fríggjadagur 26. juni 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 26. juni 2009 OYGGJALEIKABLAÐIÐ 9
Føroyingar eru kanska ov
naivir til veruliga at skilja,
hvat elitu-ítrótt er fyri
nakað, sigur Jón Bjarnason
Avrikini hjá Pál Joensen og Elspu
Mørkøre í svimjihyljunum saman
við avrikunum hjá øðrum føroysk
um einstaklingum hava spakuliga
sett gongd á nýtt føroyskt kjak um
elituítrótt.
Men hóast gongd er komin á
hetta kjakið, so heldur Jón Bjarna
son, at vit enn hava ótrúliga langt
eftir á mál.
- Eg skal ikki siga, at eingir batar
hava verið, og eitt nú er tað ein
ótrúlig hjálp hjá Pál, at hann hevur
fingið serskipan við skúlagongd
síni.
- Men samstundis haldi eg, at før
oyingar kanska eru dekan ov naivir
til veruliga at skilja, hvat elitu-ítrótt
er fyri nakað. Tað er næstan so, at
tey ikki kenna munin á Jákupi á
Borg og Pál Joensen.
- Og hetta sigi eg ikki fyri at seta
niður á Jákup á Borg. Men tað er
altso ein himmalvíður munur á, um
tú skalt standa teg í europiska
toppinum sum svimjari, ella um tú
sum fótbóltsspælari skalt klára 90
minuttir á hægsta føroyska støði.
Bæði hvat viðvíkir venjing, men so
sanniliga eisini við krøvum til tín
sjálvan og teimum ambitiónum,
sum tú hevur, sigur Jón Bjarnason.
Fulltíðararbeiði
Og verður tosað um venjingar
nøgd, so verður útsøgnin hjá
venjaranum so dyggiliga undir
strikað.
- Bara teir tímarnir, sum Pál er í
hylinum og annars venur, svara á
leið til fulla arbeiðsviku. Og so skal
hvíld, kostur og eisini skúlagongd
passa saman við hesum, so tað tað
er sera nógv, sum skal ganga upp í
eina hægri eind.
- At fáa føroyingar at skilja hetta,
verður er ein sera tungur kampur,
men eg vil leggja afturat, at Pál
hevur verið ótrúliga heppin. Bæði
við stuðlum og við vælvild annars.
Men enn kunnu vit ikki tosa um, at
vit í Føroyum hava skapt teir
karmar, sum krevjast, um vit veru
liga skulu menna elituítrótt, sigur
Jón Bjarnason.
Fýra intensir dagar
Svimjikappingarnar á Álandi fara fram fýra dagar
á rað. Ofta hevur verið vanligt, at svimjararnir
hava havt ein frídag, og tann møguleikin var
størri, nú leikirnir eru longdir ein dag hvønn
vegin. Men soleiðis verður tó ikki hesaferð. Byrjað
verður mánamorgunin klokkan 8.15 føroyska
tíð, og longu klokkan 15.30 verður fyrsta finalan
svomin. Hendan er í 1.500 metra frí hjá monnum,
har føroyska svimjilandsliðið helst kann rokna við
eini góðari byrjan upp á gullveiðuna.
