætlan við nøkrum her í lívinum. Hjá mær snýr tað seg um instinktir. Eg skal brenna fyri onkrum. Eri øgiliga spontanur og velji eg at gera okkurt, so dámar mær væl at gera tað fult út." Oyruni upp fyri steel guitara Í ár eru 20 ár liðin, síðani Jákup á fyrsta sinni vitjaði í Nashville. Hetta var á sumri í 1989. Túrurin royndist so væl, at tá Jákup og gentan hjá honum, Sanna, vóru bjóðaði til USA í 1991 í sam­ bandi við, at vinkonan Marjun skuldi giftast í Chicago, gjørdu Jákup og Sanna bart og giftu seg í Nashville. "Eg hevði framman­ undan fríggjað til Sannu heima í Føroyum og vit vistu, at hugurin var ikki til eitt tradionelt føroyskt brúdleyp. So tá leiðin gekk til USA, valdu vit at gifta okkum á privatari samkomu í Nashville. Hetta var ein stór løta fyri okkum og tann vegin varð so eisini eitt serligt band knýtt til býin." Hin spontani slóðbrótarin Í 1989 orkaði hann ikki ljóðið av country-tónleiki. Tvey ár seinni hevði hann skrivað føroyska country klassikaran "Vit sigla heim". Nú hátíðarheldur hann 20 ár við fløgu framleiðslum úr Nashville og hevur bjóðað heimsins fremstu Nashville-tónleikarum til Føroya. Les um hin spontana norðagøtu-hvalbingin, sum í snarari vend fleyg til USA við sínum repro-lærlingini Regini Guttesen at gera fløgu, meðan hin púra óroyndi lærlingurin - Bent - sat einsamallur á borgini og royndi at halda hjólunum koyrandi Brent Mason er 12 ferðirnar kosin besti country guitaristur í USA. Jákup roynir her hansara guitara