Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26. juni 2009 OYGGJALEIKABLAÐIÐ 27 UNDIR KONGAVARÐA – nú flyta tey inn PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús - og enn hevur tú møguleikan at vera við Tað nýggjasta Tey fyrstu eru longu flutt inn í raðhúsini, og í næstum flyta tey fyrstu inn í punkthúsini. Koyrir tú ein túr í økinum er umhvarvið av einari frálíkari bústaðarloysn við at koma til sjóndar. Enn eru nakrar fáar búeindir eftir, so enn hevur tú møguleikan at vera við. Eftir til sølu Nú eru nevniliga bert 6 raðhús á 209 m2 eftir til sølu eins og 8 íbúðir á 131 m2, sum er á stødd við eitt 1-planshús, og 4 handils- / vinnuhølir á 130 m2. Býlingurin og umhvørvi Býlingurin verður sum frá líður ein nýggjur og heilskapaður býarpartur við skipaðum arkitekturi, ið gevur fólki avbjóðingar, frið og tryggleika. Alt verður gjørt liðugt millum húsini við vegi, gongubreyt, spæliplássi, sparkivølli og hugnaligum umhvørvi, og stóru vindeyguni geva ljósinum frítt spæl og leggja Nólsoyarfjørð og Havnina opna fyri eygað. Bústaðirnir Suðureftir og vestureftir móti sólini er altan ella terassa, og íbúðirnar eru sera ljósar og rúmligar við stórum vindeygum. Í køki og stovu eigur útsýnið í ovaru hæddunum ikki sín líka − á degi hin livandi vágin við skipum og bátum, á kvøldi luftin og bleiktrandi ljósið frá vakra høvuðsstaðnum. Raðhúsini liggja við stórum vindeygum og panoramaútsýni móti Havnini og fjørðinum og við terassu og altan móti Glyvursnesi og sólini. Persónligur stílur Bústaðirnir verða sera fjølbroyttir, har familjan kann innrætta seg eftir áhuga og ynski − alt eftir stødd og tali á rúmum. Møguleiki verður fyri sjálvur at velja millum ávís sløg av gólvum og ymiskum sniðum og litum til køkin. Her ber til at skapa sær tað heilt rætta heimið við persónligum stíli. Liviligt og lívligt Millum húsini verður felagsøki, har grannarnir hava møguleika fyri at skipa fyri ymiskum. Her eru gróðursettir runnar, ið geva lívd og nærleika til hugna og spæl, og her eru hyljareygu, spælipláss, fótbóltsvøllur og annað, girt við snøggum laðingum og gøtum ímillum. Beint sunnanfyri er gøta niðan á Reyn, til nýggjan dagstovn og til spildurnýggja skúlan, ið stendur í gerð. Meira fæst at vita hjá P/F Inni – tel. 354200 og á heimasíðuni www.inni.fo Raðhúsini Hæddir: 3 Gólvvídd í alt: 209 m2 Ovasta hædd: Trappugongd, stova / alrúm , baðirúm hjúnarrúm við útgongd til útigólv, 2 kømur Miðhædd: Bilskýli, hjallur, grovkøkur, baðirúm, durur, køkur / stova Niðasta hædd: Inngongd, trappugongd, stórt rúm á uml. 60 m2 Prísur kr: 2.919.735,00 Íbúðirnar Hæddir: 1 Gólvvídd í alt: 131 m2 Innrætting: Felags trappugongd við lyftu, gongd, køkur, stova, 3 kømur, 2 baðirúm Prísur úr kr: 2.253.855,00