Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingartilfar Nr. 120 • 26. juni 2009 2 Stutt norðan fyri Aalborg, við Blokhus, liggur Fårup Sommerland. Tað minnir í mangar mátar á eitt tivoli, men hevur kortini nakrar øðrvísi stuttleikar Fårup Sommerland er ein hin kendasta stuttleikaparkin í Danmark. Hon liggur beint við Blokhus, og tað fyrsta tú leggur merki til, er ógvuliga stóra parkeringsøkið uttan um parkina. Tað er annars ein vansi við slíkum, sum liggur inni í býnum, at tað er trupult at sleppa av við bilin. Inni í parkini eru stuttleikarnir býttir upp í trý: • Family • Action • Aquapark Family undirhaldið er sjum orðið sigur fyri bæði stór og smá. Hetta er undirhald, sum gongur meiri stillisliga fyri seg, so sum vatnsúklur, trampolinir, árabátar, barnakarusellir og líknandi. Action er somuleiðis tað, orðið sigur. Har er ferð á. So sum rutsjebanar, rafting og go-cart. Aquapark umfatar alt tað, ið hevur við vatn at gera. Har er eisini alt til bæði stór og smá. Nevnast kunnu Vandcyklonen, Wild River og Water Slide, sum er til tey meiri tilkomnu, og so Børnevandland og Bølgebassin, ið er ætlað teimum minnu. Fårup Sommerland er opið um summarið, í ár frá 8. mai til 6. september. Tað kostar 210 krónur at sleppa inn. Tá tú so er komin inn, er undirhaldið ókeypis, og har er ovmikið at royna fyri bæði stór og smá. Og sjálvandi ber eisini til at fáa sær ein góðan bita í parkini, ella eisini eina pylsu. Fårup Sommerland liggur við Blokhus – helt ude i skoven, sum parkin sjálv sigur í sínum slogan og lýsingum. Helt ude i skoven