Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 41

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Zoologisk Have í Aalborg hevur fingið nógva umrøðu seinastu tíðina, og tað er orsakað av, at eitt ísbjarnapar hevur fingið ein unga, og tað er rættiliga óvanligt at tað hendir fyri ísbjarnir í fanginskapi Djóragarðurin í Aalborg er settur á stovn í apríl mánaði 1935 og er í dag ein av best vitjaðu ferðafólkaattraktiónunum í økinum við upp til 375.000 vitjandi. Djóragarðurin er opin alt árið og fevnir um eitt øki á 85.000 fermetrar. Tað eru ikki færri enn 1600 djór býtt út á umleið 140 djórasløg, og tað arbeiða 55 fólk fast í djóragarðinum. Har finnast øll djórasløg, sum tú vanliga roknar við at síggja í einum djóragarði. Tað verið seg elefantar, giraffar, leyvur og tikarar. Men har finst eisini hópurin av undarligum, eksotiskum djórasløgum, so sum slangur og ymisk skriðdjór. Men nógv størstan áhuga fyri fólk hevur ísbjarnaungin, Milak. 7. desember í fjør fekk ísbjørnin Victoria ein unga úti, og hann varð beinanvegin borin inn í føðiholuna, sum var gjørd til endamálið. Har inni fekk Victoria næsta ungan. Tíverri doyði annar, men hin vísti seg at trívast ógvuliga væl og er sera lívsseigur. Web-myndatól eru sett upp sum vísa stóra hylin uttanfyri og eisini ber til at síggja ungan inni í holuni. Sum nevnt er áhugin fyri Milak ógvuliga stórur, og fyrsta mánaðin eftir føðingina vitjaðu eini 80.000 fólk úr umleið 75 londum fyri at síggja Milak. 9. mai varð ungin so fluttur úr minna garðinum í tann stóra, og samstundis fekk hann eisini møguleika at svimja fyri fyrstu ferð. Tá vit vitjaðu seinast í mai, spældi hann sær óført í hylinum og tóktist at hava tað sum blomman í egginum. Djóragarðurin hevur sum nevnt sera nógv at bjóða upp á, og apurnar eru altíð stuttligar at hyggja at. Men í summar er tað Milak, sum dregur fólk. Djóragarðurin sjálvur ger eisini nógv burtur úr unganum, og fleiri sendingar hava verið á TV2 um ísbjarnaungan. Flestu vitjanirnar eru sjálvandi um summarið, men garðurin er sum nevnt opin alt árið. Stóra summarkappingin hjá Sosialinum Send inn og vinn nógvar flottar vinningar Summarkappingin '09 VINN FERÐASEÐLAR Tel 34 10 00 atlantic.fo Melda teg til Club Atlantic og og fá sertilboð sendandi við telduposti Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways. Melda til á: www.atlantic.fo Vika 25: Leiðin til London 8 síður við spenn­ andi tilfari um summar Aalborg Zoo Milak spælir sær óført í stóra hyl­ in­um. Hann er avgjørt høvuðs­ attraktiónin í Aalborg Zoo