fríggjadagur 26. juni 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 120 - 26. juni 2009a
Færri fáa krabbamein
Í mong ár hava hagtølini hjá danska Heilsustýrinum víst, at altsamt fleiri
danir hava fingið staðfest krabbamein, men nú vísa tey nýggjastu tølini,
at gongdin er vend. Tølini hjá Heilsustýrinum vísa, at í 2007 vórðu
32.511 nýggir tilburðir av krabbameini staðfestir. Tað var heldur meiri
enn árið fyri, men verður vøksturin í fólkatalinum tikin við í
roknistykkið, er tann keðiliga gongdin steðgað, sigur Heilsustýrið. Hans
Henrik Storm, sum er yvirlækni hjá danska krabbameinsfelagnum, sigur
við DR, at tað er ov tíðliga at klappa enn, tí tað er neyðugt at kanna
tølini í nøkur ár afturat, áðrenn tað ber til at siga við vissu, at gongdin er
vend. Jakob Axel Nielsen, heilsumálaráðharri, fegnast um tey nýggju
tølini og sigur seg vóna, at tann jaliga gongdin fer at standa við.
Rentan niður í helvt
Danskir húsaeigarar, sum velja at umleggja síni húsalán nú
um mánaðarskiftið, kunnu fáa rentuna niður í helvt.
Realkreditráðið sigur, at rentan á húsalánum við skiftandi
rentu varð seinast ásett á nýggjárinum. Rentan á hesum
lánum fylgir teirri sokallaðu Cibor-rentuni, sum var umleið
fimm prosent á nýggjárinum, men sum er umleið 2,5
prosent nú. Tí kunnu tey, sum umleggja síni lán nú, fáa
rentuna niður í helvt, sigur ráðið. Danskir húsaeigarar og
vinnufyritøkur hava lænt umleið 450 milliardir krónur við
skiftandi rentu, og tann 1. juli lækkar rentan á lánum fyri
180 milliardir krónur, sigur Realkreditráðið sambært Ritzau.
Kongurin av pop
er deyður. Michael
Jackson varð funnin
lívleysur í heimi
sínum og varð fluttur
á eitt sjúkrahús í
Los Angeles, men
lívið stóð ikki at
bjarga. Sostatt
missur heimurin ein
av teimum størstu
artistunum
Tónleikur
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Michael Jackson er deyður.
Deyðsboðini vórðu givin
klokkan 14.26 lokala tíð, ið
er klokkan 22.26 føroyska
tíð, á UCLA-sjúkrahúsinum
í Los Angeles.
Hildið verður at pop
stjørnan fekk eitt hjartaslag
í heimi sínum. Lækni hans
ara var til staðar og royndi
uttan eydnu at fáa lív í hann
aftur,
upplýsti
bróður
Michael, Jermaine, á einum
tíðindafundi í nátt.
Ein sjúkrabilur varð til
kallaður, og á veg til sjúkra
húsið varð roynt at fáa lív í
Jackson afur.
- Tá
hann
kom
til
sjúkrahúsið klokkan 13.14
(21.14 føroyska tíð), royndi
eitt læknatoymi, herímillum
skaðastovulæknar og hjarta
læknar, at fáa lív í hann
aftur. Henda royndin stóð
við í meir enn ein tíma. Tað
eydnaðist
teimum
ikki,
segði ein týðuliga rørdur
Jermaine Jackson á tíðinda
fundinum.
Í dag skal eitt líksýn
staðfesta, hvør deyðsorsøkin
var.
Ein talsmaður hjá familj
uni, Brian Oxman, sigur
við sjónvarpsstøðina CNN,
at Michael Jackson fekk
reseptheilivág orsaka av
skaðum, hann hevði fingið
undir venjing av pallfram
førsluni. Fyri CNN legði
Oxman upp til, at deyðs
orsøkin kundi vera ein
yvirdosis av heilivági.
