Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 120 - 26. juni 2009 lýsingar KUNNGERÐ um broytan av stuðulspoli­ti­kki­num hjá Fuglafjarðar kommunu. Fuglafjarðar býráð hevur á fundi tann 04. juni 2009 samtykt broytingar í stuðulspolitikki­ num, hetta vísandi til reglugerðina fyri “Stuðulspolitikk hjá Fuglafjarðar kommunu”, sum samtykt varð á býráðsfundi tann 24. apríl 2008. Avgerðin førir við sær, at Kapittul I Endamál grein 2 og 3 verður víðkað soleiðis: “§ 2. Umsóknir um stuðul hægri enn kr. 10.000,00 skulu verða mentamálanevndini skrivliga í hendi í seinasta lagi 01. juni árið fyri, tó soleiðis at broytingin kemur í gildi frá 01. juni 2010 galdandi fyri fíggjarárini 2011>”. “§ 3. Umsóknir um stuðul lægri enn kr. 10.000,00 skulu verða mentamálanevndini skrivliga í hendi í seinasta lagi 1. apríl inni­ verandi ár, t.v.s. tann 01. apríl 2010 galdandi fyri 2010. Broytingin kemur í gildi frá 01. apríl 2010 eins og § 2”. Avgerð varð eisini tikin á býráðsfundinum um at heita á tey feløg, sum vanliga fáa størri játtan enn kr. 10.000,00, um at senda skrivliga áheitan til mentamálanevndina um stuðul fyri fíggjarárið 2010 í seinasta lagi 01. august 2009. Fuglafjørður 24. juni 2009 Fuglafjarðar býráð Mentamálanevndin Fuglafjarðar Býráð Summarhús á Viðareiði til sølu Úr stovuglugganum er panorama­ útsýni yvir allar 6 norðuroyggjar Um hóskandi boð fæst er ogn okkara uppi við Garð til sølu. Talan er um trý matr. nevniliga nr. 157, 158 og 177, sum eru ávikavist 1.570 m2, 1.025 m2 og 1.365 m2 ella tilsamans uml. 4.000 m2. Húsini á Garðsvegi 48 á Viðareiði eru bygd á matr. nr. 157 sum summarhús, og er helst norðastu skrásettu hús í Føroyum. Útsýnið er avbera gott yvir Viðareiðis bygd og norðoyggjarnar bæði eystanfyri og vestanfyri. Húsini eru 7x8 metur til støddar við kjallara. Húsini eru bygd í 1970 úr viði við stoyptum kjallara. Eru í ár 2009 umvæld við nýggjum vindeygum og nýggjum klædningi á suður- og eystursíðuni. Í ovaru hæddini er stova, køkur, 2 sovirúm og hems. Í kjallaranum er innrættað baðirúm við brúsu, vaskirúmi og eitt stórt rúm (stova/kamar). Ravmagn og vatn er lagt inn í húsið. Húsini hava brenniovn til upphitan, umframt el-ovnar eftir tørvi. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til tlf. 312037 ella 582037. Summarfrí Vegna summarferiu, verður skrivstovan stongd frá 1. juli til 22. juli 2009 . Sjúkrakassi Skála Læknadømis Postboks 77 · 490 Strendur · Telefon 449 212 Fax 449 232 · t-post: sjkhil@post.olivant.fo Fráboðan um seismikkvirksemi Lýst verður at seismiskar kanningar verða gjørdar innan fyri hesar knattstøður: 1. 63º08 N 002º10 W 2. 62º30 N 004º50 W 3. 62º10N 004º50W 4. 61º57 N 004 º42W 5. 62º35 N 001º57 W 6. 62º55 N 001º45W Viðmerkjast skal at knattstøðurnar eru vegleið­ andi. Byrja verður umleið .................. 01.07.2009 Arbeiðið tekur væntandi ......Umleið 6 vikur. Skipanavn .......................... Harrier Explorer Kallibókstavur .................................... 3EIE3 Heimstaður .................................... Panama Fiskiveiðiumboð ................Ebbe Mikkelsen Longd á kaðali er 9000 m Samband fæst við skipið á VHF rás 16. Upplýsingar um arbeiði fáast frá Tórshavn Radio, á heimasíðuni hjá MRCC Tórshavn www.mrcc.fo, ella á telefon 351300. MRCC / TR Tel. 34 18 00 lysing@sosialurin.fo Vit seta lýsingina upp fyri teg ókeypis. Ring og fá ein prís! Tel. 520 320 Heygsgerði 18A FO-100 TórsHAvn Vit asfaltera... vegir fortov parkeringsøki tún S.G. Asfalt Ring og fá eitt tilboð gøtur