Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2009 27 Jákup visti longu á fyrsta túri­ num í 1989, at Alex Bærent­sen hevði hug at gera fløgu, og hví ikki gera hana í Nashville? Hetta varð ongantíð roynt áður her heima og Alex hevði eina rødd, ið var sum skræddaraseymað til Nashville soundið. "Eg hevði í roynd og veru aldrin kunnað torgað country tónleik. Men hetta broyttist eisini á fyrsta túrinum í Nashville í 1989. Minnist, hvussu eg eitt kvøldið í Nashville hoyrdi ein steel guitar spælara á einum av mongu klubbunum, sum har eru. Hetta var ein sonn opinbering fyri meg. Eg fór lúkst út og keypti mín fyrsta steel guitar."  Í 1989 kendi Jákup tó ongan í Nashville. Men hann visti, at Jeff Roberts, ið var live-agentur­ in hjá bólkinum Imperials, sum høvdu vitjað í Føroyum beint frammanundan, búði í býnum. Jákup ringdi og fekk fund í lag við hann. "Jeff var blíður og týður og gav mær telefon numm­ urini hjá fimm teimum fremstu produsararunum í býnum. Eg var ungur og óimponeraður. Ringdi bara. Allir svaraðu og søgdu seg vera áhugaðar." Serligt vinarband  Ein teirra var Edgar Struble, klaverspælari og konsertleiðari hjá Kenny Rogers. "Edgar bjóð­ aði mær og Sannu til døgurða og har var beinanvegin nakað álitis­ vekjandi og gott okkara millum. Sanna og eg skuldu vera tríggjar dagar aftrat í Nashville og vit gloyma ongan­tíð, at Edgar bjóðaði okkum hansara hús at búgva í. Hann skuldi á konsert­ ferð við Kenny Rogers dagin eftir og kona hans­ara skuldi eisini út at ferðast. Vit høvdu kenst í nakrar fáar tímar og hann gav okkum lykilin til húsini og bað okkum bara búgva har!"  Slóðin var elt og við hesum byrjaði eitt samstarv, ið hevur hildið á fram til dagin í dag. Fyrsta føroyska country útgávan við Nashville tónum, gjørdist veruleiki í 1990 við útgávuni "Gunnar" við tí tá so blaðunga Gunnari Justinussen. Jákup skrivaði sjálvur fimm av løgun­um á útgávuni og fleiri sangir av hesum kassettubandi vóru fitt spældir í Føroyum um hetta mundið -  eitt nú "Um ongin teg elskar". Sangurin, sum kortini veruliga stakk burtur úr mongd­ ini, gjørdist kvøðuljómaslagarin "Vit sigla heim", ið Jákup hevði gjørt lag til og sum pápi hansara, Zacharias Zachariassen, skrivaði føroyskan tekst til. "Eg hevði onki studio, so øll løgini blivu bara sungin og spæld inn við kassa­ guitara á ghettoblastara. Vit sendu so kassettubandið til Edgar, sum síðani útsetti og pro­du­ser­aði tónleikin." Fyrsta útgáv­an varð sostatt innspæld í Nash­ville, uttan at Jákup var við. Hetta broyttist í 1991, tá hann fór til Nashville at vera við til inn­spælingarnar í sambandi við útgávu hjá Sveini Askildsen. "Hetta var ein stór uppliving at síggja og hoyra, hvussu skjótt og væl tað gekk at innspæla tónleik­in. Eftir tveimum døgum, var allur tónleikurin innspældur. Eg minnist, hvussu imponeraður eg var av disiplinini, ið tónleikarar­nir høvdu. Tað sást og hoyrdist, at hetta vóru tónleikarar, ið vóru vanir við at levera dygdar vøru dagliga." Spontan avgerð Her heima var Jákup um hetta mundið byrjaður við sínum egna repro virkið, ið hann kallaði Repro-Z. Eftir eina tunga byrjan fór at ganga fram á miðskeiðis í nítiárunum og Jákup fekk tveir læringar aftrat sær. Annar var Regin Guttesen. Hetta setti sín dám á arbeiðsplássið. "Eg minn­ ist, at vit høvdu eitt keyboard standandi á Repro-Z. Hevði hoyrt Regin áður og helt altíð, at hann var eitt serligt talent. Hann rørdi meg við sínum sangi og spæli." Nú Jákup skjótt fimtan ár seinni hugsar aftur á hesa tíðina, er tað ikki sørt, at hann hevur hug at smírast. Avgerðin, um at fara at gera fløgu í Nashville við Regin, var púra spontan. "Vit sótu henda eina morgunin og prátaðu um leyst og fast, tá Regin nevndi, at hann gekk við tonkum um at fara spæla okkurt av sínum tilfari inn."  "Kom, vit fara til Nashville!" var hugskotið hjá Jákup. Seinni sama dag var alt bílagt, studio, tónleikarar og Edgar. "Eg visti, at í Nashville livdu ikki bara country tónleikarar. Eitt nú búði bassleikarin David Hungate, ið hevði spælt við Toto, í býnum." Farast skuldi til Nashville tveir mánaðir seinni. Repro-Z gjørdist um hetta mundið eitt hálvgum tónleikastudio, har Regin nú sat ein part av arbeiðstíðini og skriv­ aði løg og arrangeraði tey, so at alt var klárt til innspælingarnar. Jákup var eisini við og skrivaði eitt nú lagið "World Falling Down" til hesa fløguna.  "Ja, tað var nokk so vilt, tá tú hugsar aftur á hesa tíðina. Har fóru eg og Regin til USA, meðan Bent Kjærbæk, sum var nýggjur lærlingur, sat einsamallur eftir á Repro-Z. Eg minnist, hvussu hann ringdi  til mín í studio í Nashville og segði, at fotosetarin - eitt maskina til 1 millión krónur - ikki riggaði. Har var onki annað at gera enn at biða hann bara siga, at kundarnir máttu bíða, til vit vóru komnir heimaftur!" Fekk sær JakZac Studio Tað var eisini í sambandi við inn­ spælingarnar hjá Regini, at Jákup gjørdi av at keypa studio útgerð at gera fløguna lidna við heima í Føroyum. Soleiðis føddist JakZac Studio í kjalarvørrinum á spont­anu avgerðini um at gea fløgu við Regini. Tá fyritøkan flutti inn í størri bygning við Grønlandsvegin, bleiv partur av kjallaranum innrættaður við upptøku­hølum. "Studio var ong­ an­­­tíð nakað, ið eg sá sum nakran inntøku­møguleika, men eg helt, at tað kundi verða hugaligt og spennandi at hava eitt kreativt umhvørvi í okkara nýggju húsum, samstundis sum virk­ semið á Repro-Z tók meira dik á seg og fyritøkan gjørdist alt meira professionaliserað við nógvum góðum fólkum, ið blivu tengd til húsið." Seinnu helvt av 90'unum og fram til 2005 vitjaði ein støðugur streymur av føroyskum tónleika­ nøvnum JakZac Studio. Tá Jákup seldi sín part av fyritøkuni fyri trimum árum síðani var eisini farið úr húsinum við Grønlands­ vegin og í dag hevur Jákup sítt studio í kjallara saman við Kristoffur Mørkøre í Kristuff Studio í Hoyvík.  12 útgávur Nashville hevur tó alla tíðina verið sum ein góður gamal vinur, ið tú brádliga fekst hug at vitja aftur. Jólanfløgan, sum Jákup gav út saman við 3'arinum, kom út í 1999 og gjørdist ein av teim­um størri verkætlanunum, har fleiri av fremstu føroysku sangar­unum sungu við á (Teitur, Regin, Nikolina av Kamarinum, Malan Thomsen osfr). Torkil Mørkøre gjørdi somuleiðis eina west-coast klingandi fløgu "A Matter Of Time" eftir nøkulunda sama leisti sum Regin, har fyrst og fremst trummur vórðu inn­spæld­ar í Nashville.  Seinastu árini hava Magni Christiansen, Ólavur Højgaard og Lisa Frederiksberg innspælt teirra tónleik í USA undir leiðslu av Jákup, og so seint sum í fjør vóru tvær av mest seldu fløgunum í Føroyum innspældar í Nashville.  