Var á veg fram aftur
Seinastu
tíðina
hevur
Michael Jackson verið í
Los Angeles, har hann hev
ur fyrireikað seg til sínar
comeback-konsertir
í
London. Hann er tó sæddur
fleiri ferðir koma inn og út
av sjúkrahúsinum.
Tí hevur nógv verið gitt
um heilsustøðu hansara, og
comeback konsertirnar, ið
nógv hava bíðað eftir í
spenningi, eru útsettar.
Stjørna longu
sum barn
Michael Jackson varð longu
sum barn kendur, tá hann
var við í Jackson 5. Seinni
varð hann kendur sum King
of Pop, Kongurin av Pop, tá
hann sum soloartistur gav
plátunar Off The Wall,
Thriller (ið enn í dag er
heimsins mest selda fløga
nakrantíð) og Bad, ið vóru
fyltar við hittum.
Men við síðunaav stóru
tónleikaligu framgongdini,
lærdi heimurin eisini ein
annan Michael Jackson at
kenna. Fleiri vakurleika
skurðviðgerðir góvu pop
konginum eina mystiska
nøs, høkuskarð og eina
nógv bleikari húð. Egnu
frágreiðingarnar hjá Jack
son
til
nógv
broyttu
útsjóndina vóru, at hann
varð skaddur av fýrverki
undir
upptøku
til
eitt
videolag.
Hann hevur eisini verið
gjøgnum fleiri uppslítandi
rætarmál,
har
hann
er
ákærdur fyri at hava sam
band við ómyndigar dreing
ir. Hann hevur eisini verið
giftur við dóttir ein annan
kong, Elvis.
Í nógv ár búði hann í
Neverland – ein saman
renning av leikalandi og
bústaði. Hann hevur selt
milliónir av plátum, men
hevur vunnið mest pening
upp á at eiga rættindini til
fleiri Beatles sangir.
Michael Jackson varð 50
ár.
Michael Jackson er deyður
Blaðvinna
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Sosialurin hevur í gjár havt
aðalfund. Endaliga ársúrs
litið hjá felagnum í 2008
var eitt avlop á 2.210.403
krónur, ið er eitt vet minni
enn í 2007. Í 2007 var
úrslitið 2.329.000 krónur.
Eginpeningurin hjá Sosial
inum var við árslok í 2008
8.782.045 krónur.
Sostatt hevur Sosialurin
megna at treiskast kreppuna
í blaðheiminum, sum serl
iga kom í triðja ársfjórðingi
av 2008.
Í viðmerkingum til rokn
skapin sigur leiðslan seg
vera nøgda við úrslitið,
sum tó varð ávirkað av
búskaparniðurgongdini,
sum gjørdi vart við seg
síðsta ársfjórðing í fjør.
Víðari verður sagt, at rak
strarúrslitið ætlandi verður
munandi betri í 2009.
Hartil vísir leisðlan á, at
tað er av alstórum týdningi
fyri privatu miðlarnar, at
aðalorðaskiftið um Kring
varpið og fjølmiðlaøkið
sum heild kemur at viðføra
greiðar karmar fyri partar
nar á marknaðinum at virka
undir.
Í dag hevur hitt stóra
føroyska blaðið, Dimma
lætting, aðalfund.
Á aðalfundinum varð
nevndin víðkað, so hon nú
telur sjey limir.
Nýggjur nevndarlimur er
Ole Sloth, sølustjóri hjá
Ekstrablaðnum í Danmark.
Hinir
nevndarlimirnir
eru:
Eyðfinnur Jacobsen,
formaður
Eirikur Lindenskov
Jonhard Hammer
Jákup Mørk
Jóhanna Vang
Jan Müller, ið eisini er
stjóri felagsins
Sosialurin treiskast blaðkreppu
Sosialurin hevur í gjár havt aðalfund. Hóast
kreppa er um allan blaðheimin, megnaði
Sosialurin at fáa yvirskot á góðar 2,2 millión
ir krónur fyri 2008