Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2009 37 lýsingar Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna Pedagogur til Frítíðarskúlan í Hornabø Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 11. august 2009 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Frítíðarskúlanum í Hornabø, Hornagøta 13, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 13. juli 2009. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ann E. Joensen, stovnsleiðara, telefon 21 44 67 ella 21 40 41. Byggifrøðingur til Húsaumsitingina Søkt verður eftir byggifrøðingi til Húsaumsitingina hjá Tórshavnar kommunu. Húsaumsitingin er ein deild, har flestu bygningar hjá Tórshavnar kommunu hoyra undir. Fremsta uppgáva er at røkja hesar uml. 135 bygningar. Førleikakrøv • tú skalt hava útbúgving sum byggifrøðingur • kunna tekna AutoCad • førleika á brúkarastøði í niðanfyri nevndu forritum • tú skalt hava koyrikort Vit vænta, at tú • dugir at samskifta innan- og uttanhýsis • dugir at arbeiða sjálvstøðugt við fleiri uppgávum í senn • koma við hugskotum um betringar, og luttaka í kjaki á deildini Vit kunnu bjóða • eitt starv við fakligum avbjóðingum • góðar møguligar fyri eftirútbúgving • góðar arbeiðsumstøður • ein fjølbroyttan og spennandi gerandisdag Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber eftir sáttmála millum AKF og Fíggjarmálaráðið. Starvið er fulltíðarstarv. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi hósdagin 9. juli. 2009. Merkið umsóknina »Húsaumsitingin«. Meira fæst at vita um starvið við hyggja á www.torshavn.fo ella við at venda sær til Harald Bjørgvin, leiðara fyri Húsaumsitingina, ella Mikael Viderø, býararkitekt, telefon 30 20 10. Hvønn dag í juni mánaða verða Sudoku uppgávur at finna í Sosialinum. Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika hevur tú at vinna. Navn: Bústaður: Telefon: Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn Merkið brævbjálvan »Sudoku« Sendið okkum loysnina innan mána­ dagin 13. juli 2009 kl. 10.00 og merkið brævbjálvan »Sudoku«. Drigið verður í viku 29. Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst. Vinningurin í juni SORRENTO 2,0 KW kvartshitari. Talan er um ein sera væl umtóktan heilárshitara ­ Nýtt model. Virði: kr. 3.500,- Fleiri góðar løtur uttandura – alt árið Juni-kappingin Rex markisur Vakrar, hentar og álítandi Skjót og trygg uppseting Dygd, fyri rættan prís www.markisur.fo Markisur Terassuhitarar El-peisir Klimaanlegg Grillur Kampingútgerð Virði: kr. 3.500,- Nýtt Nýtt Vinnari av mai­kappingini gjørdist Á. Hovgaard, Hov