Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. juni 2009 OYGGJALEIKABLAÐIÐ 25 sum ikki-álendingur at søkja um hann - so má ein búgva í Álandi í minst fimm ár, vera finskur ríkis­ borgari, ella kunna standa seg væl í svenska málinum. Heimstaðar­ rætturin er skerjandi fyri rættin at stovna eina fyritøku á Álandi. Í øllum partafeløgum, sum eru skrásett í Álandi mugu minst helvtin av teimum sum sita í partafelagsnevndini vera álend­ ingar. Kortini hava flutnings- og bankafyritøkur fingið undan­taks­ loyvi. Ein finskur ríkisborgari, sum hevur flutt til Álands, áðrenn hesin fylti 12 ár, hevur heimstaðarrætt, og viðkomandi sleppur undan at gera hertænastu í finska herinum. Høvuðsendamálið við álendska heimstaðarrættinum, er at verja tann álendska, mentannarliga samleikan, og at forða fyri, at eitt ov stórt tal av teimum, sum hava finskt móðirmál flyta til Álands, sum er einmálsligt svenskt. Tað er soleiðis eitt ógvuliga forkunnugt og margháttligt land, sum føroysku ítróttarfólk og føroysk fjølmiðlafólk fara at vitja í eina langa og aktiva viku. Tá um ítrótt ræður hevur Finnland blokkerað fyri øllum ynskjum hjá Álandi at fáa altjóða viðurkenning. Oyggjaleikirnir eru sostatt einasta høvið álendsk ítróttarfólk hava til at kappast í altjóða kappingum, so framt tey ikki vinna seg á eitt finskt landslið. ríkið í Eystrasalti Gibraltar Gibraltar er einasta ikki-oyggj, sum er við á oyggjaleikunum. Tað man óivað vera serstøka støðan, sum Gibraltar hevur, sum ger, at ein hevur biðið teir um at koma við í oyggjarleikasamstarvið. Gibraltar er bert 2,6 ferkilometrar til støddar, men kortini búgva næstan 29.000 fólk á Gibraltar. Spania hevur gjørt krav uppá at sleppa at yvirtaka Gibraltar frá Bretlandi, men allar fólkaatkvøður sum hava verið hildnar á Gibraltar, hava nærum einmælt boðað frá, at fólkini á Gibraltar vilja hoyra til Stórabretland, og ikki Spania. Eitt tað kendasta við Gibraltar, eru tær sonevndu gibraltar- apurnar, sum halda til á Gibraltar-klettinum. Gotland Svenska oyggjaríki, sum liggur í Eystrasalti er 3.140 ferkilometrar til støddar. Á Gotlandi búgva yvir 57.000 fólk. Gotland liggur umleið 90 kilometrar frá tí svenska meginlandinum. Umframt høvuðsoynna, so eru eisini Fårø, Karlsoyggjarnar, gotska sandoyggin og Østergarnsholm, og aðrar smærri oyggjar partur av Gotlandi. Ikki er serliga høgt í Gotlandi. Hægsta staðið, Lojsta Hed liggur bert 83 metrar yvir havinum. Nógvir kendir svenskarar hava summarhús á Gotlandi, og oyggjasamfelagið hevur eina stóra ferðavinnu um summarið, har túsindtals ferðafólk koma á vitjan. Størsti býurin er Visby, sum er ein fyrndargamal og søguligur býur. Áland Fólkatal: 27.096 Høvuðsstaður: Mariehamn Alment mál: Svenskt Gjaldoyra: Evra Tjóðardagur: 9. Juni Tíðarsona: Føroyar + 2 tímar Hægsta stað: Orrdalsklint, 132 metrar Størsta vatn: Långsjön Ting: Løgting við 30 limum Ríkisrættur: Sjálvstýri viðurkent í 1921 BTÚ pr. Íbúgva: 35.000 evrur Tjóðskaparbókstavir: AXF FAKTA