Ein teirra var við bólkinum "4", har vinmenninir Petur Jacobsen, Gunnar Justinussen, Marner av Lofti og Jákup valdu at innspæla trý løg í part í Nashville. Úrslitið varð fløgan "Her Er Løtan", sum gjørdist ein sannur best seljari. Allarbest seljandi Nashville fløgan í Føroyum man tó vera "Pickin' Time in Nashville" við Hallur Joensen. Hetta er eisini einasta fløgan, sum er innspæld, sungin og ljóðblandað í Nashville og rakti hon so beint í føroyska fólkasmagin. Fekk hugksotið um Nashville. fo í LA Í februar mánað vóru Jákup og Petur Jacobsen bjóðaðir yvir til Los Angeles, har Edgar Struble hevur búð seinastu tíggju árini. Petur og Jákup hava nýliga stovnað Felagið AEL - American Euro Link - har teir millum annað arbeiða við at fáa ameri­ kanskar artistar til Evropa. Á skránni var eitt nú American Music Award, har Edgar stjórnaði tónleikinum. "Hetta eina kvøldið sótu vit heima hjá Edgar og prátaðu um allar útgávurnar, ið vit høvdu verið saman um at gjørt. Funnu út av, at í ár eru júst 20 ár liðin síðani vit hittust. Sam­ an við Edgar hava vit innspælt 150 sangir og tað er ikki onki." Komin heim aftur hugsaði Jákup víðari, at stuttligt hevði verið at hátíðarhildið hesi 20 árini við einum tiltaki, har allir teir føroysku sangararnir, ið hava innspælt tónleik í Nashville saman við honum og Edgari, vórðu bjóðaðir at syngja við. Jákup ringdi eisini til Edgar og nevndi, at hóast hann visti, at hetta helst var at skjóta spurvar við kanónum, so var dreymurin at fáa teir bestu tónleikararnar í Nashville at koma til Føroya at spæla til eitt tiltak. "Gloym tað! Tað hendir seg ikki. Teir eru alt ov upptiknir, " var Edgar vísur í. Jákup ringdi kortini til Paul Leim - mest brúkti trummu­ spælari í Nashville - ið spældi við á fløgunum hjá Halli og 4. "Eg nevndi tónleikararnar, ið eg kundi hugsað mær at bjóða til Føroya. Allir hava - hvør í sínum lagi - spælt við á ymsum útgáv­ um, sum vit hava gjørt har yviri, so vit eru ikki fremmandir fyri hvørjum øðrum. Paul skuldi kanna tað beinanvegin." Løtu seinni vóru boðini, at allir tónleikararnir takkaðu ja. Paul Leim, David Hungate, Brent Mason, Paul Franklin, John Hobs og Brian Sutton hava saman og hvør í sínum lagi spælt inn sam­ an við heimstjørnum so sum Shania Twain, Willie Nelson, Barbara Streisand, Sting, Dire Straits, Vince Gill, Ray Charles, Dolly Parton og hundraðtals øðrum. Leygarkvøldið 29. august trýna teir allir á pall á Ítróttar­ høllini á Hálsi til søguliga tiltak­ ið Nashville.fo. Við á pallin­um verður eisini góði gamli vinurin hjá Jákupi, Edgar Struble, sum á fyrsta sinni vitjar Føroyar.  "Eg eri ótrúliga fegin um, at vit kunnu markera hesi 20 árini við einum slíkum tiltaki. Hetta er í roynd og veru betri enn eg hevði torað at vóna. Mítt størsta ynski er at geva fólki eina ógloymandi uppliving. Okkara tanki er, at hetta skal vera eitt hugnaligt og innbjóðandi tiltak, har fólk sita til eina gallakonsert við nakað av tí besta, vit kunnu borðreiða við her heima og við nøkrum av heimsins bestu tónleikarum á palli samstundis."  "At skipa fyri slíkum kann vera eitt knoss. Men tað, tú mást stríðast fyri, gerst eisini meira virðismikið fyri teg. Í roynd og veru er tað áfatiligt at hugsa sær, at fleiri av mínum absolutt yndistónleikarum í heimshøpi - hava sagt koma henda vegin og spæla til okkara tiltak. So bara tað ger, at eg gleði meg sum eitt barn til Nashville.fo!" Ein løta í upptøkuhølunum saman við Edgar Struble, Paul Franklin, Paul Leim, Bob Patin og David Hungate (gangandi aftanfyri) Tveir steelguitar spælarar hugna sær. Paul Franklin er kosin besti steel guitarspælari í USA óteljandi ferðir Jákup saman við Matt Rollings, David Hungate, Kerry Marks og øðrum undir innspælingum