Fulltíðararbeiði
Svimjilandsliðið til Oyggjaleikirnar á Álandi
Grein
Gull
Silvur
Bronsa
Kravtíð
Føroyar #1
Føroyar #2
50 metra frísvimjing
27.24
27.43
27.73
27.73
Shaila millum Garðarnar
26.49
Guðrun H. Jacobsen
26.66
50 metra frísvimjing
23.58
23.84
23.96
23.96
Pauli Ø. Mohr
23.74
Pál Joensen
24.00
50 metra bringusvimjing
34.76
34.78
35.36
35.36
Malan V. Bærendsen
34.74
Katarina Lamhauge
34.97
50 metra bringusvimjing
30.17
30.82
30.84
30.84
Pál Joensen
30.39
50 metra ryggsvimjing
30.56
31.28
31.82
31.82
Birita Debes
30.41
Poula Ø. Mohr
30.83
50 metra ryggsvimjing
26.91
27.13
27.14
27.14
Kári J. á Høvdanum
26.11
50 metra firvaldssvimjing
29.47
30.07
30.32
30.32
Shaila millum Garðarnar
29.85
Guðrun H. Jacobsen
29.88
50 metra firvaldssvimjing
25.30
25.95
-
26.60
Pál Joensen
25.83
Kári J. á Høvdanum
26.47
100 metra frísvimjing
58.30
59.30
59.65
59.65
Shaila millum Garðarnar
58.21
Guðrun H. Jacobsen
1:00.63
100 metra frísvimjing
51.79
52.59
53.71
53.71
Pál Joensen
51.82
Pauli Ø. Mohr
52.76
100 metra bringusvimjing
1.14.76
1.15.97
1.16.04
1.16.04
Malan V. Bærendsen
1.15.04
Katarina Lamhauge
1:16.11
100 metra bringusvimjing
1.04.77
1.06.24
1.07.74
1.07.74
Pál Joensen
1.07.20
100 metra ryggsvimjing
1.03.97
1.06.69
1.07.14
1.07.14
Bjørg Seloy
1.05.83
Birita Debes
1:07.54
100 metra ryggsvimjing
57.54
58.94
59.45
59.45
Kári J. á Høvdanum
56.13
100 metra firvaldssvimjing
1.04.96
1.05.91
1.06.86
1.06.86
Shaila millum Garðarnar
1.06.47
Bjørg Seloy
1:08.30
100 metra firvaldssvimjing
56.09
57.10
57.32
57.32
Pál Joensen
56.52
Kári J. á Høvdanum
00:58.27
100 metra blandað svimjing
1.04.91
1.08.18
1.08.48
1.08.48
Poula Ø. Mohr
1:10.01
100 metra blandað svimjing
59.04
1.00.48
1.00.98
1.00.98
Pál Joensen
58.89
200 metra frísvimjing
2.04.70
2.05.35
2.06.42
2.06.42
Mona Simonsen
2:09.88
200 metra frísvimjing
1.53.60
1.54.16
1.54.69
1.54.69
Pál Joensen
1.46.61
Andrass Thomsen
1:57.24
200 metra bringusvimjing
2.38.24
2.42.90
2.44.38
2.44.38
Malan V. Bærendsen
2.41.84
Katarina Lamhauge
2:42.40
200 metra bringusvimjing
2.22.36
2.22.51
2.26.66
2.26.66
Pál Joensen
2.22.49
200 metra ryggsvimjing
2.18.59
2.20.31
2.21.70
2.21.70
Bjørg Seloy
2:27.32
Birita Debes
2:29.53
200 metra ryggsvimjing
2.04.89
2.06.00
2.06.10
2.06.10
Kári J. á Høvdanum
2.05.13
200 metra firvaldssvimjing
2.03.07
2.04.62
2.13.98
2.13.98
Pál Joensen
2.06.27
200 metra blandað svimjing
2.09.68
2.09.77
2.09.81
2.09.81
Pál Joensen
2.06.97
400 metra frísvimjing
4.20.47
4.26.17
4.27.54
4.27.54
Mona Simonsen
4.29.25
400 metra frísvimjing
4.00.23
4.04.08
4.06.15
4.06.15
Pál Joensen
3.42.57
Andrass Thomsen
4:04.30
400 metra blandað svimjing
4.33.15
4.34.28
4.35.31
4.35.31
Pál Joensen
4.33.06
800 metra frísvimjing
9.01.58
9.04.63
9.10.50
9.10.50
Mona Simonsen
9.02.66
1500 metra frísvimjing
15.48.25
16.11.33 16.21.16 16.21.16
Pál Joensen
14:39.99
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Talan er um fulltíðararbeiði í
venjingarhølum og –hyljum, um tú
ætlar tær á europisku tindarnar
Níggju met eru føroysk
Hagtølini fyri svimjing á Oyggjaleikum staðfesta, at
føroysk svimjing eigur níggju av metunum á leikunum. Á
mannfólkasíðuni eigur Pál Joensen skjótastu tíðirnar á 200,
400 og 1.500 metra frísvimjing, meðan Elspa Mørkøre hevur
skjótastu tíðirnar á 50 og 100 metra ryggsvimjing fyri kvinnur.
Hartil hava føroysku kvinnurnar oyggjaleikametið á øllum fýra
stafettunum.