fríggjadagur 26. juni 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 120 - 26. juni 2009
33
lýsingar
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
STAKSKEIÐ Á MASTERSTIGI Á
SØGU- OG SAMFELAGSDEILDINI Á
FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA
FØROYAR Í 21. ØLD: POLITISKAR AVBJÓÐINGAR
Námsstig: 10 ECTS
Kenslustig: Master
Tíð: Heystið 2009. Undirvísing frá
26. august. Próvtøka í desember.
Lærarar: Jens Chr. Svabo Justinussen,
adjunktur, Beinta í Jákupsstovu, lektari og
gestafyrilestrahaldarar.
Endamál: Nakrar av teimum størstu avbjóð-
ingunum fyri Føroyar koma sum rák
uttanífra. Endamálið við hesum skeiði er at
varpa ljós á nakrar altjóða broytingar, og
hvussu hesar broytingar verða ástøðiliga
tulkaðar. Serliga verður hugt at, hvat hesar
broytingar kunnu fara at merkja fyri
Føroyar.
Evni, sum verða umrødd, eru m.a. fíggjar-
kreppan, trygdarpolitikkur, politisk tiltøk í
sambandi við veðurlagsbroytingar, Útnorð-
urlondini og ES, røkt og brúk av fiski
stovnum, vinnuligar broytingar og bygn-
aðarbroytingar í almennari umsiting.
Undirvísing: 6 seminar à 2 dagar um ávís
evni, við framløgum frá lærarum og gesta-
fyrilestrahaldarum. At enda verður próv-
tøkuseminar, har tey lesandi leggja fram.
Próvtøkuformur: Innlatingaruppgáva, sum
verður mett av lærara og uttanseturs próv-
dómara. Framløga av evninum fyri próv-
dómara, lærarum og hinum lesandi. Próv-
talið verður ein samlað meting av skrivliga
og munnliga avrikinum.
Fortreytir: Tey lesandi skulu hava sam-
felagsfrøðiliga útbúgving á bachelorstigi.
Undirvísingarætlanin fyri skeiðið verður
klár 23. juni 2009, eftir hetta verður ætlanin
at finna á heimasíðuni: www.setur.fo.
Fleiri upplýsingar um skeiðið fáast við
at venda sær til Beintu í Jákupsstovu á
beinta@setur.fo
FØROYSKUR KOLLEKTIVUR ARBEIÐSRÆTTUR
Námsstig: 10 ECTS.
Kenslustig: Master (ætlað at verða góð-
skrivað á M.A. í løgfrøði, LL.M., cand. jur.
o.l.)
Tíð: Heystið 2009. Undirvísing frá 19. okto-
ber. Próvtøka medio desember.
Lærarar: Kári á Rógvi, lektari og gesta-
fyrilestrahaldarar.
Endamál: At veita innlit í føroyska felags-
verklóg (kollektivan arbeiðsrætt), serliga í
tær mongu rættarkeldurnar á arbeiðsmark-
naði merktum av spjaddum rættarskapandi
stovnum sum fakfeløgum, dómstólum, mill-
umtjóða stovnum umframt lóggávuvaldi og
fyrisiting, ið merkja eina ymiskliga og
broytiliga støðu. Dentur verður lagdur á
háttalag at lýsa og greina rættarstøðuna.
Evni: Mest týðandi tilfar verða felags sátt-
málar millum arbeiðsgevara- og løntakara-
feløg, nakrar tinglógir og grundreglur, um-
framt dómar og aðrar úrskurðir, ið tulka og
brúka felags rættarreglur á føroyska arbeiðs-
marknaðinum. Harumframt verður hugt at
tilfari úr grannalondum til samanberingar.
Stórur partur av tilfarinum sæst á www.lnd.fo
og www.fg.fo. Lærubók er ikki, men vísast
kann á hesar bøkur úr grannalondum okkara:
Jan Fougner o.fl.: Kollektiv arbeidsrett og
Jens Kristiansen: Den kollektive arbejdsret.
Undirvísing: Undirvísingin verður skipað
við framløgum frá lærara og gestafyrilestra-
haldarum – ætlandi dómarum og lærdum úr
Danmark, Noregi og Føroyum. Eisini verða
studentaframløgur. Undirvíst verður níggju
mánadagar frá kl. 09:00 til kl 15:00.
Próvtøkuformur: Skrivlig avrik telja 1/3
av próvtalinum (betra av tveimum uppgáv-
um), munnlig próvtøka 2/3.
Fortreytir: Tey lesandi skulu hava akade-
miska útbúgving á minst grundstigi (bache-
lor) við nóg mikið av løgfrøði ella javn-
mettum fakum, t.d. Grundskeiði í lóg ella
líknandi.
Fleiri upplýsingar um skeiðið fáast við at
venda sær til Kára á Rógvi á kariar@setur.fo
Skeiðsgjald: Kr. 5.500,00 fyri hvørt skeiðið. Lesandi, sum eru innskrivað við
Fróðskaparsetur Føroya ella við annan hægri lærustovn, fáa skeiðið ókeypis.
Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina, J. Broncks gøta 25,
4.h., Tórshavn, tlf. 352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www.setur.fo
Umsóknarfreistin er sett til týsdagin 30. juni 2009.
Zartec.net · tlf. 226459
Zartecbygging@hotmail.com
ZARTEC
B y g g i n g
Lat okkum hoyra
frá tykkum og
fá eitt gott
tilboð.
Lesið
Sosialin