Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 OYGGJALEIKABLAÐIÐ Sosialurin 26. juni 2009 Jón Bjarnason er ikki bangin fyri at seta sær høg mál. Hóast hann saman við Pál Joensen hevur rokkið nýggjum hæddum innan føroyska svimjing, so tykist hann als ikki nøgdur Verður tosað um vónir til gullmerki á Oyggjaleikum, so skerst ikki burtur, at stórur partur av hesum liggur á svimjingini. Soleiðis var ikki fyri bara fýra árum síðani, men á Rhodos fyri tveimum árum síðani prógvaðu Pál Joensen, Elspa Mørkøre og hini á føroyska svimjilandsliðnum, at føroysk svimjing aftur er nakað, sum er vert at tosa um – og reypa av! Kapping millum feløgini Ein persónur, sum støðugt hevur staðið í miðdeplinum av menn­ ingini, sum hevur verið í svimjingini, er Jón Bjarnason. Saman við Petur Heðini á Fløttu verður hann ofta nevndur sum kanska mest av­ gerandi faktorurin í øllum gull­ rokinum. Og hóast hann ikki tímir at undirspæla sín egna leiklut, so sigur Jón, at tað eru fleiri faktorar, sum hava skapt fram­gongdina. - Tað er eingin ivi um, at tað hevur havt stóra ávirkan, at meira vitan er komin inn í venjingina, sum nú er nógv betur skipað og grundað, enn hon hevur verið. Og samstundis vóru vit heppin, at ein svimjari sum Elspa Mørkøre brád­ liga trein fram á pallin. - Fyrr var jú eisini menning í før­ oyskari svimjing, men hon steðgaði mest sum upp. Kappingin millum feløgini gjørdist eisini ov lítil, og tað sigur nóg so nógv, at eitt lítið felag sum Fuglafjarðar svimjifelag í suverenum stíli vann FM. Tað var sjálvandi flott av teimum, men tað er eisini tekin um vantandi kapping millum feløgini, og tað er ikki sunt. - Á tí økinum eru vit munandi betur fyri nú. Enn restar nakað í, áðrenn Havnar Svimjifelag eisini veruliga er við í kappingini, men eisini har vera stór tøk tikin. Og sjálv­ur eri eg ikki í iva, at føroysk svimj­ing hevur møguleikar at mennast nógv meira, sigur Jón Bjarnason. Tá tú sigur nógv meira. Hvussu høgt meddar tú tá? - Tá meini eg við, at vit kunnu fáa fleiri svimjarar á tí støðinum, har Pál er nú. Hetta skal ikki misskiljast, tí Pál er einastandandi. Men tað er ikki soleiðis, at hann er føddur við einum serligum svimjigeni. Hann er eitt produkt av hørðum arbeiði og teimum kørmum, sum hann hevur fingið at arbeiða undir. Hava talentini Tá Jón kom til Føroya, var ætlanin, at hetta bert skuldi verða í eitt ár. Hetta er tó broytt. Partvíst tí vágbingurin eftir átta ára útlegd hevur ásanna, at her er hansara heim, har hann vil síggja børn síni vaksa til. Men eisini tí hann í dag sær stórar avbjóðingar sum venjari. - Eg eri typan, sum vil hava av­ bjóðingar á høgum støði, og eg hevði ikki vilja byrjað umaftur frá scratch, soleiðis sum eg gjørdi. - Men í Pál fekk eg eitt talent av teimum heilt sjáldsomu. Ein svimjari, sum eg visti kundi koma langt, og eg smæðist ikki við at siga, at tað eisini krevur, at ein sum eg eri við í arbeiðinum. Men hvør er so “ein sum tú”. Hvør er hesin maðurin, sum tey flestu bara kenna sum ein til tíðir svakliga ambitiøsan venjara, sum ongan tíð sær nakra uppgávu sum ógjørliga? Ella við øðrum orðum: Hvat er tað, sum skal til? - Tað krevur vitan, so tú kanst venja rætt, og tað krevur sjálvandi dirvi. Og hartil skalt tú duga at vera ein motivator, sum kann eggja svimjarunum til. Í Føroyum er ein ótrúliga sterk jantelóg, og henni skalt tú tora at ganga ímóti, um tú vilt hava úrslitini. Higar til hava vit rokkið nógvum úrslitum, og eg haldi, at avrikini hjá Pál hava brotið hópin av fordómum niður. - Samstundis kann eg siga, at vit hava fleiri onnur talent á sama støði, sum Pál. Í Danmark var mín setningur at finna talent í suður- vestur Jyllandi, og longu nú haldi eg meg hava funnið eini bara tvey her í Suðuroynni, sum eru størri talent enn nakað av teimum, sum eg sá í Danmark. Pál Joensen og møguleikan at menna ein føroyskan elitusvimjara lokkaðu Jón Bjarnason at verða verandi í Føroyum. Nú er Føroyar aftur veruliga heim hansara, og hann slær fast, at Pál neyvan verður seinasti føroyski elitusvimjarin Kunnu røkka nógv longur 50-meturin kemur Tað ljóðaði kanska sum eitt ørvitis-projekt, men enn er full gongd á arbeiðinum at gera ein 50-metra venjingarhyl í Suðuroynni. Jón Bjarnason og Pál Joensen hava sjálvir verið á venjingarlegu í Spania seinasta mánaðin, men hetta merkir ikki, at arbeiðið við hylinum er steðgað upp. - Ein fundur var í farnu viku, og sum eg havi skilt tað, so sær tað framvegis lovandi út. Vit hava einvíst møtt vælvild í arbeiðinum, og øll loyvi við meira tykjast koma í rættlag. - Tað er eisini stuttligt at síggja, hvussu fólk standa saman um hetta, og øll gleðast um tey framstig, sum verða gjørd í arbeiðinum, sigur Jón Bjarnason. Heiðursmerki til øll Talan er um ein breiðan hóp av føroyskum svimjarum, sum allir uttan undantak liggja til at vinna heiðursmerki í onkrari einstaklingakapping. Sjálvt tær báðar yngstu 13 ára gomlu, Birita Debes úr FLOT og Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, sum í 50 rygg liggja til at vinna ávíkavist gull og silvur. Størstu vónirnar eru sjálvsagt til Pál Joensen, sum er styrkismettur at vinna einar 6 gull og 6 silvur sum einstaklingur, og sum væl kann hugsast at gera minst 1 silvurheiðursmerki afturat til gull. Sambært tilmeldinga­tíð­unum til Oyggja­leikirnar, so kunnu føroysku svimjararnir seta nøsina upp eftir 13 gullmerkjum í einstaklinga­ kappingunum. Men lítil ivi er um, at málið verður sett nógv hægri enn so. - Umframt hasar 13 kapp­ingarnar, er talan eisini um liðsvimjingar, og har kunnu kvinnurnar hjá okkum vinna tær allar, meðan menninir helst kunnu taka eitt gull­merki. - Hartil er rættiliga long tíð liðin, síðani svimjararnir skuldu røkka kravtíðunum. Eitt nú vóru fleiri av okkara svimjarum, sum svumu skjótari enn sína til­meld­ing­ar­tíð, tá FM var á skránni herfyri, sigur Jón Bjarnason, venjari. - Ov nógvir føroyskir Oyl-svimjarar venja tó enn ikki nokk til at svimja fleiri finalu­svimjingar um dagin í fýra dagar, og mangan kemur hetta til sjóndar longu triðja dagin. Men eg tori at siga, at tað heilt víst ikki er nakar svimjari í Susvim, sum hevur tann trupulleikan, sigur Jón Bjarnason. Eg tori tó at siga, at tað eru bara svimjararnir úr Suður­oynni, sum eru í nóg góðari venjing til at svimja fleiri finalusvimjingar um dagin. Og tað kann gerast ein trupul­leiki hjá okkum í roynd­unum at vinna heiðursmerki. Á Rhodos vunnu føroysku svimjararnir 27 heiðursmerki - 15 gull, 6 silvur og 6 bronsu. Sambært núverandi start­listanum kunnu vit rokna við 13 gullheiðursmerkjum, 14 úr silvuri og 5 úr bronsu. Hartil koma so møgulig heiðurs­merki í liðsvimjingini. SVIMJING jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk